- Ja, tað tykist løgið at flyta høvd heim úr Noregi, samstundis sum siglt verður fram við føroyskum skipum, sum tveita høvdini í havið.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík, sum Rás2 hevur gjørt samrøðu við seinnapartin í dag.
Hann fýlist í fyrsta lagi á, at føroyskir trolarar, sum fiska í Barentshavinum, tveita høvdini í havið aftur, eins og hann fýlist á, at onkur línuskip nú eisini eru farin at tveita høvdini í havið.
Eirikur á Húsamørk er nýliga komin aftur úr Noregi, har hann hevur verið við Høgakletti, sum Varðin í Gøtu eigur, og keypt toskarhøvd, samstundis sum Faroe Origin eisini keypti fisk til sína framleiðslu.
Stjórin vísir á, at tað eru stór virðir, sum verða tveitt í havið - ikki minst hjá trolarunum eystanfyri, tí sjálvt flakið, ið selt verður, telur bert umleið 1/3 av fiskinum og soleiðis eisini av kvotuni eystanfyri.
- Okkum vantar rávøru, soleiðis at vit kunnu hava arbeiði til allar hendur og ikki skulu noyðast at senda fólkini í ALS ein part av árinum, tí rávøran ikki kemur til lands.
Eirikur á Húsamørk heldur, at neyvan eru aðrir møguleikar enn, at politikarar áseta við lóg, at øll rávøra skal koma til lands.
- Nei, tíverri síggi eg ongan annan møguleika, leggur stjórin aftrat í samrøðu við Rás2, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin á myndini.