bládýpi, sum er og altíð fer at vera millum øðrumegin rationelt og pragmatiskt hugsandi javnaðarmenn og hinumegin ábyrgdarleysar, irrationellar nationalistar og dagdroymarar sum fullveldismenn. Her er munur á [...] homogen tjóð, og tí er ikki brúk fyri flokspolitikki longur. Hetta sigur óvitin í ramasta álvara. Bara tað sigur okkum, at tað er brúk fyri javnaðarpolitikki meira enn nakrantíð áður. Er hann so ungur, at [...] endurtakast, at tí og júst tí er meira brúk fyri sterkum miðvísum flokkspolitikki, sum kann avdúka tómleikan og vitloysi í fullveldisprojektinum og Hoydalsrepublikkini. Hetta er Jóannes eisini farin undir
avmarkingar- og metingarbrunnar, men av tí at eingin boirpallur er tøkur, er ætlanin útsett. Fyri Føroyar er tað tó áhugavert, at tað her við markið eru gjørd tvey stór fund, sum longu hava havt ávirkan [...] hetta kanska eitt sindur seinni. Orsøkin til at Benbecula er vorðin áhugverdur, nú seks ár eftir at fund var gjørt har á leiðini er tann, at her kann verða talan um so mikið nógv gass, at tað fer at løna [...] fyri føroyingar er tó Brugdubrunnurin inni á føroyska landgrunninum. Sett verður á á ólavsøku við norska boripallinum Stena Don. Ein av orsøkunum til at Brugdan er so mikið áhugaverd er tó nettupp Rose
milliard krónur her. Váði og vinningur Føroyingurin Rúni M. Hansen, sum er stjóri hjá norska Statoil í Føroyum og í Grønlandi, hevur ongar viðmerkingar til hesi tølini, men váttar, at talan er um eitt sera [...] hava somu strategi í Barentshavinum og síggja positivt upp á tað har eisini. - Her er talan um sera viðkvom øki, og tað er tað føroyska eisini. Í slíkum økjum fara vit serliga varisliga fram, sigur Rúni [...] vit eru virkin. Tí er váðin stórur, sigur Rúni M. Hansen. Tilsvarandi stórur verður vinningurin, um norski oljurisin rakar við olju ella gass, og hendir tað, so verður føroyski búskapurin grundleggjandi
taka okkum Eingin ivi er um, at Føroyar eru tjóð, og at vit við tjóðskaparrørsluni stóðu saman um at evna til okkara samleika. Uttan mun til, hvønn flokk vit hoyra til, er tann føroyski samleikin ein ómissandi [...] gagn? Tað sama er galdandi fyri alt útbúgvingarøki, fyri gransking og fyri mentan og mentanarlív. Ikki síggja við eygum hjá øðrum Fyri at vit skulu kunnu menna hetta samfelagið munandi er neyðugt, at vit [...] gamli segði: “Da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt”, er nógv vunnið. Men eitt er kortini vist. Vit hava ongantíð fingið so nógv burtur úr skattinum sum í dag. Fyrr guldu
Mikkelse, Molde Spælir í løtuni fyri at sannføra onnur enn Molde um, at hann er verdur at satsa upp á. Tað heldur føroyski landsliðsvenjarin hann vera, og enn hevur Jákup so ikki svikið álitið. Hevði sum [...] aftur. Í so máta má næstan sigast, at tað er stórt spell fyri Jóhannis, at tað júst var hesa ferð, at hann skuldi vera so sannførandi á liðnum, tí júst hetta plássið er lítil ivi um, at Óli fær aftur. 4. Súni [...] alla mótstøðu, og er helst ivaleysa tryggur í sessinum til komandi dystin. 8. Rógvi Jacobsen, HB Hevði sum væntað fingið møguleikan í vinstru, og kropsliga sýndi hann eisini, at hann er førur fyri hesum
