føroyingar og nær, men tað er so avgjørt, at hon kemur, soleiðis at áhugaðir føroyingar hava nakað at gleða seg til. Tað var Kári Árting á bókasøluni í SMS, sum fekk samband í lag við Fay Weldon. Hann var á bókamessu [...] av Listastevnuni. Í hesum mánaðinum og í komandi mánað skulu fyrireikararnir av Listastevnuni og Fay Weldon og maður hennara gera av, hvat Fay Weldon skal gera, meðan hon er í Føroyum. ?Hon hevur sagt, [...] Hendan bókin kom út í 1995. Fay Weldon fyllir í 2003 sjeyti ár. Hon hevur verið gift fleiri ferðir, og hon eigur eisini fleiri børn. Hon og maður hennara, Nick Fox, búgva í Newcastle í Onglandi. Nógvar bøkur
landsstýrismannin? Um hugsað verður um nær YF valdi at fara (fór) í verkfall, so kundi teirra »timing« ikki verið betri, tí hetta var júst rætta tíðin at fara í verkfall, har verkfallið rakti harðast og [...] er blivið til eitt stríð hjá studentaskúlanæmingunum í Føroyum. Vit (saman við foreldrum) verða nýttir sum eitt amboð, soleiðis at YF kann vinna í hesum stríðnum. Vit mugu ikki vera so býtt og naiv, at [...] at vinna nakað stórt í hesum stríði. Eg eri ikki ósamdur við YF um, at 28 næmingar í einum flokki er alt ov nógv, sjálvandi eri eg ikki tað, men er tað stríðið, sum upprunaliga var YF?s, veruliga vert húgvuna
framvið. Okkurt oljufelag hevði avgjørt, at tey ikki høvdu áhuga í Føroyum, og onkur eru frammanundan í Føroyum. Áhugin hjá hinum var ymiskur. Okkurt felag hevði sett arbeiðsbólk at kanna føroyska økið [...] kunnu feløg altíð søkja um øki tey halda vera áhugaverd, í mun til at tey fyrr einans kundu søkja í samband við eitt útbjóðingarumfar. Fokus í marknaðarføringini er tí broytt til at vera meira málrættað [...] frá Jarðfeingi á stórari altjóða messu í London fyri at fáa eitt nú oljufeløg at vísa áhuga fyri leiting á føroyska landgrunninum. Ein av føroysku luttakarunum var Heri Ziska, ein av serfrøðingunum hjá
Müller Alfred Olsen var framsøgumaður fyri sambandsflokkin undir orðaskiftinum um 1. útbjóðing til oljuleiting. Hann rósti landsstýrismanninum fyri, at málið nú var komið so langt. -Vit í sambandsflokkinum [...] eftir og gagnnýting av kolventistilfeinginum til gagns fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnuna í Føroyum, umframt at virksemið skal verða skipað soleiðis, at øll neyðug fyrivarni verða tikin fyri fiskiskapin [...] verða gjørt gjøgnum eitt privat felag. Hann nevndi tey privatu oljufeløgini. -Í tí løtu hesi feløgini fara saman við øðrum í eini leiting, sum einki gevur, so eru tey úti, og vit hava onga ávirkan gjøgnum
innliti í kreppuhjálp, fer Jóngerð Poulsen komandi viku at halda fyrilestur í Klaksvík um, hvussu vit best kunnu hjálpa børnum í kreppu. Jóngerð greiðir frá, at arbeiðið við børnum í kreppu í stóran mun [...] ella seinni renna seg í. Men við at hjálpa teimum í akuttu støðuni, hjálpa vit teimum eisini til sjálvi at handfara líkandi støður seinni í lívinum, sigur Jóngerð. Hava tey fartelefon í himmalinum? Flestu [...] hvussu tey best handfara støðuna mótvegis børnunum, um ein í familjuni doyr. Jóngerð leggur í hesum sambandi áherðslu á, at eitt menniskja, sum er í sjokk, megnar ikki at taka sær av øðrum, og tí eigur mamman
