Arrogant tvørball
Vit hava eitt rættiliga fjøllbroytt lið av parlamentarikarum í Føroyum, líka frá sangvinskum fantastum til tvørar serlingar; - summir av teimum eru øgiliga keðiligir og aðrir eru næstan for ”stuttligir”; onkrir eru slitmenn við praktiskum lívsroyndum, meðan nakrir eru ”lærdir” menn, sum mest kenna lívið gjøgnum bøkur etc., etc., etc.; men soleiðis eigur tað helst at vera í einum demokratiskum samfelagi. Tingmanningin má í ein vissan mun avspegla ta ovurhonds litríku og samansettu veljarafjøldina.
Tó kann umboðanin viðhvørt gerast somikið surrealistisk, at man hveppir seg við at halda, at akkurát hatta óflýggjaliga tvørballið, handa stupida rørslan ella hasin spinkli tankabygningurin hevur uppiborið at fingið ljóð og parlamentariskt pláss á tingi.
Her hugsi eg serliga um eitt ófantaligt politiskt stjørnuskot, sum rakti og hevur maltrakterað Føroya løgting, síðani seinasta valg. Tað er tann studentikosi harra Kári á Rógvi, sum meinlíkur einari vilstari flagsandi rakett hevur tyranniserað og gelt alla politiska debatt við sínum verðinsfjara møsni í meira enn trý ár. Hann hevur eisini internationalt gjørt føroyingum fyri skommum við sínum heimføðisligt provinsiellu grindatankum Og fyri bara einum mánaða síðani fór hann heilt niður í køstin og herjaði á statsministaran við latrinerum skeldsorðum.
Hann er valdur á sjálvsstýrislistanum, men hvønn og hvat umboðar hann? Umboðar hann sjónar-miðini hjá sjálvsstýrishøvdinginum Louis Zachariassen, vinmanni Petur Mohr Dams? Nei, har eru ljósár ímillum! Umboðar hann littereru humanismuna hjá Mads. A. Jacobsen? Slett ikki! Umboðar hann tankarnar hjá Jóhan Kallsoy, Marius Johannesen ella Mallu Samuelsen? Yvirhøvur ikki! Umboðar hann Sámal Petersen ella Ásbjørn Joensen, tey politisku systkinnabørnini hjá Javnaðarflokkinum? Kortanei! Er hann politiskur skyldmaður hjá Hilmari Kass? Ikki í nær ella námind! Umboðar hann so hampamannin, Kára Højgaard, tann nýliga fráfarna floksformannin? Nei, tvørturímóti, hann tók brutalt fyrrverandi formannin av ræði við eini ódámligari innanhýsis kollvelting!
Ørindaleysur í politikki
Jamen, hvørji politisk ørindi hevur so hesin eksklusivi ”sjálvsstýrismaðurin”? Ja, tað er næstan rørandi naivt at stilla tann spurningin, tí eitt politiskt missil, sum harra Kári á Rógvu umboðar altíð bara seg sjálvan, sín egna nalva og sítt yvirvaksna EGO, og tann harðliga kúgaði sjálvsstýris-flokkurin kann gott, tá ið hann skikkar sær væl, sleppa at umboða harra Kára á Rógvu og vera beskeðin og takksamur afturfyri!
Tey ovur-nationalistisku sjónarmiðini hjá harranum á Rógvu eru eftirhondini blivin so ekstremt forskrúvaði, at tað er synd í teimum skikkiligu sjálvsstýrisveljarunum, sum lótu seg forføra av hansara nationala og narcissistiska tvætli undan síðsta valgi, tá ið hann m.a. brúkti síni egnu oyru sum politiskt agn.
