Farnu árini hava vit betrað umstøðurnar hjá ungum í Tórshavnar kommunu. Sum heild eru møguleikarnir at íðka ítrótt blivnir nógv betri, og nýggju skúlarnir og Nám X hava givið næmingunum fjølbroyttari og betri møguleikar.
Men tað eru ikki øll ung, sum íðka ítrótt. Vit hava brúk fyri fleiri tilboðum til ung, sum eru millum 14 og 17 ára gomul. Vit hava brúk fyri einum staði, har hesin aldursbólkurin kann vera í vikuskiftunum og um kvøldarnar annars.
Margarinfabrikkin veitir fleiri ófør pedagogisk tilboð, men tað kann vera trupult at fanga áhugan hjá øllum teimum mongu ungu.
Tí vil eg arbeiða fyri, at vit fáa eitt ungdómshús. Eitt hús, har tey ungu sjálvi seta dagsskránna og á tann hátt búnast. Kommunan skal geva teimum karmarnar, men innihaldið skipa tey ungu sjálvi fyri. Er tað dansur, er tað at sita og spæla telduspøl saman, eru tað borðspøl, er tað at spæla tónleik ella drama – ella kanska alt samstundis, tað skal vera upp til tey ungu sjálvi.
Tað hevur alstóran týdning, at tey ungu heilt frá byrjan eru við í tilgongdini, tá slíkt ungdómshús skal skipast.
Vælferðin, menning og trivnaður eiga at vera lyklaorð í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna skal rúma øllum áhugamálum hjá teimum ungu, og eiga vit at geva øllum pláss. Snýr tað seg um ungdóm, ið elskar at lata seg í sum tekniseriu figurar, um ung, ið vilja klintra, gera kynstur á mountain bikes, ella kanska ung, sum droyma um at gera eitt telduspæl – vit hava pláss fyri øllum.
Sosialu bondini, sum vit knýta sum ung, bera okkum ofta fram restina av lívinum, eins og upplivingarnar vit hava saman, eru tær, sum knýta okkum at teimum støðunum vit eru. Lat okkum gera tað vit kunnu fyri, at ung mennast og hava góðar upplivingar í Tórshavnar kommunu, og verða búgvandi her - eisini sum vaksin.
Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar býráð