Ein av teimum í Dagblaðnum avmyndaðu, um hann var perlutrøll ella seturssnobbur, dugi eg ikki at siga, men tað, sum hann í dag er mest kendur fyri, er ein doktararitgerð um brøðurnar í Føroyum. Eisini dregur [...] Norðurlandahúsið var tikið í nýtslu, hoyrir eisini tann víðagitna friðargongan, tá skaldið William Heinesen eitt lítið bil, gekk á odda. Henda friðargonga var umrødd ikki sørt niðrandi í Dagblaðnum, har [...] ív viðurskifti, sum í dag er ein frálík kelda til viðurskiftini fyri júst 200 árum síðani. Eftir eina stutta søguliga útferð til tað fyrsta skeinkiloyvið í Føroyum hjá vertshúsi í Havn, greiðir Helgi Jacobsen
altjóða royndir og hevur eisini bert telvað í fýra ár. Við hesum í huga kann nógv spyrjast burturúr Rana í nærmastu framtíð. So nær so nær Sæð við føroyskum eygum var A-bólkurin (árg. 1982-1984) serliga spennandi [...] Kasparov í simultantelving), hevur uttan iva havt positiva ávirkan. Nevnast kann, at líknandi áhugi fyri talvi í Føroyum, millum børn og ung, var 1970´unum, tá Bobby Fischer og Boris Spassky í 1972 dystaðust [...] komandi ár, og hesum trúgva vit til fulnar. Rani, við bert sínum 1185 í rating, var nógv tann lægst rataði í hesum bólki. Serliga í sínum fyrstu fýra talvum telvaði hann væl, og átti helst at fingið okkurt
Eidesgaard Á einum lítlum nossligum kamari í gistingarhúsinum Bládýpið, Dr. Jacobsensgøta 14-16. í Havn, situr ein 67 ára gamal maður. Hann er nokk so einsamallur í verðini. Í apríl mánaði flýddi hann til Føroya [...] at hann í dag er munandi verri fyri, enn tá hann varð tvangsinnlagdur. Droymdi um hús -Ætlanin var ongantíð, at eg skuldi flýggja til Føroya. Eg droymdi um at keypa mær eini eldri hús í Føroyum og síðan [...] beiskur og vreiður, tá vit nærkast, hvussu hann hevur havt tað í samband við tilknýti til psykiatrisku deild á sjúkrahúsinum í Odense og í Middelfart. Joen av Vollanum hevur ongantíð havt samband við p
lærari, virkað sum trúboðaði í Afrika í 12 ár. Tey eiga tveir synir, sum eru 12 ogf 14 ár. Í 1996 komu tey heimaftur - einamest fyri at synirnir skuldu sleppa at búgva í Føroyum, og hervið fáa høvi at kenna [...] i fóru til Liberia í 1984, har tey vóru leiðarar á einum skúlaheimi. Í 1989 fóru tey til Botswana, har tey vóru leiðarar í eini miðstøð fyri brekað og minnigartarnað. Í Botswana var Hilda Johannesen við [...] felagskapin ?Kvinnur móti Neyðtøku³, sum í dag er víða gitin felagsskapur, og sum hevur fingið myndugleikar og at taka evnið í álvara. Í dag kunnu menn í Botswana fáa upp í sjey ára fongsul fyri neyðtøku. Hon
tvær vikur vóru farnar, var hann sum vanligt niðri við botnin, men hevði einstøk rend upp í sjógvin. Um dýbdarskrásetingin er røtt, var toskurin helst liðugur at gýta longu síðst í februar 2000, sum er ógvuliga [...] ógvuliga tíðliga. Hann fór stigvíst longur niður í kantin, og var í byrjanini av maj komin niður á 300-350 m. Har helt hann seg til merkið ikki skrásetti meir, sum var 7. juli 2000. Hitin, sum merkið skrásetti [...] toskurin var á. Vit síggja, at hitin fór ikki niður um umleið 6 gradir, sum eisini er sæð hjá nógvum øðrum merktum toskum. Toskurin varð fiskaður 23. maj 2001 í Kassa I við troli. Tað var rættuliga nær við