Hvussu kom hesin maðurin so upp í politikk? Hevði hann nakað ideologiskt viðføri, sum kundi gagna karrieruni sum nationalistiskur forførari? Ikki tað, vit vita um, - tí hann hevur eina heilt aðra fortíð sum studerandi í Danmark fyri tjúgu árum síðani, har hann troyttaði fólk sum rættiliga frelstur sambands-maður. Síðst í 90´unum kom hann næstan beint frá sínum eksaminsborði í Kjøpinhavn til Føroya, har hann kortini uttan nakra praktiska juridiska erfaring beinanvegin gjørdist skrivari í tí láturliga grundlógar-klubbanum, sum Høgni Hoydal & co. vóru í ferð við at etablera stutt fyri aldarskiftið. Henda filosofiskt dillettantiska nevndin var eitt satt feitilendi fyri kannustoyparar sum Kára. Í slíkum óforpliktandi teoretiskum umhvørvi treivst Rógvu-opportunisturin sum fiskur í sjónum og misti tað sindrið av sambandi, sum hann hevði havt við tann ”keðiliga” samfelags-veruleikan. Politiskt gjørdi hann eina koketta kúvending í klubbanum og bleiv umvendur til flammandi nationalist. Sjálvt um hann var aldeilis óbúgvin, vildi hann ikki lurta eftir nøkrum eldri juristum ella politiskum skilamonnum, men førdi seg fram sum betrivitandi og ráðaríkur høvuðkambur, og hann eigur ein stóran part av ábyrgdini fyri, at grundlógarklubbin gjørdist ein vitleys og kronisk farca, sum skilagóðir politikarar ikki fingu steðgað, meðan tíð var, t.d. longu í 2001. Tá høvdu klubbamenn spælt sær ivaleysa nóg leingi, og farcan átti at verið tikin heilt av skránni. Hesin groteski ”juridiski” sjónleikur hevur nú vart í næstan trettan ár, og hann hevur kostað tí føroyska skattaborgaranum eina tveycifraða millióna-upphædd. (Onkur hevur sagt, at tað er yvir 13 milliónir, altso 1 mill. um árið!)
Tann skandaløsi grundlógarklubbin
Tað verður for drúgt at taka allar skandalurnar í klubbanum fram, men nógv minnast enn við køldum og pínligum skjálvta eftir rygginum, tá ið teir, Guð hjálpi okkum brúktu mánaðar og ár til at definera, hvat ein føroyingur var fyri eitt størrilsi. Hesin identitetsspurningurin skuldi ikki verið trupul hjá vanligum føroyingum, men problemið hjá Kára og klubbanevndarmonnum var, at teir vildu partú redda allan Hoydalsklanin, Tórbjørn Jacobsen og danskar tjóðveldiskonur inn í tað hálovaða Føroya-ríkið, og NÚ bar illa til: Føðikriterium dugdi ikki til Hoydalsmenninar og Tórbjørn, tí teir vóru føddir í Danmark. Móðirkriterium dugdi heldur ikki, tí nógvir nationalistar høvdu danska mammu. Málkriteriið dugdi slett ikki, tí nógvir av teimum hálvdonsku fullveldismonnunum dugdu so illa at benda, at tað var pínligt, so her fekk grundlógarnevndin ein juridiskan gordiskan knút at loysa.. Teir vóru heilt illa sperdir, fundaðust í tímavís og rukkaðu pannuna filosofiskt í áravís, uttan nakað sum helst eksakt, eintýðugt ella prægnant úrslit! Men fundirnir vóru nógvir, drúgvir, hugnaligir og vælvitjaðir av politiskum fantastum.
Tá var synd í teimum, men so flýggjaðu teir frá tí strævna føroyska og óakademiska veru- leikanum og funnu uppá okkurt heilt annað. Teir vóru t.d. i ST og gjørdu sær fyri skommum við retoriskum spurningum, sum kundu verið kláraðir pr. telefon ella e-mail.. Teir fóru til Nebraska at hyggja eftir eini lokalari ”grundlóg” í vakrari glasmontru. Hesar stuttleikaferðir áttu teir at havt finansiera sjálvir, men tað gera slíkir menn ikki!
