Merkingarroyndir av toski undir Føroyum

Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár gjørt merkingarroyndir av toski undir Føroyum.

 

Fiskirannsóknarstovan hevur í fleiri ár gjørt merkingarroyndir av toski undir Føroyum. Petur Steingrund hevur staðið fyri kanningunum. Toskur hevur verið merktur á ymsum støðum á landgrunninum, t.d. á Mýlingsgrunninum, vestan fyri Mykines, vestan fyri Sandoynna, vestan fyri Suðuroynna og eystan fyri Svínoynna. Vanliga er toskurin merktur í oktober mánaði.

Tær fyrstu royndirnar í 1997 góvu greiða ábending um, at toskurin var rættiliga støðufastur. Vit fingu til dømis ongan merktan tosk aftur frá Munkagrunninum ella Føroyabanka og hildu hetta vera løgið, tí vanliga er toskur at fáa har. Í oktober 1998 varð toskur eisini merktur á Munkagrunninum og á Føroyabanka fyri at royna at fáa so nógv við av toskastovninum, sum møguligt. Tá vísti tað seg, at merktir toskar eisini vóru fingnir á Munkagrunninum og Føroyabanka, men bert slíkir, sum vóru merktir har.

Ferðingin til gýtingarøkini kom eisini týðuliga til sjóndar. Sum heild ber til at siga, at toskur, sum gýtir á Norðhavinum (vanliga í februar og mars mánaði) kann vera komin frá øllum støðum á føroyska landgrunninum, meðan toskur, sum gýtir vestan fyri Sandoynna vanliga er komin úr økinum vestanfyri. Hetta merkir til dømis, at ein toskur, sum er fingin vestan fyri Sandoynna í gýtingartíðini ikki er komin frá økinum eystanfyri. Toskurin ferðast ikki millum Føroyabanka og landgrunnin.

Tá gýtingin er liðug fara toskarnir burtur frá gýtingarøkjunum. Tað áhugaverda er, at toskarnir tykjast at fara "heimaftur", tað vil siga, at teir eru at finna á sama øki eitt ár eftir, at teir eru merktir. Hetta kann samanberast við Ólavssøkuna. Á Ólavssøku kemur nógv fólk til Havnar frá øllum møguligum bygdum í Føroyum. Tey fara heim til sína egnu bygd, tá Ólavssøkan er av.

Toskurin tykist eisini at vera á ymsum dýpum sum árið líður. Vanliga er toskurin á grunnum vatni (80-150 m) um veturin og til gýtingartíðin er av. Tá fara nógvir toskar á djúpt vatn (200-300 m) og halda seg har til einaferð út á heystið, tá teir aftur koma upp á grunt vatn. Hetta er møguliga ein orsøk til, at lítið er at fáa av toski um summarið. Eitt annað eyðkenni við toskinum á føroyska landgrunninum er, at hann gjarna vil vera í heitum sjógvi, helst skal hitin ikki fara niður um 5 gradir.

Myndin vísir ferðingina hjá einum toski, sum hevur verið merktur við einum goymslumerki. Tað skrásetir hita og dýpið fleiri ferðir um dagin. Toskurin var 74 cm langur og varð merktur 16. oktober 1999 á Mýlingsgrunninum, har dýpið var umleið 100 m. Teir fyrstu dagarnar gjørdi hann fleiri rend upp í sjógvin (ovara linjan), nakað sum er rættuliga vanligt hjá merktum fiski. Tá umleið tvær vikur vóru farnar, var hann sum vanligt niðri við botnin, men hevði einstøk rend upp í sjógvin. Um dýbdarskrásetingin er røtt, var toskurin helst liðugur at gýta longu síðst í februar 2000, sum er ógvuliga tíðliga. Hann fór stigvíst longur niður í kantin, og var í byrjanini av maj komin niður á 300-350 m. Har helt hann seg til merkið ikki skrásetti meir, sum var 7. juli 2000. Hitin, sum merkið skrásetti, fylgdi tí, sum er vanligt á føroyska landgrunninum á tí dýpinum, sum toskurin var á. Vit síggja, at hitin fór ikki niður um umleið 6 gradir, sum eisini er sæð hjá nógvum øðrum merktum toskum. Toskurin varð fiskaður 23. maj 2001 í Kassa I við troli. Tað var rættuliga nær við tað staðið, har hann varð merktur.

Hesi og onnur úrslit hevði ikki verið møguligt at fingið uttan vælvilja frá teimum, sum finna merkini. Fiskirannsóknarstovan hevur síðan 1. januar 2001 goldið 40 kr. fyri hvørt vanligt merki. Um fiskurin eisini verður latin við, er gjaldið 100 kr. umframt kilogjald fyri fiskin. Tað er best, um fiskurin er ókruvdur, men eingin treyt. Fyri goymslumerkir (stór, rund merkir) verður latið 100 kr. Er fiskurin eisini við, verður latið 300 kr. umframt kilogjald fyri fiskin. Hóast gjaldið er stórst, tá fiskurin er latin við, skal eingin halda seg aftur at lata inn vanlig merkir uttan fisk. Tað gevur eisini týdningarmikla vitan. Tað, sum er av størst týdningi er at upplýsa um:


? Navn á innsendara og

adressu

? Skip

? Reiðskap

? Neyva positión, har

fiskurin er fiskaður

? Fiskidato

? Fiskidýpi


Vanliga spyrja vit altíð innsendararnar um eitt aftrat. Tað er hvussu stór óvissan á fiskipositiónini er. Um fiskurin til dømis er fingin við troli og hálið var 15 fjórðingar langt, er óvissan 15 fjórðingar. Um fiskurin er fingin við snellu og maðurin hevur hugt at GPS-skipanini beinanvegin, er óvissan minni enn 0,1 fjórðing. Orsøkin til, at vit spyrja um óvissuna, er, at tað altíð er týdningamikið at vita, hvussu neyvar skrásetingarnar eru. Um ein til dømis skal kanna, hvussu langt fiskurin hevur svomið aftan á merking, er neyðugt at vita fiskipositiónina við stórum neyvleika (óvissan minni enn t.d. 1 fjórðing). Um ein bert skal vita, í hvørjum høvuðusøki fiskurin er fiskaður, nýtist óvissan ikki at vera minni enn t.d. 20 fjórðingar.

Aftur í ár verður skipað fyri einum lutakasti, har øll merkir latin inn í tíðarskeiðnum september 2000 til 28. september 2001 luttaka. Vinningurin er 10000 skattafríar krónur. Bert merkir, sum eru latin inn í seinasta lagi 28. september luttaka í lutakastinum. Lutakastið verður eftir ætlan 4. oktober á Fiskirannsóknarstovuni (verður lýst í fjølmiðlunum). Tá verða eisini úrslit frá merkingarroyndunum løgd fram. Øll er vælkomin.