RIDDARASLAGIÐ til Jóannesar Eidesgaards áðrenn landsfund Javnadarfloksins

Hesar seinastu mánarnar og serliga henda mánadin hevur Jóannes Eidesgaard verið svínaður út og dúgliga álopin av diversum fullveldisfólki, (líka frá Vágfjalli til Úlvsá og Elin Henriksen) og tadð hava nógvir eldri javnaðarveljarar fegnast um, tí einki er meira skammiligt hjá javnaðarfólki enn at verða róstur av tí slagnum.

Petur Mohr Dam, slóðbrótari okkara, sum var arkitekturin aftan fyri føroyska vælferdarstatin plagdi ofta at taka til, at besta kumpassið hjá honum fyri at vita, um politiska kósin var røtt, rættvís og greið fyri at gagna føroysku lønarfjøldini var at síggja og hoyra, hvussu nógv hann var hunddálkadur av tjóðveldismonnum. (Hann hevdi tann heiður saman vid Georg Lindenskov Samuelsen at vera mest persónliga chikaneraði føroyski politikkari ? fyrst av fólkaflokki, sídani av tjódðveldismonnum.) Skuldi tað knappliga verið ein vika, har hann ikki var yvirfúsaður av teimum, gjørdist hann næstan illa við og fór at umhugsa, um hann mundi vera á rættari leið politiskt, ?tí ? ?, legði hann afturat, ? Gud náði og troysti okkum javnaðarmenn, taíð vit í okkara rættvísispolitikki rokna við at fáa nakra tøkk frá tí turrgelda tjóðveldislidinum, sum aldri hevur havt og aldri fer at hava nakran erligan socialan vilja í politikki.? Ì dag verda linjurnar tíbetri strikaðar týðuliga upp í føroyskum politikki, soleiðis at eingin ivi skal vera um tað bládýpi, sum er og altíð fer at vera millum øðrumegin rationelt og pragmatiskt hugsandi javnaðarmenn og hinumegin ábyrgdarleysar, irrationellar nationalistar og dagdroymarar sum fullveldismenn. Her er munur á monnum. Risagjógv er millum skilaleiðina hjá Jóannesi og ørvitisleiðina hjá Høgna.

Frá tí vulgeru reklamu-stovuni i Tinganesi (fyrr landsstýrisskrivstovan) roynir Landsmøsnarin, Hoydal at villleiða fólk og fortelja teimum, at vit eru ein homogen tjóð, og tí er ikki brúk fyri flokspolitikki longur. Hetta sigur óvitin í ramasta álvara. Bara tað sigur okkum, at tað er brúk fyri javnaðarpolitikki meira enn nakrantíð áður. Er hann so ungur, at hann ikki veit, hvørjar hann her citerar? Hevur hann aldri hoyrt um korporativan politikk ella Volksgemeinschaft? Hevur hann ikki, kunnu vit vissa hann um, at tað ongantíð hevur verið meira brúk fyri flokkspolitikki, enn síðani hann kom við sínum ørvitisprojekti um loysing uppá avbetaling.

Hann skal eisini gera sær greitt, at føroyingar aldri vera nakað homogent fólk, - hartil eru ahugamálini ov ymisk. Tad er langt glopp frá teim, sum halda seg hava patent uppá at vera føroyingur og so til teirra, sum veruliga eru tað og búleikast á bygd fyri slitmannaløn. Tann forkelaða klikan av vælløntum, dansktgøddum akademiskum patentføroyingum, sum dusa sær í Havn hava eingi áhugamál til felags við arbeidsmonnum í Miðvági, arbeidskvinnum í Sumba, útróðrarmonnum í Klakksvík ella fiskimonnum í Fuglafirði. Her mugu javnadarmenn kompromisleyst avdúka og steðga demagoginum, og tað tykist Jóannes at vera farin undir nú av álvara, tí leika fullveldismenn steinørir. Vit onnur fegnast og veita honum riddaraslag. Riddarin skal herja móti øllum drekum og trøllum, ikki minst fullveldisskrýmslinum. Ì politikki hava tjóðveldismenn altid verið ørindaleysir - fantasileysir nationalistar, sum ongantíð lærdu at hugsa longur og meira enn eina hálva viku fram í tíðina.

Teir eru ikki problemloysandi ? nationalistar eru allastadni bara problemskapandi.

Lat tað vera sagt, so tað ikki kann misskiljast, at javnaðarmenn aldri hava verið og aldri verða fullveldismenn, hvaðna minni loysingarmenn, tað skal tí endurtakast, at tí og júst tí er meira brúk fyri sterkum miðvísum flokkspolitikki, sum kann avdúka tómleikan og vitloysi í fullveldisprojektinum og Hoydalsrepublikkini. Hetta er Jóannes eisini farin undir, tí verður hann ærumeiddur av tí hatsku fullveldis-juntaini.

