Heini O. Heinesen Glaður: Ringt hjá okkum at klára tað betri

­ Eg haldi, at vit høvdu eitt rimmar val. Ikki minst fegnist eg um, at tey yngru valevnini stóðu seg so væl, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, sum styrkti støðu sína í flokkinum

 ­Tað hevði verið ringt hjá okkum at klára tað betri. Vit høvu eitt rimmar val og eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, hóast vit ikki fingu mannin hesuferð.

Stóri sigurharrin á tjóðveldislistanum til fólkatingsvalið, sjálvur formaðurin í flokkinum, Heini O. Heinesen, er sera væl nøgdur við valið.

­ Vit høvdu tað størstu framgongdina av øllum. Framgongdin var uppá heili 11,5%.

Í tølum meiri enn tvífaldaðu vit atkvøðutalið úr 1798 atkvøðum á fólkatingsvalinum í 1994 til 4316 atkvøður hesuferð.

­ Tað er ein framgongd, sum er størri enn eg hevði væntað, og eg ivist í, um vit kundu havt klárað tað betri, hóast vit ikki rukku úrslitinum, sum veljarakanningarnar vístu.

Tað er onki dulsmál, at ósemja var ímillum Finnboga Ísakson øðrumegin og tey flestu - kanska øll - valevnini hinumegin, um sjálvt valstríðið og um, hvønn leiklut flokkurin skuldi hava í donskum politikki. Heldur tú, at tað hevur ávirkað valúrslitið?

­ Tað er ómetaliga ringt at siga, men tað hevur tað kanska.

­ Kanska kostaði tað okkum tær síðstu, avgerandi atkvøðurnar, at vit ikki fóru heilir í valstríðið. Tað kunnu vit bara gita um. Tó rokni eg við, at tað hevur í hvussu so er ikki kastað atkvøður av sær til okkara.

­ Men tað, vit kunnu staðfesta, er, at vit høvdu eitt rimmar val, og fyribils mugu vit so fegnast um tað.

Heini O. Heinesen sigur, at ikki minst fegnast hann um, at tað gekst teimum yngru valevnunum hjá flokkinum so væl.

­ Tað vísir, at vit hava nógv, gott fólk at seta við og tað er ógvuliga týdningarmikið fyri flokkin.


Nógvar persónligar

Umframt at fegnast um atkvøðutalið til flokkin sum heild, fegnast Heini O. Heinesen ikki minni um undirtøkuna, hann sjálvur fekk.

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fekk 1199 persónligar atkvøður, og tað eru triðmest av øllum valevnunum.

­ Eg fari at takka øllum, sum vístu flokkinum, og mær persónliga álit, sigur hann.

­ Eg haldi, at hetta er ein álitisváttan á meg sum floksfomann. Eg fegnist eisini um, at síðani eg tók við sum formaður, er flokkurin bara gingin fram í stórum, eftir at flokkurin varð gingin aftur fleiri ferðir.

Meinar tú sostatt, at veljarin hevur valt formannin í flokkinum?

­ Ja, tað haldi eg varð sligið fast á seinasta fólkatingsvali hvønn, veljarin vil hava til formann- og tað er so aftur staðfest hesuferð.

Annars heldur hann, at atkvøðurnar, sum Tjóðveldisflokkurin fekk, hevur hann fingið fyri tann politikk, hann hevur ført, tí atkvøðurnar eru so spjaddar út á øll valevnini.

­ Í hinum flokkunum haldi eg, at fólk hava yvirhøvur valt persónar. Hvat var t.d. Fólkaflokkurin uttan Óla Breckmann.

­ Tað er maðurin, sum er valdur og ikki flokkurin fyri tann politikk, hann førir.

Hann heldur, at ein orsøk er, at Tjóðveldisflokkurin førdi eitt øðrvísi valstríð enn hinir flokkarnir við tað, at hann førdi ikki ávís valevni meiri fram enn onnur.


Jóannes fingið eina trupla uppgávu

Annars heldur Heini O. Heinesen, at nývaldi Fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard, hevur fingið eina trupla uppgávu.

­ Eitt av høvuðsevnunum hjá Javnaðarflokkurin í valstríðnum, var, at hann fór ikki uttan víðari at stuðla sosialdemokratiska flokkinum hjá Nyrup. Men nú stendur nývaldi fólkatingslimur floksins, Jóannes Eidesgaard, nettupp í teirri støðu, at hansara atkvøða kann koma at merkja lív ella deyði hjá Nyrup.

Og tað er ikki vist, at hann er so fegin sum hann letst, tí uttan iva veit hann, at stígur hann bara tað allarminsta skeivt, kann tað koma at kosta Javnaðarflokkinum dýrt á komandi løgtingsvalinum. Av tí at báði Nyrup og Eidesgaard eru Javnaðarmenn, verður tað øgiliga trupult hjá Jóannesi ikki at verða knýttur ov tætt at Nyrup - í hvussu so er í hugaheiminum hjá fólki. Og Nyrup er ikki so gott pappír í Føroyum, at tað átti at loyst seg at verðið knýttur ov tætt at honum, heldur Tjóðveldisformaðurin.