Tað gongur eftir ætlan við Boðanesheiminum. Formarnir til fyrstu lonirnar eru settir upp, og alt útgravingar- og jørðarbeiðið er liðugt.
Sáttmálin varð undirskrivaður í desember, og síðani er projekteringsarbeiðið gjørt liðugt, eins og fyrireikingararbeiðið er fingið frá hondini.
Hátíðarhald í sambandi við at spakin varð settur í varð hildið 14. desember, og síðani hevur veirð arbeitt við at grava út og fáa jørðarbeiðið frá hondini.
Vit eru knappliga 20 mans á arbeiðsøkinum umframt nakrar aftrat, sum hava við projekteringina at gera. Vanliga arbeiða vit 8-10 tímar um dagin, so tað er full vika og meira aftrat, sigur Eyðun Petersen, projektleiðari hjá Articon.
Hann sigur, at teir ikki hava mist dagar orsakað av veðrinum.
Tað hevur verið illfýsið til tíðir, men tað er ikki nakað, sum hevur darva okkum. Vit hava funnið út av, at plássið er ógvuliga veðurgott, so í tann máta hevur valið av staðið verið heppið, sigur Eyðun Petersen.
Tíðarætlanin hevur hildið higartil.
Vit hava loypandi samskifti við projekteringsleiðararnar og við byggiharran, sum er Tórshavnar kommuna, sigur Eyðun Petersen.
Sum nevnt heldur tíðarætlanin higartil, og gongur framhaldandi sum ætlað, standa búeindirnar innilokaðar á nýggjárinum.
Boðanesheimið, ið fer at geva rúm fyri 64 búfólkum, skal handast Tórshavnar kommunu í oktober komandi ár.