Føroyar fyri øll???

Jóna Mortensen

Lurtaði eftir sendingini í útvarpinum týskvøldið, um at vera lesiveikur í Føroyum og fekk tí hug at skriva hetta lesarabræv.
Havi sjálv ein 16 ára gamlan lesiveikan drong. Av fittastu dreingjum, skilagóður og fyrikomandi. Hann hevur skift skúla fleiri ferðir, tí hann er blivin happaður, - fyrst vegna húðalit og síðani, tí hann ikki hevur megnað at fylgt við í flokkinum. Hann plagdi at sníkja seg eftir gongini í skúlanum, so at teir størru dreingirnir ikki skuldu síggja, at hann fór yvir ímóti tí stovuni, har ið tey lesiveiku gingu. Samstundis hevur onkur rópt »tapari« aftan á honum. Vit hava sitið heilar nætur og tosað og tosað, og hava hálvgrátið, tí hann ikki meira tímdi at ganga í skúla og vildi hava eina forkláring uppá, hví hann ikki var sum hini, sum dugdu at lesa. Hann hevur ongan fastan lærara havt, ein nú og ein annan tá. Hann hevur fingið at vita, at hann bara kann seta seg inn á bókasavnið at lesa teir tímarnar tey ikki vistu hvat tey skulu gera við hann. Men tað er ikki lætt, tá ið ein ikki dugir at lesa.
Og hvat hendir so?, jú tað sum var væntandi. Drongurin tímir ikki meira, - tímir ikki meira at føla seg býttan, at verða háðaður, at skula forklára hví hann bara situr inni í flokkinum og hyggur út í tóman heim ellar teknar eitthvørt, tí hann slettis ikki klárar at fylgja við. Hann hevur nú verið heima í fleiri mánaðir og noktar totalt at fara í skúla. Sjálvsálitið er í botni og niðurlagið er: »Eg komi aldrin at arbeiða, tí eg kann ikki brúkast til nakað, tá eg ikki dugi at lesa«. At hann noktar at ganga í skúla og sigur stopp her, skilji eg væl, og eg ætli mær ikki at tvinga hann til tað heldur.
Tað sum undrar meg, er, at vit ikki eru komin víðari á hesum økinum.
Í grannalondunum hava tey skúlar fyri lesiveik. Eg havi ein beiggja, sum arbeiðir sum lærari í Danmark, har tey bæði hava skúlar og flokkar í vanligu skúlunum, við somu tilboðum sum tilboðini til »vanligu« børnini, - øll møgulig fak, ikki bara lesing. Hesi hava ein innihaldsríkan dag við ymiskum greinum, og kunnu eisini gleða seg til morgindagin, tá tey til dømis hava køk ella okkurt annað.
Tá so 10. flokkur er liðugur, hava skúlarnir avtalur við øll møgulig lærupláss, sum vita um lesitrupulleikan hjá næminginum og um hvussu næmingurin er fyri, og har kann hann so koma í læru.
Tað sum jú er við børnum við lesitrupulleikum í Føroyum er, at tey fáa verðins óinterresantastu skúlagongd. Alt annað verður tikið av skemanum fyri fyrst at fáa lesingina í rætt lag, og tey lesa og lesa og koma ongantíð til nakað annað. Og aftaná lokna skúlagongd duga tey stadigvekk ikki at lesa, tí tey fingu ongantíð ta rættu hjálpina, og tey duga samstundis heldur einki annað, tí tey lærdu einki annað.
Vit mugu fáa betri umstøðir til børn við lesitrupulleikum her og nú og ikki um 9 ár. Tað nyttar einki at hava sum mál, at í 2015 skal alt verða so fantastiskt, tá ein stórur partur av okkara ungu ikki duga at lesa og tí heldur ikki fáa arbeiðið. Harumframt hava tey manglandi sjálvsálit og manglandi eydnusemi.
Eg haldi, at tað mátti kunna latið seg gjørt at sett á stovn ein eftirskúla ella háskúla fyri tey sum ikki fingu nakran kjans í fólkaskúlanum. Ein skúla fyri lesiveik, við ymiskum áhugaverdum greinu m, alt eftir hvat næmingurin hevur hug til.
At tosa um hvat vit hava ráð til, kann alst ikki koma uppá tal. Vit mugu heldur spyrja »hava vit ráð at lata vera«?