Í kronikki sigur frákoyrdi forsetin, Mohamed Bazoum, at Niger kann fella í russiskar hendur við Wagner-bólkinum og vísir til harðrendu framferðina hjá Wagner í Ukraina.

Frákoyrdi forsetin í Niger ávarar um Wagner

Útlendskir miðlar halda, at Mohamed Bazoum nú situr í varðhaldi á forsetaborgini í Niger.

Í kronikki sigur frákoyrdi forsetin, Mohamed Bazoum, at Niger kann fella í russiskar hendur við Wagner-bólkinum og vísir til harðrendu framferðina hjá Wagner í Ukraina.

Forsetin í afrikanska landinum, Niger, sum kallast Mohamed Bazoum, heitir nú á heimssamfelagið um at hjálpa til við at fáa valdu stjórnina í landinum aftur til valdið.

 

Herurin í Niger tók í endanum av juli valdið í landinum og rak valda forsetan frá, og nú er tað leiðarin fyri trygdardeildunum í landinum, sum situr við valdinum.

 

Útlendskir miðlar halda, at Mohamed Bazoum nú situr í varðhaldi á forsetaborgini.

 

Seint í gjár hevði Washington Post ein kronikk, sum frákoyrdi forsetin í Niger stendur fyri at hava skrivað. 

 

Her heitir hann beinleiðis á amerikanskar myndugleikar og heimssamfelagið annars um at hjálpa til við, at landaskil aftur verður í Niger.

 

Í kronikkinum sigur frákoyrdi forsetin, at landið kann fella í russiskar hendur við Wagner-bólkinum og vísir til harðrendu framferðina hjá Wagner í Ukraina.

 

Seint í gjár boðaði nýggja hernaðarstýrið í Niger eisini frá, at teir siga upp hernaðarsamstørv við Frakland, sum hevur fleiri herfólk í Niger.

 

Niger var annars eitt franskt hjáland, áðrenn landið fekk sjálvræði.

 

##med2##

 

Tað er maðurin, sum var leiðari fyri trygdardeildunum hjá valda forsetanum, sum nú hevur valdið í Niger.

 

Mikudagin í hesi vikuni var ein sendinevnd hjá vesturafrikanska samstarvsfelagsskapinum, Ecowas, í Niger. 

 

Felagsskapurin hevur sett revsitiltøk í verk móti Niger og krevur, at valdi forsetin, Mohamed Bazoum, fær valdið í landinum aftur.

 

 

 

Í kronikki sigur frákoyrdi forsetin, Mohamed Bazoum, at Niger kann fella í russiskar hendur við Wagner-bólkinum og vísir til harðrendu framferðina hjá Wagner í Ukraina.

Á kortinum sæst, hvar landið Niger liggur.