– Hetta hevur verið ein góður túrur. Hetta var mest fyri at fáa venjing bæði fysiskt og psykiskt, so eg eri ordiliga væl nøgdur við hvussu tað gekk, sigur Pál Joensen.
Hann greiðir víðari frá, at tað kennist væl at vera Pál Joensen í løtuni.
– Síðan vit vóru í Rom hevur tað ikki verið nakað serligt, og síðan tá havi eg bara roynt at koma fyri meg aftur, og at gera meg galdandi aftur í heimshøpi. Men nú eri eg aftur millum teir, sum kunnu gera seg galdandi í Heimshøpi, greiðir Pál Joensen frá.
Góðar vónir
Fyrr hevur Federico Colbertaldo verið langt frammanfyri, men nú er minni munur, og hetta fegnast Pál Joensen um.
– Hetta er fyrstu ferð, at eg svimji beint við hann, og fyrr hevur hann vunnið við 10 sekundum, so tað er ein góð kensla, at eg nú kann geva Evropameistaranum kapping, sigur Pál Joensen, sum hevur verið stutt aftanfyri italiumannin í Stokkhólmi og í Berlin, og nú vónar at koppa honum.
Skal svimja skjótari
Seinastu dagarnar hevur verið tosað um, at Pál Joensen hevur roynt eftir at svimja skjótari enn 14 minuttir og 30 sekund, men hetta málið er nú burtur.
– Skal eg gera meg galdandi við einum góðum úrsliti til EM, so skal eg svimja nakað væl skjótari enn tað, og tað fara vit so at arbeiða uppá komandi vikurnar, fortelur Pál Joensen, sum vit tí skulu rokna við fleiri metum frá.
Sindur móður
Nú hevur Pál svomið tríggjar stórar kappingar í eina góða viku, so er hann ikki fysiskt so øgiliga móður.
– Eg eri ikki líka troyttur, sum eg roknaði við. Tað er meira psykiskt, at tað er strævið at ferðast so nógv, so tað verður gott at slappa av í ein dag ella tveir, sigur Pál Joensen.
Tað vil við øðrum orðum siga, at í ovurmorgin fer Pál aftur í gongd við sínar 80 til 120 kilmetrar í hylinum um vikuna, áðrenn hann fer til Evropameistarakapping í desemburmánaði.