Tá ið grundlógarklubbin varð etableraður, var Rógvu-maðurin bara 25 ára gamal og nóg illa turrur aftanfyri tey akademisku oyruni. Men kortini fekk hann astronomiska samsýning í klubba-nevndini afturfyri sín pubertila pseudojuridiska aktivitet; so sig ikki, at EINKI kom burtur úr grundlógar-putlinum!
Grammur karrierupolitikari
Harra á Rógvu mátti leita sær ein politiskan plattform og setti seg tí niður sum nationalur breyðpolitikari í sjálvsstýrisflokkinum. Í 2006 debuteraði hann sum fuskari í skribentfakinum og skrivaði eitt ynkiligt makkverk av einum minnisriti, sum hann kallaði fyri søgu um sjálvsstýris-flokkin. Tað er tann bókin slett ikki. Hon er hjálpaleysir og sporadiskir glottar um nøkur viðurskifti í sjálvsstýrisflokkinum, og heldur ikki meira enn tað. Bókin er sjáldsama grunn og loypir stórt sæð alt tað um, sum er kontroversielt ella hevur djúpari søguliga interessu. Hon er so vánalig, at bert fáir menn troystaðu sær at ummæla hana. Kortini letst hann framvegis ”alvitandi” um politikk og politiska søgu. Tað krevur stóran frekleika og ikki sørt av dirvi!
Megalomaniin hjá honum radikaliseraðist alsamt, og skjótt fór hann at troka seg fram á internetinum, serliga á tí pubertilu fjesbókini. Har avdúkaði hann seg.:við enormari sjálvs-yvirvurdering sum mentalur ekshibionistur, og frá hálvkomiskum Holberg-figuri útviklaði hann seg nú eksponentielt til næstan ekstreman nationalist, sum Louis Zachariassen annars kompromisleyst avlúsaði flokkin fyri í 1940. Hetta er eitt herviligt paradoks hjá sjálvsstýrismonnum!
Stutt eftir í árinum 2008 letur hann seg útnevna til undirvísara á Fróðskaparsetrinum, hóast maðurin skal eitast at vera juristur. Forstendur hann ikki ella respekterar hann ikki habilitetsprincippið, sum teorikønir juristar annars eru sera erkvisnir um?. Aðrastaðni verður nevniliga als ikki accepterað, at ein aktivur politikari, og slett ikki ein flokksformaður undirvísir á einum hægri lærustovni í einum faki, sum bara tangerar politikk ella samfelagsjura, men Kári ætlar sjálvsagt bæði at blása og hava nógv mjøl í munninum.Tað hevdi bæði av etiskum og juridiskum grundum klætt honum, at hann helt uppat at undirvísa ella heilt gavst við sínum fjákutu politisku skarvslopum.
Tað famøsa grindamálið
Síðsta vetur var harra Kári aftur heilt á gosi. Hann vildi bjóða týskum miljø-monnum av, tí teir fíltust á grindadráp í Føroyum. Føroyingar høvdu av onkrari gátuførari orsøk valt tann óstortsliga Rógvu-mannin til teirra internationala grindakøna forsprákara. Ein gløggur juristur hevði í slíkum føri roynt at argumentera við tí avmarkaða talinum av veiddum hvalum, etiskum veiðumetodum, mentasøguligum fakta etc.,men hvat ger fusentasturin, Kári? Hann dregur annað verðinskríggj, nazismu og koncentratiónslegur, sosum Auschwitz uppí, og ger ein ungan týskara, sum allarhelst er yngri enn Kári sjálvur til meðansvarligan fyri ræðuleikarnar undir krígnum. Hvørki tann týski miljømaðurin ella foreldur hansara kunnu eiga nakran lut í tí, sum hendi undir krígnum, og tann søgugrunni Kári hevur valla kannað, hvat abbar og ommur hjá hesum týska umhvørvismanni høvdust at ínntil 1945, og tað er valla heldur serliga relevant.
