trupulleikarnar í hesum máli, og tekur avleiðingarnar av hesum. Er tað í lagi at landsins leiðsla sigur ósatt? Øll vita vit, at Løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum hava gingið hond í hond í [...] Týðandi løgfrøðiligar og fyrisitingarligar viðmerkingar til tunnilslógaruppskotið, frá fyrisitingini hjá Innlendismálaráðnum, vórðu fjaldar fyri Løgtinginum. Løgmaður gjørdi onki fyri at gera hesar viðmerkingar [...] Løgtingsfólk sleppa bert at síggja henda um hetta verður gjørt í trúnaði. Nakað, ið ger tað ómøguligt hjá løgtingsfólki at nýta upplýsingarnar í viðgerðini á Løgtingi. Hetta átti ikki verið møguligt, tá sáttmálin
Hetta vegna munandi hægri rentu hjá privatum og krav um privat avkast. Eisini hevur Landsverk gjørt metingar av avleiddum vegum, ið mugu gerast í Eysturoynni og Suðurstreymi um Eysturoyartunnilin [...] fíggja ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Tunnilin skal knýta Suðurstreymoy saman við suður Eysturoy. Stk. 2. Einkarætturin skal verða latin P/F Skálafjarðartunlinum í seinasta [...] Kristina Háfoss, løgtingskvinna hjá Tjóðveldi ------ Føroyar eru í undantaksstøðu - politiskari undantaksstøðu. Tí einaferð enn hevur landsstýrið roynt at trýsta eitt stórmál ígjøgnum Løgtingið, uttan
nú vit av álvara trína inn í venjaraskeiðið hjá Henrik Larsen. Kanska var talan um eina bíliga bakgrund í hesum fyrsta sigrinum, men ein sigur er ein sigur, og tað er í øllum førum betri at byrja væl enn [...] eingin ivi. Føroyar vundu alt meira burtur úr mótstøðuni, og endin gjørdist ein tryggur sigur í fyrsta landsdystinum hjá Henrikki Larsen. Smærri broytingar Sum vera man, so var spenningurin stórur, nú nýggi [...] bert ein stokkut freist hjá verjuni. Aftur sendi Jákup inn móti handara stólpa, og hesa ferð var Julian Johnsson hægstur, soleiðis at hann fekk stútað í kassan, og so var fyrsti føroyski sigurin á Tórsvølli
sparkað bólt uttanfyri hjá Sloan. Bólturin var farin inn í tann vakra urtagarðin hjá honum, og tað hevði neyvan verið væl dámt av øllum. Palli var við bivandi hjarta farin inn í garðin hjá Sloan eftir bóltinum [...] mong ár á skrivstovuni hjá harra John Irvine, ið var skipsmeklari. Síðan fór hann suður til Glasgow, har hann búði í tvey ár fyri síðan aftur at fara til Lerwick og aftur í tænastu hjá Irvine í eitt ár ella [...] borgmeistari og limur í lokala tinginum. Funnu barndómsheimið hjá Sloan Vitjanin í Dalry var fyrireikað av Neil Dickson, sum var hjálpari hjá Tórði, tá ið hann skrivaði umrøddu ritgerð. Hann hevur eisini
velja. Filmurin er fyrsti 3D filmur DVD í Íslandi og hevur fingið rós og fleiri heiðurslønir. Eisini er filmurin partur av samstavi við Unicef og Umhugsni, ið arbeiðir fyri at bøta korini hjá sjúkum børnum [...] ella siglt har. Men unga fólkið í dag hevur ikki somu kenslu og hetta vilja vit fegin bøta uppá, sigur Fríðrikur Erlings, sum annars metir tað vera av stórum týdningi, at smátjóðir standa saman í hesum [...] eisini, so um sjónleikarar, sjónvarp og eitt forlag høvdu víst hesum áhuga, so hevði tað verið óført, sigur Erlings. Erlings hevur nógv jørn í eldinum og í felag hansara verður eisini tosað um at byggja føroysk
