Amerikanski forsetin, Joe Biden, hitti í kvøld tíðindafólk í Kalifornia, og her gjørdi hann viðmerkingar til flogvanlukkuna í Russlandi.
Í vanlukkuni - um hetta yvirhøvur var ein vanlukka - lótu báðir Wagner-leiðararnir, Jevgenij Prigozjin og Dmitrij Utkin, lív.
Umframt, at øll manningin, sum taldi trý, eisini læt lív, endaðu aðrir høgir Wagner-harrar eisini sínar dagar í flogfarinum.
Flogfarið var á veg úr Moskva til St. Pætursborg, tá tað í 8,5 kilometra hædd knappliga misti flogið, stoytti seg niður í lendið og fór uppí royk.
Við tíðindafólk í kvøld segði amerikanski forsetin, Joe Biden, soleiðis:
- Eg havi ikki kunnleika til at fara niður í smálutir um hendingina, men vit fara at royna at finna út av júst, hvat tað var, sum hendi, segði hann sambært Reuters.
The New York Times hevur endurgivið fregnartænastukeldur, sum halda uppá, at flogfarið kann vera farið í knús av einari bumbu.
Wagner-leiguhermenn hava sagt, at russiskir myndugleikar hava ábyrgdina av vanlukkuni og siga, at flogfarið varð skotið niður.
##med2##
Í dag segði talsmaðurin hjá Kreml og Vladimir Putin, forseta, Dmitry Peskov, at hvørki Putin ella russiski herurin hava nakran leiklut í vanlukkuni.
Í gjár segði amerikanski forsetin, Joe Biden, eisini, at tað er lítið, sum hendur í Russlandi, har Vladimir Putin ikki hevur ein fingur við í spælinum.
##med3##