Seta minnisvarðan í stand

Í Mykinesi stendur ein minnisvarði á sjónligum staði nakað væl frá bygdum øki. Tíðarinnar tonn er farin heldur illa við honum. Men nú eru pengar fingnir til at hjálpa upp á hann

Nú 65 ár eru liðin, síðan minnisvarði varð reistur sjólætnum mykinesmonnum, verður hann umvældur og dagførdur, um so kann sigast.
Tað var í 1939, at varði varð reistur teimum mykinesmonnum til minnis, sum fórust undir Íslandi við sluppini Neptun í 1934.
Veður og vindur hava havt síni árin á varðan, sum nú er í slíkum standi, at neyðugt er at umvæla hann, skal hann verða standandi.
Men tungt er hjá fáum at lyfta slíkari byrðu, og í Mykinesi er fáment, so mykinesfólk hava líkasum ikki einsamøll hættað sær undir hesa uppgávuna.
Men nú hevur Lions Club í Vágum veitt teimum rættiliga góðan stuðul, sum ger, at farið verður undir at seta minnisvarðan í stand aftur.
Nýggjar plátur verða settar á varðan, har eisini nøvnini á teimum, sum farnir eru á sjónum, síðan hann varð reistur, eru við. Eisini er ætlanin at seta nøvnini á teimum, sum falnir eru í bjørgunum, á varðan.
Tað var Poul E. Petersen, sum tá var lærari í Mykinesi, sum í 1939 fekk litið upp í hendur at standa fyri at fáa varðan reistan. Og ungmannafelagið Súlan, sum tá var virkið, fekk síðan ábyrgdina av at halda hann viðlíka.
Hetta er so dottið niðurfyri, sum fólkið minkaði í Mykinesi. Men nú veðra munagóð tóð tøk tikin aftur, soleiðis at varðin aftur kann gerast virðiligt minni teirra, sum farnir eru.