Statoil vil fara varisliga fram

Oljurisin Statoil kennir ábyrgd fyri teimum økjum og londum, har teir bora eftir olju, og vilja gera sítt til, at ávirkanin á nærumhvørvið verður so varislig sum gjørlig. Tað sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil í Føroyum og Grønlandi

Um olja í stórum nøgdum verður funnin í føroysku undir­­grund­ini, so slepst ikki und­an, at tað fær stóra ávirkan á sam­felagið á øllum økjum.
Politiskt og mentalt kunnu vit brynja okkum sum fræg­ast, men ferðin og vavið á einari møguligari komandi olju­vinnu liggur fyri ein stór­an part í hondunum á altjóða olju­risunum, ið standa fyri leit­ingini – og framleiðsluni, um teir finna nakað.
Statoil er fyristøðufelag í báð­um boringunum, sum verða gjørdar undir Føroyum í ár, og eru væntanirnar hampu­liga góðar. Tað ljóðar, at Statoil brúkar hálva aðru til tvær milliardir krónur á før­oyska landgrunninum bara í ár, og undan hesum hev­ur felagið til samans brúkt eina milliard krónur her.

Váði og vinningur
Føroyingurin Rúni M. Han­sen, sum er stjóri hjá norska Statoil í Føroyum og í Grønlandi, hevur ong­ar viðmerkingar til hesi tøl­ini, men váttar, at talan er um eitt sera stórt og kost­nað­ar­mikið leitiátak, sum verð­ur gjørt á føroyska land­grunni­num í ár.
- Tað er greitt, at vit høvdu ikki gjørt hetta, um vit ikki høvdu vónir um at finna nakað. Tað hava vit. Men kortini mugu vit vera ógvu­liga varin í okkara vænta­num, tí um vit hyggja mate­ma­t­iskt upp á tað, so eru sannlíkindini fyri at finna nakað ikki serliga stór. Før­oyar eru eitt lutfalsliga nýtt leitiøki, bara nakrir fáir brunn­ar eru boraðir, og vit hava lítið at halda okkum til av dátum samanborið við onn­ur øki, har vit eru virkin. Tí er váðin stórur, sigur Rúni M. Hansen.
Tilsvarandi stórur verður vinn­ingurin, um norski olju­ris­in rakar við olju ella gass, og hendir tað, so verður før­oyski búskapurin grund­leggj­andi broyttur frá dag til dag.
Hetta ásannar Rúni M. Han­sen eisini, og hann vissar um, at Statoil eisini kennir ábyrgd av, at tey øki og lond, har felagið er virkið, fáa størst møguligt gagn burtur úr ríki­døminum, samstundis sum at negativu árinini í størst møguligan mun verða av­mark­að.

Lykilin er samstarv
- Vit hava ikki ávirkan á, hvussu eitt land bú­skap­ar­liga ber seg at, tá tað knapp­liga fær stórar inn­tøk­ur frá olju ella gassi, men vit leggja stór­an dent á at fara varisliga fram, stig fyri stig, har vit hava virksemi. Vit skulu oft­ast rokna við at verða í hesum samfeløgunum lein­gi, og fyri okkum hevur tað stór­­an týdning at verða væl mót­tik­in. Tí gera vit eisini nógv burtur úr, at lokal­sam­feløg­ini kenna seg væl av, at vit eru har.
- Lykilin til, at hetta skal eydnast, er eitt gott og væl skip­að samstarv millum myndug­leikar, vinnu og virk­andi oljufelagið ella olju­feløg­ini. Tað er hesum sam­starvi, vit fyrst fara eftir, tá vit koma inn í eitt nýtt øki. Hetta er eisini fortreytin fyri, at vit kunnu fara virðiliga út aft­ur, sigur hann.
Eisini tá tað snýr seg um umhvørvi og mentan er Stat­oil tilvitað um, at teirra hjá­vera kann hava stóra ávirk­an.
Umframt at verða stjóri í Føroyum og Grønlandi hev­ur Rúni M. Hansen eisini ábyrgd­ina hjá Statoil fyri virk­sem­i­num í øllum tí arkt­iska økinum, og hann hev­ur tignarligt sæti í ser­liga arktiska bólkinum Glo­bal Agenda Council on the Arctic hjá altjóða bú­skap­ar­liga hugbankanum World Eco­nomic Forum.
- Í Norðurnoregi hevur tað eydnast sera væl hjá oljuvinnuni at etab­lera seg stig fyri stig. Lokal­sam­feløgini og vinnan á stað­num blómar saman við okk­um, og nógv av teimum, ið vóru rýmd, eru flutt heim aft­ur. Vit hava somu strategi í Barentshavinum og síggja po­si­tivt upp á tað har eisini.
- Her er talan um sera við­kvom øki, og tað er tað før­oyska eisini. Í slíkum økjum fara vit serliga varisliga fram, sig­ur Rúni M. Hansen.

Tørvur á orku
Tó at hann leggur dent á, at tað eru politikararnir, ið seta karmarnar fyri olju­virk­seminum og vinnu­poli­tikk­um annars, so er Statoil eisini tilvitað um ávirkanina, olju­virksemið hevur á aðrar vinn­ur.
- Heiminum tørvar orku, og oljuvinna snýr seg um at útnytta tað tilfeingi, ið er. Men vit vilja fara fram við skili, so verandi vinnur kun­nu liva væl við síðuna av okk­um. Vit síggja eisini, at tá olju­vinnan verður umsitin rætt, so leggur hon lunnar und­ir nýggjar vinnur. Í Noregi hevur oljuvinnan fing­ið undirveiting av øllum slagi at blóma, soleiðis at undir­veiting í dag er størsta út­flutn­ings­vinna har næst eftir kol­vetnis­framleiðsluni, sig­ur Rúni M. Hansen.
Hann vísir á, at Statoil eisini er við í fremstu røð at granska í varandi orku at seta í staðin fyri olju og gass. Felagið brúkar tríggjar milliar­dir krónur um árið upp á grøna orku, og ger seg ser­liga galdandi, tá tað snýr seg um havvindmyllur.