Oslo sum krígsøki

Hernaðardeildir við løddum riflum halda vakt í miðbýnum í Oslo, har stórar oyðileggingar eru eftir bumbuálopið í gjár.

Miðbýurin í Oslo líkist ikki longur einum norðurlendskum høvuðsstaði í summarbúna.

Stóru oyðileggingarnar eftir bumbuspreingingina í gjár merkja økið kring stjórnarbygningarnar, og hermenn við løddum riflum eru á vakt í býnum.

Høgu stjórnarbygningarnir eru í knúsi, óteljandi rútar eru brotnir, glas sløðist allastaðni, og nógvastaðni er eisini blóð at síggja.

Minst sjey fólk lótu lív í spreingingini, men framvegis verður leitað eftir fólki í teimum oyðiløgdu bygningunum.