Eingin skal bera skyld og taka ábyrgd fyri annað enn sínar egnu gerðir, men kortini hevur einki fólk tikið so stóra søguliga skyld og ábyrgd á seg sum týskarar. Eingin týskari ella eystríkari, sum er føddur aftaná 1935 kann gerast ansvarligur fyri nazistiskar brotsgerðir og yvirgang undir krígnum. Hetta átti juristurin Kári at respektera.
Men tann óhepni Kári hevur skotið seg í báðar føturnar við síni kollektivu nazistisku kallan, tí tá ið hann ynskir at tosa um søguliga ella kollektiva skyld, so lat okkum kveita eitt sindur eftir søguni hjá hansara egna sjálvsstýrisflokki. Har eru nógvar nazistiskar beinagrindir at hála út úr skápinum. Fyri tað fyrsta var formaður flokksins í nógv ár besti vinmaður hjá einum av fremstu monnunum hjá Quislingi, harra Adolf Hoel. Tann landasvíkjarin vitjaði javnan í Føroyum, hevði nógvar politiskar vinmenn í sjálvsstýris- og seinni fólkaflokkinum; hann hevði eisini sera gott samarbeiði við táverandi blaðstjóran á Tingakrossi,. Hesin sjálvsstýrisblaðstjóri hevði leingi lívligt samband við aðrar norskar nazistar líka til 1939; harumframt hevði hann ofta vitjan av og hjartaliga korrespondancu við ein kendan eysturríkskan nazist, ein sonevndan Føroyavin, sum javnan fraterniseraði við sjálvsstýrismonnum í Føroyum.
Fólkaflokkurin hevði eisini opinlýsar nazistar, sum so seint sum í 1939 spákaðu ernir runt í Havn við høkukrossamerki í bringuni. Hetta viðganga ungir fólkaflokksmenn í dag, og tí ganga teir søguliga sera spakuliga við hurðunum, men harrin á Rógvu veit for lítið um søgu til, at hann dugir sær hógv..
Boomerang-effektin hjá Rógvuharranum
Ikki fyrr enn Louis Zachariassen og Mads A. Jacobsen fingu desinficerað flokkin fyri nazista-sjónarmið fyrst í 40´unum, kom flokkurin aftur á rættkjøl, og tá fór hann at arbeiða saman við javnaðarflokkinum og Petur Mohr Dam. Hetta faktum átti ”søguskribenturin”, Kári at sett seg inn í, áðrenn hann .fer at grýta við gróti í tí spinkla glasbygninginum, sum hann bóltar runt í.
Sverri Djurhuus, sáli, sum var djarvur og erligur um sín aktiva limaskap í Waffen SS, segði einaferð alment, at føroyingar vóru teir síðstu, sum skuldu brigsla honum sína nazistisku fortíð, tí hann var mynstraður við einum føroyskum skipi beint fyri kríggið, har stórt sæð allir, sum vóru umborð, hildu fanatiskt við Hitleri og Mussolini móti Chamberlain og Daladier. Teir høvdu altso sterkar nazistiskar sympatiir, og tað var avgjørt ikki óvanligt í Føroyum langt inn í Annað verðinskrígg, so harra Kári kann fáa úr at gera við at skumpa tann køstin, nú hann er farin undir at brigsla sínum týsku javnaldrum fyri Auschwitz í 40´unum!
Grindaskandalan og tey tápuligu illsinnisglepsini frá Kára móti internationalum umhvørvisfólki kann koma Føroyum dýrt og fast aftur um brekku. Stuttskygni og egocentrisiteturin hjá Kára ger, at vit verða svartlistaðir av stórum útlendskum importfyritøkum! Ein tvøst-filosoffur verður ikki tikin í álvara nógvastaðni í dag. Hann átti at verið koyrdur úr øllum grindanevndum!
