projekteringsleiðararnar og við byggiharran, sum er Tórshavnar kommuna, sigur Eyðun Petersen. Sum nevnt heldur tíðarætlanin higartil, og gongur framhaldandi sum ætlað, standa búeindirnar innilokaðar á nýggjárinum [...] og fáa jørðarbeiðið frá hondini. Vit eru knappliga 20 mans á arbeiðsøkinum umframt nakrar aftrat, sum hava við projekteringina at gera. Vanliga arbeiða vit 8-10 tímar um dagin, so tað er full vika og meira [...] ikki hava mist dagar orsakað av veðrinum. Tað hevur verið illfýsið til tíðir, men tað er ikki nakað, sum hevur darva okkum. Vit hava funnið út av, at plássið er ógvuliga veðurgott, so í tann máta hevur valið
Týsklandi, men onnur lond í Evropa halda ikki, at Frakland eigur at fáa eftirmannin hjá Strauss-Kahn, sum er fransmaður. Russland heldur, at tann næsti IMF-stjórnin eigur at vera úr Brasil, India, Kina ella
- Flogið verður sum vant millum Føroyar, Danmark og Noreg, men flogferðin til Íslands í morgin er útsett til týsdagin, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hann sigur, at tað veldst alt um veður og
tons av kunsttøðum, og úr teimum bar til at gera bumbuna, sum skaddi stórar partar av stjórnarbygninginum hjá Jens Stoltenberg mitt í Oslo, og sum higartil hevur kostað sjey fólkum lívið. Hetta bar til hjá [...] Tað sigur ein av leiðarunum í Fremskritspartiet, har Anders Behring Breivik fyrr var limur. Tað var sum at møta Hitler undan seinna heimsbardaga, segði Jøran Kallmyr um hópdrápsmannin. Men flokkurin var [...] gjøgnum sítt urtagarðsfirma, so tað ikki førdi til illgruna. Til samanbering kann sigast, at bumban, sum fyri nú fleiri árum síðani sprongdi amerikansku ambasaduna í Nairobi í luftina, var framleidd úr 12
Hernaðardeildir við løddum riflum halda vakt í miðbýnum í Oslo, har stórar oyðileggingar eru eftir bumbuálopið í gjár. Miðbýurin í Oslo líkist ikki longur einum norðurlendskum høvuðsstaði í summarbúna
Fyri fyrstu ferð hevur Pakistan fingið eina kvinnu í embætið sum uttanríkisráðharri. Tað er tann 34 ára gamla Hina Rabbani Khar, sum hóast sín unga aldur og lítlar politiskar royndir hevur fingið ta sera [...] Hennara fyrsta uppgáva verður at tingast við grannalandið India um markið, sum hevur verið eitt stríðsmál líka síðani 1947, og sum hevur elvt til tvey kríggj landanna millum. Hina Rabbani Khan er úr einari
Hevði hann nakað ideologiskt viðføri, sum kundi gagna karrieruni sum nationalistiskur forførari? Ikki tað, vit vita um, - tí hann hevur eina heilt aðra fortíð sum studerandi í Danmark fyri tjúgu árum [...] setti seg tí niður sum nationalur breyðpolitikari í sjálvsstýrisflokkinum. Í 2006 debuteraði hann sum fuskari í skribentfakinum og skrivaði eitt ynkiligt makkverk av einum minnisriti, sum hann kallaði fyri [...] kan nazist, ein sonevndan Føroyavin, sum javnan fraterniseraði við sjálvsstýrismonnum í Føroyum. Fólkaflokkurin hevði eisini opinlýsar nazistar, sum so seint sum í 1939 spákaðu ernir runt í Havn við
Ísak úr Skopun um hendingarnar í Noregi. Familjan greiðir soleiðis frá. - Sonur okkara Ísak, 5 ár, sum er hálv norskur, hevur skilt, at okkurt ræðuligt er hent í Norra teir síðstu dagarnar. Hann yvirraskaði [...] uttan uppfordring - hevði bygt. Ísak segði við familjuna: - Hetta er ein minnisvarði fyri øll tey, sum gráta í Norra, tí ein óndur maður hevur skotið Norra. Seinni segði hann eisini, at tá tey síggja hendan