Koyrdi við ongum koyrikorti – men kanska við kenning

Løgreglan hevur skuldsett ikki minni enn tríggjar bilførarar fyri at koyra við kenning í nátt

Í nátt hevur løgreglan aftur verið runt umkring og kanna ferðsluna. Í hesum sambandi steðgaðu tey fleiri bilum fyri at kann um bilførarin var edrúur. Tey fingu illgruna til, at tríggir av bilførarunum høvdu drukkið meiri enn gott er og teir vórðu førdur á Landssjúkrahúsið, at blóðroynd varð tikin av teimum. Úrslitið av teimum verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.

 

Men hjá tí eina bilføraranum verður tað ein dýr søga, hóast blóðroyndin vísir, at hann kanska var edrúur. Tað vísti seg nevniliga, at hann hevði ikki fylt 18 ár og sostatt hevði hann ikki aldur at koyra bil og av tí sama hevði hann eyðvitað heldur ikki koyrikort.

 

Fyrstu ferð, ein bilførari verður tikin fyri at koyra við ongum koyrikortið, er bótin 2.500 krónur tá ið talan er um bilførara undir 18 ár.  Men talan kann eisini verða um, at heldur ikki sleppur at taka koyrikortið tá ið hann er 18 ár, men má bíða eitt ár, ella kanska tvey.

 

Løgreglan sigur, at í gjár ringdu fólk eisini at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ein bilførari hevði kenning, tí koyringarlagið var eitt sindur skinklut. Løgreglan kannaði málið, men tað vísti seg, at bilførarin var edrúur. Løgreglan sigur, at tað hendur seg meiri enn so, at fólk ringja til tey um slíkt og so kanna tey altíð um nakað er í tí.