Síðsta ørvitis-gerðin hjá harra Kára
Ná, men her fyri einum mánaða síðani kulmineraði kortini megalomaniin hjá Rógvumanninum, tá ið hann, sum nevnt, fór um alt moralskt mark og legði á sjálvan tann danska statsministaran, Lars Løkke Rasmussen, tí Lars ikki tímdi ella skoytti um at lesa eina danska grein, sum Kári hevði skrivað! Vit hava ikki lesiskyldu her í ríkinum, og tað er ógvuliga forstáiligt, at ein statsministari harðliga má prioritera sína tíð og sleppa sær undan nógvum lesnaði, t.d teimum spinklu tankunum hjá Kára. Løkke skal ikki prostituera seg við at debattera føroyskan politikk við Kára, og slett ikki í donskum fakbløðum. Tað finnast aðrar kanalir og aðrir kommandovegir, sum Føroya landsstýri kann hjálpa Kára við, um hansara tankar hava so frægan relevans!
Eg eri avgjørt ikki samdur við Lars Løkke um politikk, men hann er fryntligur maður, sum debatterar á sakligum niveau. Eg havi aldrin hoyrt hann brúka skeldsorð um sínar politisku mótstøðumenn, og hann er ongantíð vulgerur í orðum. Hann dugir at argumentera – tað ger Kári á Rógvu ikki! So her er munur á monnum! Og man tað ikki vera problemið: Ómegdin og undirluta-kenslan fær tann misnøgda ekshibitionistiska klubbaskrivaran at fara heilt yvir gevind!
Men elegantur er hann ikki, tá ið hann skal yvirfúsa Lars Løkke. Í staðin fyri at royna seg við ironi ella raffineraðari sarkasmu, so fer hann beint niður í køstin og fer at kalla við einum orði, sum fólk bara brúka, tá ið tey eru í svárari argumentneyð og heilt hava tapt í eini debatt!
Glosan, hann brúkar, er um opilsið í einum parti av okkara likami, sum er nógv undirvurderaður, tí hann avgjørt er hollur, tá ið vit skullu hvíla ella sita niðri. Men sjálvandi eru aðrar ódelikatar funktiónir eisini knýttar at hesum parti av anatomiini, og tað er helst tað, sum Kári vil sipað til, tá ið hann kallar Løkke fyri eitt ”analt hol”! Ein tankatómur maður sum Kári hevur jú bara baktankar! Men tá ið hann hevur so lítið flog, og orðatilfarið er so avmarkað, at hann ikki fær formulera sínar frustratiónir uppá ein meira subtilan máta, dugi eg als ikki at fata, hví og hvussu júst hesin maðurin er blivin valdur til formann í okkara orðabókanevnd!
Konstruktivt uppskot til løgtingsmenn á Ólavsvøku
Nú løgtingsmenn koma saman á Ólavsvøkutingi um fáar dagar, haldi eg, at tað var hóskandi, at teir loystu henda óflýggjaliga óvitan úr øllum nevndararbeiði og grundiga vurderaðu, um hesin ”lortendin” (fyri at brúka eina glosu, sum Kári forstendur) reelt er verdugur at sita sum lóggevari á løgtingi. Tað hevði klætt okkara parlamenti, um teir tóku og andaligu flongdu Rógvudrongin við at taka alt lóggávuarbeiði frá honum og settu hann í tann politiska skammikrókin.
Sjálvsstýrisflokkurin stakkalur átti at lofta sær við skundisliga at skift tann burleska og analt fikseraða formannin út við navnabróðirin, ella ein annan partamann, sum dugir fólkaskikk! Um Fróðskaparsetrið troystar sær at hava hann á lønarlistanum, ja, tað verður teirra skomm!
Harra Kári á Rógvu stangar hvønn húsavegg, hann sær og herjar ”alvitandi” og arrogantur á alt og øll, men hvørja ferð, hann rennur pannuna ímóti, átti hann at hugsa um orðini hjá danska politika-ranum, Poul Møller, sum helt fyri um politiskar amatørar, at ”når man gang på gang støder hovedet ind i en mur, og der lyder en hul lyd, behøver det ikke at være muren, der er noget i vejen med”!
Annars góða Ólavsvøku!
* Skræðugákur hjá Ludvíki Holberg í den Stundesløse