Fleiri í fótbóltsspælarar í Suðuroy nokta at sigla við Dúgvuni

­ Verður Dúgvan sett at røkja suðuroyarsiglingina ein heilan mánaða, kemur tað at kosta fótbóltinum í oynni dýrt, tí nógvir spælarar nokta blankt at sigla við Dúgvuni

­ Tað er onki sum eitur. Tað má finnast eitt annað skip fyri Smyril enn Dúgvuna. ­ Ítrótturin í Suðuroy kann ikki góðtaka at Dúgvan skal sigla ein heilan mánaða.

Finn Thomsen í TB sigur, at tað líkist ongum, at Dúgvan verður sett í siglingina ein heilan mánaða ímeðan Smyril er til eftirlit.

Men tað, sum verri er, er at hann ivast ikki í, at hetta kemur at kosta fótbóltinum, í Suðuroynni dýrt.

­ Eitt er, at Dúgvan er nógv minni, siglir nógv seinni og rullar nógv verri enn Smyril.

­ Spælararnir verða báði rygg- og reyvabrotnir tá ið teir eru komnir í land eftir eina ferð við Dúgvuni, og eru tí ikki eru serliga væl upplagdir at sparka.

­ Men eitt annað, og líka álvarsligt mál, er, at spælarar eru ikki øðrvísi enn fólk flest - landkrabbar fyri tað mesta- og nógvir spælarar hætta sær als ikki at sigla við Dúgvuni.

­ Og teir eru fleiri, sum bart út noktað blankt at fara umborð. So sita tey heldur eftir, ímeðan liðfelagarnir fara norðureftir til dyst, sigur Finn Thomsen.

Eitt nú ganga søgur um ein av jugoslavunum, sum hava verið í Suðuroynni, at hann kom úr krígsherjaðum landi, men at tað var lítið av miklum afturímóti at sigla við Dúgvuni til og frá dysti ímillum suðuroynna og Havnina. Tað hevði hann roynt og tað ger hann ikki aftur.

Men Finn Thomsen sigur, at feløgini í Suðuroynni eru so illa fyri við fólk, at tey tola ikki, at nakar setist eftir, og tá slett ikki av slíkum orsøkum.

Hann vísir eisini á, at tað verður ómøguligt at fáa áskoðarar norðaneftir til Suðuroyar at hyggja eftir týðandi dystum, og tað verður ein fíggjarligur smeitur fyri feløgini í Suðuroynni

­ Men einsvæl verður tað ómøguligt at fáa viðhaldsfólk við suðuroyarliðunum norðureftir, og tað er ein smeitur fyri hini feløgini.

­ Tí bendir alt á, at verður Dúgvan sett í siglingina, fer tað at fáa avgerandi ávirkan á landskappingina við tað, at tað uttan iva fer at kosta suðuroyarliðunum stig, at tey noyðast at møta til dystir við illa uppløgdum og skerdum spælarahópi.

Hann sigur tí, at kravið má vera at Strandferðslan og politiski myndugleikin útvegar annað, hóskandi avloysaraskip fyri Smyril.