Tað sigur ein av leiðarunum í Fremskritspartiet, har Anders Behring Breivik fyrr var limur.
Tað var sum at møta Hitler undan seinna heimsbardaga, segði Jøran Kallmyr um hópdrápsmannin.
Men flokkurin var ikki nóg ekstremistiskur fyri Breivik, so hann meldaði seg úr Fremskritspartiet. 4. mai keypti hann tilsamans seks tons av kunsttøðum, og úr teimum bar til at gera bumbuna, sum skaddi stórar partar av stjórnarbygninginum hjá Jens Stoltenberg mitt í Oslo, og sum higartil hevur kostað sjey fólkum lívið.
Hetta bar til hjá Anders Behring Breivik at gera gjøgnum sítt urtagarðsfirma, so tað ikki førdi til illgruna. Til samanbering kann sigast, at bumban, sum fyri nú fleiri árum síðani sprongdi amerikansku ambasaduna í Nairobi í luftina, var framleidd úr 12 tonsum av kunsttøðum, og sama tilfar cvarð eisini nýtt til bumbuatsóknina í Oklahoma.
Anders Behring Breivik hevur hildið seg kúrran seinastu mánaðirnar, men á heimasíðu síni hevur hann skrivað, at »ein við sannføring kann útynna meira, enn 100.000 við áhuga«.
Norskir miðlar siga í dag frá eygnavitnum, at drápsmaðurin heilt tilvitað fór eftir vakrastu gentuni og skjeyt hana fyrst. Eisini siga eygnavitnir, at maðurin sá út til at hugna sær, meðan hann skjeyt frá hond.
Enn verður leitað eftir saknaðum, men eingin greiða er enn á, hvussu mong framvegis eru saknað.
Leitað verður við 13 bátum runt um Utøya og aðrar smáar oyggjar nærhendis.
Drápsmaðurin hevur í longri tíð lagt ætlanir um terrorálopið, og fór tilvitað eftir ungdómsleguni hjá Arbeiterpartiet, har fleiri hundrað ungdómar vóru savnaðir. Summar keldur siga um 700, aðrar siga 560.
Allar tríggjar statsligu sjónvarpsrásirnar senda tíðindi allan dagin, og tað sama ger eisini norska TV2.