Og tað sær út til at blíva ein uppafturtøka av spurningum og aftur spurningum, hjá oljufeløgum, hjá oljumyndugleikum og hjá okkum journalistum. Loyvini ganga út við enda ár 2006. Innan ta tíð skulu fýra [...] heldur ?mystiskt? felag, nevnt Pan Mexicana, sum hevur ein umsetning svarandi til bruttotjóðarúrtøkuna hjá Vesturtýskalandi sær at gjalda eina milliard krónur fyri at sleppa at bora. Peningurin skal fara í [...] eydnast at finna kolvetnini. Okkara myndugleikar mugu tí eisini gera nógv fyri at fasthalda áhugan hjá hesum feløgum og sjálvandi øðrum við, sum sita á síðulinjuni. Tað vil vera ein hárfín ballansa millum
dystirnar hjá TMS Tønder og Frederikshavn ígjár. Fyrsti málverjin hjá TMS Tønder, Christian Trans stóð ein góðan dyst tá TMS Tønder vann 33-30 (18-14) á Otterup á útivølli. Føroyski málverjin hjá TMS Tønder [...] men Stoholm stríddi seg innaftur í dystin. Kortini helt tað hjá Frederikshavn at hála sigurin heim. Eirikur J. Simonsen tók nógv tøk í verjuni hjá Frederikshavn, og tá 43 minuttir vóru farnir fekk hann reyða [...] Frederikshavn hevur nú seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, og var tí talan um ein sera týðandi sigur. Komandi leygardag tekur Frederikshavn ímóti Ajax. Komandi týskvøld spælir TMS Tønder ímóti Ajax á
streymurim kann vera rættiliga vandamikil hjá tí, sum ikki veit, hvat hann ger. Tí er tað er alneyðugt at vita eitt sindur um streym og eg læri hvønn dag, sigur hann. Úr Sandvík róði hann til Skúvoyar, [...] upp á at gera hesar ferðirnar? - Tað er ein góður spurningur og tað er ein longri søga, sigur Chris Duff. Hann sigur, at hann hevur altíð havt áhuga fyri sjógvi. Hann er úr lítla havnarbýnum Port Angeles [...] hevur verið giftur í fimm ár og hann sigur, at hetta verður helst hansara seinasta ferð við. - Eg vil eisini fáa stundir til at ferðast við konu míni. Chris Duff sigur, at hann vil ómetaliga fegin, at kona
hagtølunum hesa ársins tíð. Erland Rasmussen sigur, at serliga eru tað charterferðirnar suður eftir, sum ganga væl í ár. Faroe Travel var í apríl næststørsti seljarin hjá kenda danska felagnum Tjæreborg. Og her [...] hava úr at gera við at selja ferðaseðlar. Nógv tann størsti parturin er millum Vágar og Kastrup, sigur Erland Rasmussen á Faroe Travel. Ein partur kemst av teimum bíligu ferðaseðlunum, sum flogfeløgini [...] vit um talið á ferðafólkum og ikki í prosentum av fólkatali í økinum, har søluskrivstovan liggur, sigur Erland Rasmussen.
gongd - kunnu fáa gagn av sigur Iain Tulloch. Hann sær fegin, at tættari samstarv verður knýtt millum Hetland og Føroyar, sum í ávísan mun eru meinlík, tó at hann sær møguleikarnar hjá føroyingum at vera nógv [...] Eins og í Føroyum veksur talið á stórum ferðamannaskipum, sum leggja leiðina til Hetlands. Fyritøkan hjá Iain Tulloch er umboð fyri mong av hesum skipunum, men haraftrat hava teir úr at gera við at taka sær [...] útgerðini. Ian Tulloch hitti undir vitjan síni í Føroyum umboð fyri vinnulív og myndugleikar. Hann sigur, at tað hevði verið ynskiligt at fingið eitt joint-venture samarbeiði við føroyskar fyritøkur, nú