Í hungursverkfalli á níggjunda degi

67 ára gamli Joen av Vollanum er farin í hungursverkfall, fyri at fáa uppreisn og endurgjald fyri ta líðing og forfylging, honun hevur verið fyri á donskum sinnissjúkrahúsi. Hann býr nú í Havn.

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Á einum lítlum nossligum kamari í gistingarhúsinum Bládýpið, Dr. Jacobsensgøta 14-16. í Havn, situr ein 67 ára gamal maður. Hann er nokk so einsamallur í verðini. Í apríl mánaði flýddi hann til Føroya, tí hann kendi seg forfylgdan av danska sjúkrahúsverkinum. Maðurin er væl ílætin, nýrákaður og angin av frískum barberspritti hongur í rúminum. Seinastu 18 árini hevur hann havt samband við psykiatrisku deild á Odensen Sjúkrahúsi og í Middelfart og hann metir seg verða skaddan av viðferðini hann hevur fingið á hesum deildum.

Maðurin er blídlligur at tosa við, er heilt niðri á jørðini, tá vit tosa um vanligar gerandis hendingar, men hevur hug at gerast eitt sindur beiskur og vreiður, tá vit nærkast, hvussu hann hevur havt tað í samband við tilknýti til psykiatrisku deild á sjúkrahúsinum í Odense og í Middelfart.

Joen av Vollanum hevur ongantíð havt samband við psykiatrisku deild á landssjúkrahúsinum og beiskleikin er ikki vendur móti Føroyum. Hann kennir seg skeivt viðfarnan av danska heilsuverkinum og tí hevur hann sum seinasta útveg avgjørt at fara í hungursverkfall, fyri at fáa uppreisn og endurgjald. Og hann hevur ongar ætlanir um at leska ein bita aftur, fyrr enn danski løgmálaráðharrin Frank Jensen, vegna samfelagið, hevur bøtt skaðan aftur.


Kunnað pressuna

24. februar í fjør sendir Joen av Vollanum danska løgmálaráðharranum, Frank Jensen, eitt skriv, har hann greiðir frá hvussu hann er viðfarin av danska heilsuverkinum og danska politinum seinastu níggju árini.

Hann byrjar brævið við at greiða frá hvussu politiið hevur hildið eyguni við honum fyrru helvt av nítiárunum og hvussu hetta endaði við, at hann varð tvanginnlagdur á psykiatrisku deilt á Odensen sjúkrahúsi.

Síðan greiðir hann frá hvussu hann, uttan sjálvur at geva loyvi verður tvangsviðgjørdur við nervaheilivági. Hann heldur, at heilin hevur tikið skaða av hesi viðgerð og at hann í dag er munandi verri fyri, enn tá hann varð tvangsinnlagdur.


Droymdi um hús

-Ætlanin var ongantíð, at eg skuldi flýggja til Føroya. Eg droymdi um at keypa mær eini eldri hús í Føroyum og síðan búgva her einar tveir til tríggjar mánaða av árinum, nú eg eri pensioneraður. Eg eri í dag 67 og flutti til Danmarkar fyri 47 árum síðan. Men eg kann ikki búgva longur í Danmark, tí eg kenni, at eg havi tikið skaða at tí viðferð, eg havi fingið av danska politinum og heilsuverkinum, sigur Joen av Vollanum.

Joen er útbúgvin maskinmeistari. Hann lærdi fyrst á Skála Skipasmiðju og fór síðan niður á verksmiðjuna, sum gjørdi Alpha Diesel í Fredrikshavn. Síðan flutti hann til Odense, har hann tók maskinmeistaraútbúgvingina. Hann hevur siglt úti í fleiri ár. Í Odense varð hann giftur og hann eigur børn og barnabørn.

- Hóast eg havi verið út fyri nógvum í samband við psykiatrisku deildirnar í Odense og Middelfart, so hava børnini framvegis virðing fyri mær. Sama kann eg siga um familjuna annars. sigur hann.


Má fáa ein enda

? Hendan forfylging, sum eg kenni mær hevur verið fyri og sum heldur fram, má fáa ein enda, kosta hvat tað vil. Tí eri eg farin í hungursverkfall við vón um at okkurt positivt spyrst burturúr.

?Eg havi ikki leska bitan síðan seinasta týsdag klokkan 18:00. Eg veit, at hetta er álvarsligt fyri meg, tí eg havi eisini gamlamanna sukursjúku. Eg eri ikki serliga svangur, men eg lætni nógv. Eg eri veikari í dag, enn fyri eini viku síðan, men enn orki eg at ganga mær ein túr, sigur Joen av Vollanum.

Er tú bangin fyri at blíva tvangsinnlagdur í Føroyum?

-Nei, tað eri eg ikki, eg havi einki útistandandi við føroyingar. Tað er danska heilsuverkið eg stríðist í móti, sigur Joen av Vollanum.

Er tú ikki bangin fyri at doyggja, um tú ikki etir?

-Deyðin er sjálvandi seinasti útvegur, sum eg ikki óttist. Sum sagt, hendan forfylging av mær má fáa ein enda, kunnu onnur ikki finna loysnina, so má eg finna hana sjálvur.


Politiiið kann onki gera

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at um ein persónur velir at fara í hungursverkfall, so er tað einki politiið kann gera við tað.

-Fólk hava sín fría vilja og tað er ongin lóg her á landi sum sigur, at fólk ikki hava loyvi at fara í hungursverkfall, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tá vit tosaðu við hann mánadagin.

- Men sjálvandi, vit fara at halda eyguni við manninum, sigur hann.


Sjálvdan innløgd uttan grund

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað finnst ein lóg, sum ger reglur fyr, nær ein kann vera tvangsinnlagdur ella ikki. Talan er um greiðar reglur. Lógin sigur í høvuðsheitinum, at um talan er um ein sjúkan persón, sum vegna sína sjúku kann gera seg inn á seg sjálvan og onnur, so er grund fyri innleggjan.

Tveir óhefir læknar skulu siga gott fyri, at ein persónur verður tvangsinnlagdur. Kærumyndugleikin er løgmálaráðharrin og í 99 prosent av førunum gevur hann læknunum viðhald.