umkring og kanna ferðsluna. Í hesum sambandi steðgaðu tey fleiri bilum fyri at kann um bilførarin var edrúur. Tey fingu illgruna til, at tríggir av bilførarunum høvdu drukkið meiri enn gott er og teir vórðu [...] hann kanska var edrúur. Tað vísti seg nevniliga, at hann hevði ikki fylt 18 ár og sostatt hevði hann ikki aldur at koyra bil og av tí sama hevði hann eyðvitað heldur ikki koyrikort. Fyrstu ferð, ein bilførari [...] men tað vísti seg, at bilførarin var edrúur. Løgreglan sigur, at tað hendur seg meiri enn so, at fólk ringja til tey um slíkt og so kanna tey altíð um nakað er í tí.
Tað er gongd í málinum um Suðuroyartunnilin og fyrireikingarnar halda fram. Og nú skal Løgtingið taka støðu til um partafelagið sum skal standa fyri tunlinum, skal fáa atgongd til allar tær jarðfrøðiligu [...] frá Landsverki - og tað skal partafelagið fáa ókeypis. Heimildin fevnir eisini um tilfar, sum Landsverk hevur gjørt í sambandi við Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin [...] Umhvørvisstovuni, ella sum hesir stovnar annars hava um hendi. Felagið kann eisini keypa forkanningar og annað tilfar, ið privat feløg hava framleitt ella eiga. Løgmaður sigur, at partafelagið Suðuroyartunnilin
myndugleikar og heimssamfelagið annars um at hjálpa til við, at landaskil aftur verður í Niger. Í kronikkinum sigur frákoyrdi forsetin, at landið kann fella í russiskar hendur við Wagner-bólkinum og vísir til [...] í landinum aftur til valdið. Herurin í Niger tók í endanum av juli valdið í landinum og rak valda forsetan frá, og nú er tað leiðarin fyri trygdardeildunum í landinum, sum situr við valdinum. Útlendskir [...] samstarvsfelagsskapinum, Ecowas, í Niger. Felagsskapurin hevur sett revsitiltøk í verk móti Niger og krevur, at valdi forsetin, Mohamed Bazoum, fær valdið í landinum aftur.
í Kalifornia, og her gjørdi hann viðmerkingar til flogvanlukkuna í Russlandi. Í vanlukkuni - um hetta yvirhøvur var ein vanlukka - lótu báðir Wagner-leiðararnir, Jevgenij Prigozjin og Dmitrij Utkin, lív [...] sagt, at russiskir myndugleikar hava ábyrgdina av vanlukkuni og siga, at flogfarið varð skotið niður. ##med2## Í dag segði talsmaðurin hjá Kreml og Vladimir Putin, forseta, Dmitry Peskov, at hvørki Putin ella [...] til St. Pætursborg, tá tað í 8,5 kilometra hædd knappliga misti flogið, stoytti seg niður í lendið og fór uppí royk. Við tíðindafólk í kvøld segði amerikanski forsetin, Joe Biden, soleiðis: - Eg havi ikki
Tað er vanlig uppaling, sigur Leif Erik Niclasen, ið sigur, at fólk við vanligum viti og skili duga at síggja og siga, nær matur er góður til matna ella ikki. Tað er ikki bara Heilsufrøðiliga Starvsstovan [...] Eriki, sum vísir á, at stórir handlar nokta at geva mat til fátøk, og nakrar fyritøkur koyra stórar lastbilar við fullum lastum av breyði og kjøti niðan á Sandvíkahjalla, har tey brenna mat, ið kundi breyðføtt [...] felagsskapinum er nógv skert, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt tað verri hjá honum at fáa hendur á mati frá matvøruhandlum. Leif Erik Niclasen stúrir fyri, at tá maturin ikki verður givin hjálp
at taka vinnuna við upp á ráð, og eisini onnur, so at úrslitið verður so gott sum gjørligt. - Størsta avbjóðingin hjá samgonguni verður at tryggjað haldførið í búskapinum og tað er neyðugt, eisini fyri at [...] - Tað gongur væl í Føroyum og eftirspurningurin eftir okkara vørum, er stórur. Tað staðfesti Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag á vinnudegnum í gjár. Hann fegnast eisini um, at samgongan [...] betri handilsavtalum við onnur lond. Samstundis er endamálið at bøta um um umstøðurnar innanlands, og at gera eina nýggja fiskivinnuskipan. - Har verður spurningurin um tilfeingisgjøld ivaleyst eisini
verður, telur bert umleið 1/3 av fiskinum og soleiðis eisini av kvotuni eystanfyri. - Okkum vantar rávøru, soleiðis at vit kunnu hava arbeiði til allar hendur og ikki skulu noyðast at senda fólkini í ALS [...] fyrsta lagi á, at føroyskir trolarar, sum fiska í Barentshavinum, tveita høvdini í havið aftur, eins og hann fýlist á, at onkur línuskip nú eisini eru farin at tveita høvdini í havið. Eirikur á Húsamørk [...] Húsamørk er nýliga komin aftur úr Noregi, har hann hevur verið við Høgakletti, sum Varðin í Gøtu eigur, og keypt toskarhøvd, samstundis sum Faroe Origin eisini keypti fisk til sína framleiðslu. Stjórin vísir á
við, at tað eru 40 ár síðani, at postverkið kom á føroyskur hendur. Í londunum kring okkum er nethandil voksin nógv seinastu árini, har fólk og handlar eru farin at senda fleiri pakkar. Tað er ein gongd [...] Í fjør bar Posta 3 milliónir brøv út til føroysk heim og víðari út í heim. Í fyrstu atløgu ljóðar tað møguliga nógv, men tá hugt verður eftir heildarmyndini sæst, at gamla kjarnuvirksemi hjá Posta er í [...] Talan er nevniliga um minking á 2 milliónir brøv síðani 2011, tá Posta talið var 5 milliónir brøv, og ein fleirfalda minking í mun til 2005, tá Posta bar út umleið 9 milliónir brøv. Jóel undir Leitinum
var ikki nóg mikið, og persónurin í hinum endanum hótti framvegis við at senda myndir til vinir og kenningar her heima. Løgreglan sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, og áheitanin hjá teimum [...] hevur fingið myndirnar, við, at um tann, sum sent hevur, ikki rindar, verða myndirnar sendar vinum og kenningum í Føroyum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at aftur í gjár høvdu tey [...] teimum er í fyrsta lagi ikki at senda slíkar myndir, sum fólk ikki ynskja skulu koma á aðrar hendur. - Tað eru typiskt kvinnur - ella fólk, sum geva seg út fyri at vera kvinnur - sum venda sær til føroyskar
verður hann umvældur og dagførdur, um so kann sigast. Tað var í 1939, at varði varð reistur teimum mykinesmonnum til minnis, sum fórust undir Íslandi við sluppini Neptun í 1934. Veður og vindur hava havt síni [...] Poul E. Petersen, sum tá var lærari í Mykinesi, sum í 1939 fekk litið upp í hendur at standa fyri at fáa varðan reistan. Og ungmannafelagið Súlan, sum tá var virkið, fekk síðan ábyrgdina av at halda hann [...] neyðugt er at umvæla hann, skal hann verða standandi. Men tungt er hjá fáum at lyfta slíkari byrðu, og í Mykinesi er fáment, so mykinesfólk hava líkasum ikki einsamøll hættað sær undir hesa uppgávuna. Men