500 breyðflísar og 100 litrar av kaffi

Stórt virksemi er í felagshølum Starvsmannafelagsins, nú meðan verkfallið er.  Fyrsta verkfallsdagin vórðu 500 breyðflísar smurdar verkfallsfólkunum, meðan 100 litrar av kaffi og sama nøgd av te vórðu bryggjað

Starvsmannafelagið noyddist at keypa sær sær tvær nyggjar kaffimaskinur umframt 8 termokannur tann fyrsta verkfallsdagin, fyri at hjúkla sum best um limirnar í verkfalli.

Í felagshølum Starvsmannafelagsins gongur nógv fyri seg í hesum døgum, og nóg fólk eru allatíðina til staðar. Fyri at hesi, ið skipa fyri og eru rakt av verkfallinum, skulu kenna seg væl, syrgir Starvsmannafelagið allatíðina fyri, at nóg mikið av mati og drekka er bæði til verkfallsvaktir úti í markini og í hølum Starvsmannafelagsins.


Væl smurd verkfallsmaskina

Kaffimaskinurnar í felagshølunum í J. C. Schrøtersgøtu ganga heitar alla tíðina, og fyri at ikki skal vera ov langt millum hvønn munnin, hevur Starvsmannafelagið keypt sær tvær kaffimaskinur afturat. Harafturat er hópurin av mati og góðgæti keyptur til limirnar í verkfalli. Ein rúgva av breyði og viðskera er keypt, og fólk smyrja allatíðina smyrjibreyð til teir svongu og troyttu limirnar, ið syrgja fyri, at verkfallsmaskinan koyrir sum hon skal.

Verkfallsvaktirnar, ið mikudagin umgyrdu bygningin hjá Fíggjarmálastyrinum, liðu onga neyð, tí borið var so í bandi, at hesi fingu 165 wienarbreyð til morgunábit umframt kaffi og te afturvið. Fyri at ikki skuldi vera neyðugt at standa úti í kuldanum og bína allatíðina, varð eisini skipað soleiðis fyri, at verkfallsvaktirnar høvu ein stóran buss at leita sær skjól inni í.


Búgvið borð

Í væl útgjørdu hølunum hjá Starvsmannafelagnum er allatíðina búgvið borð í køkinum. Hetta borðið er rokað við alskyns køkum og smyrjibreyðið við góðum viðskera. Køkurin er nevniliga væl útgjørdur at fjálga um verkfallsfólkið. Har eru mikroovnur, bakarovnur, uppvaskimaskina og stórt køliskáp.