ung, sum íðka ítrótt. Vit hava brúk fyri fleiri tilboðum til ung, sum eru millum 14 og 17 ára gomul. Vit hava brúk fyri einum staði, har hesin aldursbólkurin kann vera í vikuskiftunum og um kvøldarnar annars [...] eg arbeiða fyri, at vit fáa eitt ungdómshús. Eitt hús, har tey ungu sjálvi seta dagsskránna og á tann hátt búnast. Kommunan skal geva teimum karmarnar, men innihaldið skipa tey ungu sjálvi fyri. Er tað dansur [...] ella kanska alt samstundis, tað skal vera upp til tey ungu sjálvi. Tað hevur alstóran týdning, at tey ungu heilt frá byrjan eru við í tilgongdini, tá slíkt ungdómshús skal skipast. Vælferðin, menning og
løgmálaráðið, at sálarligur harðskapur við nýggja lógaruppskotinum skal kunna revsast við upp til trimum árum í fongsli. Hetta skal vera við til at undirstrika tær álvarsomu avleiðingarnar av sálarligum harðskapi [...] dømis harðskapur í parløgum er til umrøðu. Tað er til dømis kropsligur harðskapur, tað er fíggjarligur harðskapur, tað er sálarligur harðskapur og tað er materiellur harðskapur, fyri at nevna nøkur. Og [...] danska løgmálaráðið, at sálarligur harðskapur skal javnsetast við kropsligan harðskap. Tí hevur ráðið gjørt eitt lógaruppskot, sum nú verður lagt fram. Í tíðindaskrivi sent danskar miðlar sigur løgmálaráðið
– Síðan vit vóru í Rom hevur tað ikki verið nakað serligt, og síðan tá havi eg bara roynt at koma fyri meg aftur, og at gera meg galdandi aftur í heimshøpi. Men nú eri eg aftur millum teir, sum kunnu gera [...] tað verður gott at slappa av í ein dag ella tveir, sigur Pál Joensen. Tað vil við øðrum orðum siga, at í ovurmorgin fer Pál aftur í gongd við sínar 80 til 120 kilmetrar í hylinum um vikuna, áðrenn hann [...] kapping, sigur Pál Joensen, sum hevur verið stutt aftanfyri italiumannin í Stokkhólmi og í Berlin, og nú vónar at koppa honum. Skal svimja skjótari Seinastu dagarnar hevur verið tosað um, at Pál Joensen
Ein stúrandi ótti prutlar í hesum døgum í Malmø, har ársins altjóða sangkapping, Eurovision, skal haldast komandi vikuna. Í fleiri mánaðir hevur ísraelska luttøkan skapt stórt kjak og forargilsi millum [...] nir í Svøríki hava eina stóra uppgávu at tryggja frið og skil, tá Eurovision fer í gongd næstu vikuna. Svenska løgreglan hevur upplýst, at trygdin verður økt. Bæði danska og norska løgreglan skal hjálpa [...] upplatingartiltakið verður í dag. Har kunnu áskoðarar og fjølmiðlafólk hitta ársins luttakarar til Eurovisiónina. Men ísraelski luttakarin, 20 ára gamla Eden Golan, verður ikki við. Longu í februar varð avgrjørt
galdandi fyri tey, sum sita í løgtingshúsinum aftan fyri meg her. Tað sum verður gjørt í dag hevur avleiðingar í morgin. Og hvat er tað so fyri eitt samfelag sum vit fáa í morgin. Well ikki nakað sum [...] tir ---- Raðfestingarnar í dag avgerða, hvat samfelag vit hava í morgin. Hvønn dag skapa vit framtíð okkara – raðfestingarnar vit gera í dag avgerð í stóran mun hvar vit eru í morgin. Handlingar hava [...] hvat vit gera. Í mun til fyritøkuna, sum onkuntíð setir fólk og onkuntíð koyrir fólk úr starvi, so skal landið ikki koyra nakran úr starvi – ongin skal rekast burtur, tí tey kláraðu ikki at lívbjarga sær