Hvussu er og ikki, so er munurin stórur. Hóast umsitingargjaldið hjá donsku realkredittstovnunum varierar nakað, so kemur tað ikki uppum tað eina prosentið, svarandi til helvtina av tí, sum føroyski lántakarin [...] til 20.000 krónur í rentu árliga ella knappliga 1.700 krónur um mánaðin áðrenn rentustuðul. Og tað er her Húsalánsgrunnurin kemur inn. Húsalánsgrunnurin kann ikki veðhalda fyri lán, men greiðar ábendingar [...] Jørgen Niclassen og Jákup Mikkelsen – ímóti. Nú varðar annar nei-sigarin av Húsalánsgrunninum og tí er vandi fyri, at ætlaðu broytingarnar eru farnar í vaskið. Yvirskipaða ætlanin við nýskipanini var at
til grunds fyri einum øðrvísi býti, nú tað vísir seg, at nógv meiri makrelur er her vesturi. Hann sigur, at tað serliga er ES, sum hevur avvíst blankt, men Noreg var við í teimum kanningum, sum gjørdar [...] og vit staðfestu, at makrelur gýtir alla staðni kring um í føroyskum sjógvi – úr suðri, har gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig, segði Høgni Debes, sum kortini legði dent á, at tær stóru og gomlu [...] gýtingarleiðirnar hjá makreli serliga eru vestanfyri Írland. Lívfrøðingurin legði aftrat, at eingin ivi er um, at makrelur hevur broytt sítt ferðingamynstur og í størri mun enn áður gýtir vestari og norðari
standa fram við søgu sínari, tí hetta hevur føroyski advokaturin, Jógvan Páll Lassen, mælt henni til. - Her er so nógv rok um hana nú, at tað einasta rætta er at tosa opið um alt. So nýtast fólk ikki at [...] prentað í blaðnum mánadagin. Ótrúskapur vakti hana Mariann Poulsen er bæði kedd og ørkymlað, nú hon er vorðin stóra samrøðuevni bæði her heima og niðri í Danmark, har miðlar og myndafólk renna aftaná henni [...] hon Peter Lundin. Nú veruleikin er gingin upp fyri henni, vil hon bara skiljast aftur. - Hetta er ikki eitt lív at bjóða dóttrini. Nú komi eg heim eftir henni, og síðani er ætlanin at fara niður aftur, sigur
verið lagaligir, og tí hórar rækjuflotin enn. Men her er Bjarni Petersen ikki samdur. - Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at bankarnir eru lagaligir, tá ið tað er dýrari at fíggja skip enn bilar. Hann vísir á [...] antin tað er úr Føroyum ella uttanlands. Hetta sóu vit, tá ið Ocean Pride endaði í Kanada, og Rækjuvirkið á Oyri keypti Kappan. Afturút sigldir Bjarni vísir á, at føroyski rækjuskipaflotin er ikki bara [...] og tað fer burtur av prísinum, vit fáa. Fiska vit eini 2500-2700 tons um árið, og helmingurin er rárækjur, er talan um 1,2 milj. krónur minni í okkara part. Selja norðmenn sínar rækjur í Føroyum, hava teir
ikki taka langa tíð at finna út av, um hetta er ein gongd leið. Hesum er øll orsøk til at ivast í. Hvat er so útlitið? Eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað er bjart. Vit hava fingið at vita, at danir ikki [...] síðan 1946, og tí var tað vert at vita hvørt nakað hald var í hesum. Tað sum nú er komið fram, er at eingin broyting er hend í tí donsku støðuni. Danska stjórnin sigur nú eins og í 1946, at vit kunnu gerast [...] land. Nú er støða okkara tí nógv greiðari enn nakrantíð fyrr. Vit vita hvørja loysn vit ikki kunnu fáa og tað vit tí skulu gera, er heilt einfalt at taka av tí sum stendur okkum í boði. Tað er, at vit skulu