Oljufeløg vaksandi áhuga fyri Hetlandsrennuni

Oljuleiting í Hetlandsrennuni sum heild og harvið eisini á føroyska landgrunninum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu 5-7 árini, og tað eru ábendingar um, at hesin vøkstur fer at standa við komandi árini sigur Heri Ziska á Jarðfeingi eftir ráðstevnu í London.

Kappingin um at fáa olju­feløgini at brúka sínar leiti­milliónir er stór í nógvum pørt­um av heiminum. Før­oyar eru partur av hesi kapp­ing, og til tess at marknaðarføra landgrunnin til framtíðar boringar krevst, at føroyskir myndugleikar fylgja væl við og eisini luttaka á altjóða ráðstevnum og messum.
Herfyri vórðu fleiri fólk frá Jarðfeingi á stórari altjóða messu í London fyri at fáa eitt nú oljufeløg at vísa áhuga fyri leiting á føroyska landgrunninum. Ein av før­oysku luttakarunum var Heri Ziska, ein av serfrøðingunum hjá Jarðfeingi, tá tað um undirgrundina ræður.
– Hetta er ikki fyrstu ferð tit royna at marknaðarføra føroysku undirgrundina. Hvat varð øðrvísi hesaferð?
– Høvuðsmunurin er, at nú kunnu feløg altíð søkja um øki tey halda vera áhugaverd, í mun til at tey fyrr einans kundu søkja í samband við eitt útbjóðingarumfar. Fokus í marknaðarføringini er tí broytt til at vera meira málrættað mótvegis ein­støk­um økjum heldur enn før­oyska landgrunninum sum so.
– Hvat kom burturúr?
– Tað er ofta ilt at siga ítøkiliga, hvat kemur burtur­úr. Tí at tað er ikki frá degi til dags, at feløg avgera at fara inn í nýggj lond at leita eftir olju. Vit fingu tó gott samband við ávís oljufeløg. Hvørt tað endar við onkrari umsókn um eitthvørt opið øki, ella at viðkomandi feløg keypa seg inn í verandi loyvi, er torført at meta um.
Heri Ziska sigur, at tey fingu nógvar fyrispurningar um atgongd til dátur á før­oyska landgrunninum, bæði frá uni­versi­tet­um og frá fe­løgum, sum arbeiða í øki­num (seismikkfeløg, konsu­lent­feløg o.o.). Uppfylgjandi fyrispurningar eru longu komnir á Jarðfeingi eftir framsýningina í London. Fyrimunurin við hesum er, at fleiri arbeiða við føroyska økinum.
Eisini vóru fleiri seis­mikk­feløg framvið og spurdu um, hvussu tey skulu fyrihalda seg, um tey skulu savna seis­miskar dátur inni á føroyska landgrunninum.

Kappingin sera hørð
– Hvønn týdning hevur slík marknaðarføring av før­oyska landgrunninum fyri framtíðar leiting?
– Tað er týdningarmikið at vera úti um seg og alla tíðina breiða út vitan og á tann hátt skapa áhuga fyri oljuleiting á føroyskum øki, tí at kappingin er sera hørð millum ymisk øki kring um í heiminum.
– Hevur lógarbroytingin við at kunna lata loyvi uttan útbjóðing – sokallaða Open door skipanin - ítøkiligan týdn­ing fyri leitingina við Føroyar?
– Tað hevur hon. Hon er enn eitt nýtt amboð vit kunna nýta í okkara roynd­um at menna leiting á land­grunninum.

Nógv feløg vitjaðu
Stórur áhugi var fyri at vitja føroyska básin. Heri Ziska sigur, at tað vóru 15 oljufeløg, 9 seismikkfeløg og 7 universitet, sum komu framvið. Okkurt oljufelag hevði avgjørt, at tey ikki høvdu áhuga í Føroyum, og onkur eru frammanundan í Føroyum. Áhugin hjá hin­um var ymiskur. Okkurt fe­lag hevði sett arbeiðsbólk at kanna føroyska økið, meðan onnur vóru meir úti fyri at forhoyra seg, hvørjir møguleikar eru.
– Geva hesar vitjanir ábend­ingar um, at oljufeløg og onnur feløg eru hugað fyri at brúka pengar at gera kanningar og eisini bora á okkara landgrunni í fram­tíðini?
– Oljufeløg hava seinastu árini víst Hetlandsrennuni ein støðugt vaksandi áhuga, og sást hetta aftur millum tey, sum vitjaðu básin. Nakrir av fyrispurningunum vóru eisini sera ítøkiligir, meðan aðrir vóru meira leitandi.

Menna oljuleitingina
– Hvar heldur tú sjálvur vit skulu leggja størstan dentin á í okkara marknaðarføring av leiting á landgrunninum nú eftir framsýningina í London?
– Hetta er ein sera breiður spurningur, men eitt stutt svar er, at Jarðfeingi kemur framhaldandi at menna olju­leiting á føroyska land­grunninum við m.a. at menna nýggjar leitimyndlar, fáa í lag gransking, ið kann stimbra undir leiting, seta fokus á øki, ið ikki eru í fokus osf.
Uppá fyrispurning hvussu hann sjálvur heldur fram­tíð­ina vera fyri leiting á land­­grunn­inum sigur Heri Ziska, at olju­leiting í Het­lands­renn­uni sum heild og harvið eisini á føroyska landgrunninum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu 5-7 árini, og tað eru ábendingar um, at hesin vøkstur fer at standa við komandi árini.
– Á Jarðfeingi hava vit alla tíðina arbeitt fram móti at fáa meir og betri leiting, og kemur tað ikki at broytast. Vit royna tó alla tíðina at eftirmeta, hvussu vit royna at røkka málinum, og eitt ítøki­ligt úrslit av hesum er tað, at vit nú hava verið og marknaðarført einstøk leitimið. Nær vit aftur justera ella broyta mátan, vit arbeiða uppá, veldst um úrslit av framhaldandi eftir­metingum.