verkfallsdagin, fyri at hjúkla sum best um limirnar í verkfalli. Í felagshølum Starvsmannafelagsins gongur nógv fyri seg í hesum døgum, og nóg fólk eru allatíðina til staðar. Fyri at hesi, ið skipa fyri og eru [...] ð allatíðina fyri, at nóg mikið av mati og drekka er bæði til verkfallsvaktir úti í markini og í hølum Starvsmannafelagsins. Væl smurd verkfallsmaskina Kaffimaskinurnar í felagshølunum í J. C. Schrøtersgøtu [...] afturvið. Fyri at ikki skuldi vera neyðugt at standa úti í kuldanum og bína allatíðina, varð eisini skipað soleiðis fyri, at verkfallsvaktirnar høvu ein stóran buss at leita sær skjól inni í. Búgvið borð
ávirkan. Sjúrður Olsen skal vera vísir í, at mín partur liggur ikki eftir, tá Havnin skal verjast, men verri man standa til við honum og hansara egnu í Fólkaflokkinum. Leitast skal leingi eftir vánaligari [...] allan trupulleikan í hesum vanlukkuliga máli, so tí er tað at kasta torvmold í eyguni á fólki, um málið verður vent og snarað aðrar vegir, sum Sjúrður Olsen nú roynir at gera tað. Fyri tað um eg unni s [...] undir við tí, sum er hent og gjørt í Strandferðslumálinum! Tað er bara soleiðis, at tá landsmyndugleikin hevur tikið hesa avgerð og sett hana í verk, vendist ikki aftur, og tí veruleika mugu vit liva
rakstrarstøð, sum gerð at raksturin ikki er nóg kappingarførur í altjóða kappingini. Um Bakkafrost í framtíðini skal standa seg í kappingini, og harvið varðveita arbeiðspláss í Føroyum, er neyðugt at gerða [...] aður í summar, soleiðis at báturin kann fara í rakstur í 2015. Ein annar partur í ætlanini at betra um rakstrin, er at økja um framleiðsluorkuna av smolti, soleiðis at Bakkafrost verður ført fyri at framleiða [...] Størsta alifyritøkan í landinum, Bakkafrost, kunngerð í dag eina fimm ára íløguætlan, fyri hvussu felagið kann betra um raksturin og altjóða kappingarførið. Harumframt skal ætlanin tryggja framhaldandi
ongar bilar og megnar als ikki at nøkta ferða- og farmatørvin tær sjey vikurnar, mett verður, at Sam skal á beding, leggur hann afturat. Hann staðfestir, at í apríl mánaði í fjør, vórðu meiri enn 400 [...] vikuni. - Tá Sam skal á beding í sjey vikur, er skilligt, at túratalið við bilferju lækkar, tí landið eigur einki skip at seta inn í slíkum førum. - Kortini kann tað undra, at Ternan ikki verður sett at [...] Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, undrast á framferðina hjá sínum egna landsstýrismanni, Henrikki Old, sum umsitur samferðslumál. Og tað, hann undrast á, er, at nú Sam skal á beding í sjey vikur
her má og skal FSF gera sær greitt, hvat vit vilja við einum komandi landsliðsvenjara, og á tann hátt tekna eina vangamynd av tí, sum farast skal eftir. Sjálvandi má ansast eftir, at FSF ikki ovtekur seg [...] landsliðsframtíð, og tað gerst best við at hugsa longur enn bara til dagin í morgin. Nakað sum føroyskur fótbóltur ikki hevur dugað nóg væl í skjótt fleiri ár. [...] tá móttøka varð hildin í FSF-húsinum við Tórsvøll. Tað mesta, sum er at siga, er longu sagt og skrivað um tíðina hjá Jógvan Martini sum landsliðsvenjara. Kanska hava orðini ikki altíð verið eins positiv