Fay Weldon á Listastevnuni

Stóra rithøvundanavnið á Listastevnuni í ár verður Fay Weldon. Hon er víðagitin kring allan heim fyri sín skaldskap, sum oftast vísir heimin frá einum øðrvísi kvinnuligum sjónarhorni

LISTASTEVNA

Við á Listastevnuni í ár, sum verður hildin í døgunum 7. til 17. august verður rithøvundurin Fay Weldon.
Nógvir føroyingar kennast óivað við skaldskapin hjá Fay Weldon. Hon hevur verið virkin í nógv ár sum rithøvundur. Hennara fyrsta skaldsøga kom út í 1967, men áðrenn hetta hevði hon longu skrivað hópin av leikritum til útvarpsleik, sjónleik og sjónvarpsleik.
Oddvá Nattestad, samskipari fyri Listastevnuna, sigur, at teir hava fingið ein teldupost frá Fay Weldon, har hon váttar, at hon er sinnað at koma til landið á Listastevnuna.
Hon og maður hennara koma til landið í august, og tey hava longu gjørt greitt, at tey eru sinnaði at steðga fleiri dagar fyri at kunna uppliva landið.
Oddvá Nattestad sigur, at tey eru ógvuliga fegin um at fáa eitt tílíkt navn á Listastevnuna. Tað hevur allatíðina verið ætlanin at fáa ein viðurkendan rithøvund hendavegin á Listastevnuna, og Fay Weldon livir fult og heilt upp til hetta heitið, meta fyrireikararnir av Listastevnuni.
Í hesum mánaðinum og í komandi mánað skulu fyrireikararnir av Listastevnuni og Fay Weldon og maður hennara gera av, hvat Fay Weldon skal gera, meðan hon er í Føroyum.
?Hon hevur sagt, at hon vil fegin siga eitt sindur frá um seg sjálva og skaldskap hennara, og so er hon eisini áhuga fyri at hava eitt panel, sigur Oddvá Nattestad.
Sum sagt skulu fyrireikararnir og Fay Weldon sjálv nú finna útav, hvat hon fer at siga við føroyingar og nær, men tað er so avgjørt, at hon kemur, soleiðis at áhugaðir føroyingar hava nakað at gleða seg til.
Tað var Kári Árting á bókasøluni í SMS, sum fekk samband í lag við Fay Weldon. Hann var á bókamessu í Forum í Keypmannahavn, og har hitti hann Fay Weldon og spurdi, um tað hevði havt áhuga hjá henni møguliga at lagt leiðina tilFøroya.
Hann víst seg at vera áhuga, og Kári boðaði frá til Listastevnu fyrireikararnar.
?Vit sendu beinanvegin eina innbjóðing, og tað vísti seg skjótt, at áhugin var veruligur, og alt hevur gingið upp á stás við at fáa hana hendanvegin, sigur Oddvá Nattestad.
Tvær reisir eru verk eftir Fay Weldon umsett til føroyskt. Bergljót Joensen(seinni Bergljót av Skarði) hevur umsett leikin, ið á føroyskum eitur Feit og fregin. Hetta er ein sjónleikur, sum er skrivaður burturúr skaldsøguni ?The Woman?s Fat Joke?. Leikurin hevur verið spældur í Føroyum, men handritið er ikki útgivið.
Sambært upplýsingum hjá Landsbókasavninum er leikurin umsettur úr svenskum.
Dagny Joensen hevur umsett framtíðarsøgan ? The Cloning of Joanna May?. Føroyski heitið er Joanna og klóningar hennara. Hendan bókin kom út í 1995.
Fay Weldon fyllir í 2003 sjeyti ár. Hon hevur verið gift fleiri ferðir, og hon eigur eisini fleiri børn.
Hon og maður hennara, Nick Fox, búgva í Newcastle í Onglandi.

Nógvar bøkur
Síðani hennara fyrsta bók, The Woman?s Fat Joke?., kom út í 1967 hevur Fay Weldon givið eina longri røð av bókum út. Eisini hevur hon sum nevnt skrivað nógv leikrit.
Nógv kennast óivað eisini við filmin She-Devil, har Roseanna Barr og Meryl Streep høvdu høvuðsleiklutirnar.
Filmurin er gjørdur eftir skaldsøguni ?The Life and Loves of a She Devil?, sum Fay Weldon skrivaði og gav út í 1983.
Søgan og filmurin snúgva seg um eina kvinnu, sum kanska ikki ger so nógv burturúr sær sjálvari, og maður hennara fer eisini frá henni og flytur saman við einari yngri, ríkari og vakrari kvinnu.
Hetta noyðist hann seinni at angra, tá Ruth, sum konan kallast, setir sær fyri stig fyri stig at oyðileggja lívið hjá fyrrverandi manni sínum. Í sama viðfangið fær hon eisini stimbra sítt egna sjálvsvirði og finna eydnuna í lívinum ? og maðurin finnur alt annað.
Søgurnar og lagnurnar í bókunum eru oftast kvinnur, sum eisini bíta frá sær og bróta við ideali.
Nevnda dømi við vælumtókta filminum er bert eitt av nógvum dømum um kvinnusøgur, sum Fay Weldon.
Hon hevur eisini skrivað onkra framtíðarsøgu, m.a. ?Joanna og klóningar hennara?.
Hon er framvegis virkin sum rithøvundi, hóast hon kanska ikki er líka væl umtókt longur. Seinasta bókin hjá henni kom út í 2002. Talan er um stuttsøgusavnið Nothing to Wear & Nowhere to Hide

Ný Sæland
Annars er tað at siga um Fay Weldon, at hon varð borin í heim í Onglandi í 1933, men hon flutti sum fimm ára gomul til Ný Sæland, har hon er uppvaksin.
Hon búði saman mammuni, systrini og ommuni, og sagt verður av kennara, at hon tað sum um, at kvinnur fyltu heimin, og hetta hevur eisini sett síni spor í skaldskapi hennara.
Hon hevur lisið sálarfrøði og búskap í Onglandi, og áðrenn hon byrjaði at skriva fulla tíð arbeiddi hon millum annað á einari lýsingastovu.