Tað er tí í góðum treysti, at javnadarfólk hesu ferð kunnu fara til landsfundar og vita tað, at flokkurin enn sum fyrr vil stríðast móti allari nationalismu, danahatri, ósemju og øllum tí destruktiva og niðurbrótandi politikki, sum tjóðveldisflokkurin altíð hevur umboðað. Yvirlýsing átti at verið gjørd um, at fólkið ikki longur vil finna seg í tí landsfíggjada heilavaski, sum Hoydalsmøsnarin skipar fyri hvønn einasta dag, har hann beinleiðis neyðtekur alla tíðindatænastu her í landinum. Ì øllum øðrum londum hevdði tað, sum fyriferst í Tinganesi verið mett undantaksstøða, har vanlig demokratisk rættindi eru suspenderad! Men hjá okkum ber alt til!


Tvinnar eru leiðirnar:

Tann hjá Høgna er við bindi fyri eyguni at leypa beint á sjógv ? hin leiðin, tann hjá Jóannesi er ein hampuliga vælgongd gøta, har vit taka brekkuna lagaliga, sýn av sýn, hamara fyri hamara, og vita við okkum sjálvum, at fram kemur hann, ið hóliga fer. Hesa seinnu leiðina fær Jóannes ótøkk fyri frá fullveldismonnum, tí teir vilja hvørki dønum ella vanliga føroyinginum nakað gott. Vit kunnu bara biðja hann dríva meira á, so hann eins og Petur Mohr Dam fær allan tjóðveldiskøstin oman yvir seg, men harvið kann koma heilt fram á odda í rættvísisstríðnum. Men júst tí, at Jóannes verður lastaður av hasum fólkaslagnum, skal hann hava og hevur uppiborið riddaraslag frá okkum øðrum, ið vilja samstarv, symbiosu og gott brøðralag við danir.

Støðan er sera álvarsom í dag! Fullveldisklikan søkir við vilja konfrontatión við danir og roynir at forpesta viðurskiftini millum báðar tjóðirnar. Landsmøsnarin er langt síðani farin um alt mark fyri demokratiskan atburð. Alt tað, sum heimastýrisflokkarnir høvdu bygd upp av vælvild og áliti millum danir og okkum við seigum dugnaarbeiði líka síðani 1946 er henda kyniska ókvalifiseraða novisa í politikki við at beina fyri. Verður hesin politiski óviti ikki steðgaður skjótt, kann tað koma at taka eitt heilt ættarlið at byggja uppaftur normalar relatiónir við danir.

Landsfundur Javnaðarfloksins eigur tí at taka hetta álvarsmál upp soleiðis at danir skilja at tað bara er ein forkelaður fullveldisbólkur, sum stendur aftan fyri hesar ráu og ábyrgdarleysu kollisiónskósina.

Lat okkum at enda øll minnast, hvussu Petur Mohr Dam plagdi at teppa Erlend Patursson og hansara herviliga harkalið, táið teir fóru sjóleysir upp at rópa um, at ?í Føroyum skuldu føroyingar ráða? ? so kom tað sáttliga, men hvast frá Petur Mohr Dam: Í Føroyum skulu føroyingar liva. Vit vita, at í tí fongsli, sum fullveldismenn kunnu bjóða okkum, verður ikki liviligt hjá rættiliga nógvum. Svangligt verður at liva av ússaligari Hoydalshjálp, tí teir menninir egna bara fyri seg sjálvan, og sera ódrúgvur verður posamatur frá ódugnaligum tjóðveldismonnum. Og tí, at Jóannes er farin at stríðast manniliga móti hesum samvitskuleysu hyklarum, skal hann hava sítt triðja riddaraslag. Einki er meira heiðurligt og riddarligt fyri ein føroyskan politikkara enn at herja móti Hoydalismuni, heimføðisskapinum og fordummilsinum, tí annað er turrgeldi Hoydalsóvitin ikki førur fyri at veita tjóðini og hansara fjarstýrdu mikrofonhaldarar í tjóðveldisreiðrunum í útvarpi , sjónvarpi og aðrastaðni við standa bara sum observatørar og tora ikki at muta ímóti. Jóannes er tí rættiliga einsamallur í dag ? hóast hann er andstøðuleiðari, verður hann at kalla ikki boðsendur av fjølmiðlum. Vit eiga øll at stuðla Jóannesi og ikki lata hann stríðast einsamallan! Frá okkara journalistum er eingin hjálp at heimta ? teir hava selt seg langtsíðani!


Virgar T. Dalsgaard