Fram til mikudagin hevði Tórsvøllur onkursvegna tókst sum eitt forbannilsi hjá føroyska landsliðnum. Í seks landsdystum hevði tað enn ikki eydnast okkara monnum at skora á vøllinum, og ikki so mikið sum eitt einasta stig hevði lið okkara fingið.
Longu undan dystinum vóru tó tekin um, at okkurt nú skuldi broytast. Tað hevur hvørja ferð lagað seg soleiðis, at regnið hevur verið til staðar, tá Tórsvøllur hevur lagt gras til landsdystir, men hetta var so ikki støðan hesaferð.
Leingi vórðu føroysku áskoðararnir tó hildnir á pínubeinkinum. Móti pinkulingunum úr Liktinstein vóru Føroyar aftan fyri við einum máli í steðginum, men tá Christian Høgni Jacobsen fyrst hevði sett hol á, var eingin ivi. Føroyar vundu alt meira burtur úr mótstøðuni, og endin gjørdist ein tryggur sigur í fyrsta landsdystinum hjá Henrikki Larsen.
Smærri broytingar
Sum vera man, so var spenningurin stórur, nú nýggi landsliðsvenjarin av fyrstan tíð skuldi royna seg. Ikki minst tí hann fyri langt síðani hevði boðað frá, at nú skuldi talan verða um eina 4-4-2 spælskipan, men eisini tí hann hevði boðað frá, at nakrar broytingar fóru at verða framdar á liðnum.
Tað vóru tó ikki tær heilt kollveltandi broytingarnar at síggja á liðnum hesaferð. Mest nýskapandi var tað tó, at Hans Fróði Hansen, sum undir Allani Simonsen var fastur fúsur, hesa ferð mátti taka til takkar við plássi á beinkinum. Í hansara stað varð ungi Jón Rói Jacobsen settur í miðverjuna frá dystarbyrjan. Ein broyting sum var væntandi, nú skift varð yvir til 4-4-2, tí í nógvar mátar hevur ungi havnarmaðurin betri fortreytir í hesari enn meira royndi toftamaðurin.
Meira neyðtvungnar vóru broytingarnar í borðunum, har Jóhannis Joensen og Arnbjørn Danielsen fingu møguleikan frá byrjan, nú hvørki Pól Thorsteinsson, Súni Olsen ella Jens Kristian Hansen vóru tøkir hjá landsliðsvenjaranum. Á miðvøllinum fekk Heðin á Lakjuni møguleikan frá byrjan, og so viðførdi nýggja skipanin eisini, at John Petersen hesa ferð varð fluttur av miðvøllinum niðan í álopið.
Nýggja skipanin
Í venjingunum upp til dystin var sjónligt, at Henrik legði stóran dent á sonevnda skabelón-venjing, har tað fyrst og fremst ráddi um at venja leikararnar við flytingarnar í 4-4-2, og allan fyrra hálvleik hildu leikararnir eisini sera fast um hesar. Serstakliga í verjupartinum hepnaðist hetta væl. Hvørki miðvøllur ella verja endaðu púrasta fløt, soleiðis sum vandi kundi verið fyri, men dugdu teir í borðunum alla tíðina sera væl at skera inn í vøllin, soleiðis at bakkað varð upp, og yvirhøvur var hetta viðvirkandi til, at Jákup Mikkelsen í málinum var mest sum arbeiðsleysur.
Tær vandastøður, sum íkomu, stóðust í mestan mun av, at føroyska liðið í summum støðum hevði framsýning av veikleikunum í nýggju spælskipanini. Nevnliga at tú tá hvørki hevur sweepara í verjupartinum ella á miðvøllinum, og soleiðis ert nógv verri fyri, um bóltar verða mistir í uppspælinum. Nakrar ferðir var um eisini um reppið, at heilt stórir møguleikar spurdust burturúr, tá føroyingar kiksaðu í uppspælinum, men tað eydnaðist tó mest sum hvørja ferð okkara monnum at byrgja fyri kortini, tó at tað onkun tíð stóð nógv á Óla og Jón Róa í hesum royndunum.
Fram eftir vøllinum var tað eitt sindur avmarkað, hvat føroyska liðið skapti fyrstu trý korterini, og hetta hevði tvinnar orsøkir. Ein var, at leikliga ferðin í nógvar mátar var ov lág. Føroyingarnir vórðu ongan tíð kroystir at seta leikferðina upp, soleiðis sum vit ofta verða móti størri tjóðum, og tí hevði Liktinstein mest sum hvørja ferð stundir at skipa verjuna av nýggjum.
Hin var, at leikararnir hjá okkum í mangar mátar vóru ov nær bundnir at nýggju skipanini fyrstu løtuna. Hóast 4-4-2 í stóran mun snýr seg um at arbeiða í sonevndum ketum, so er tað eisini av alstórum týdningi, at hesar ketur av og á verða brotnar við djúpum renningum, men hesar vóru mest sum ikki at síggja fyrstu trý korterini, og tí var tað eisini ógvuliga trupult at bróta verjuketurnar hjá mótstøðuni.
At hetta so kortini eydnaðist av og á, komst einamest av, at mótstøðumenninir konsekvent spældu við trimum í álopinum. Hetta gav føroyska miðvøllinum størri breidd, og tískil mundi breiði Tórsvøllurin eisini fyri fyrstu ferð vera ein fyrimunur hjá føroyska liðnum. Bæði Heðin og Jákup vóru sera dugnaligir at halda breiddina á borðunum, og tær fáu ferðirnar at verulig skift vórðu nýtt, var mótstøðuverjan oftani um ein háls í royndunum at byrgja fyri.
Kaldur vøttur
Tað var tó sum nevnt omanfyri, sum um tað kortini ikki skuldi hepnast okkara at skora á Tórsvølli. John Petersen mundi hava størsta møguleikan av øllum, eftir at Jákup á Borg hevði drigið seg leysan og spælt útfrá. Men vinstra beinið hjá John vildi ikki tað sama sum eigarin, soleiðis at bólturin fór hálvstiklandi fram við málinum. Heldur ikki hevði John hepni við sær, tá hann royndi seg við góðari langskotsroynd, og tó at eisini Julian í tveimum førum hevði heilt góðan møguleika, eftir at hann hevði órógva málverjan við deyðbóltsstøður, so vildi bólturin onkursvegna ikki inn.
Og angistin hjá føroysku monnunum mundi gerast størri, tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki. Eftir innlegg úr vinstru var Arnbjørn Danielsen dekan ov áhaldsin, soleiðis at hann mest sum klatraði upp á ryggin á Thomas Beck, og dómurin var eirindaleysur. Brotsspark til Liktinstein, og stjørnuspælari teirra, Mario Frick var eisini ivaleysur, tá hann fekk møguleikan, og lobbaði bóltin mitt í málið, meðan Jákup tveitti seg til høgru.
Glapp eftir steðgin
Í seinna hálvleiki var tað, sum um føroysku leikararnir høvdu slept eitt sindur av premierunervunum, og tí ikki fluttu seg í heilt so stívum mynstrum á vøllinum.
Fyrsta møguleikan fekk Liktinstein tó, tá uppdekningsfeilur í verjuni førdi eina skotroynd við sær, men hesum tók innskifti Jens Martin sær av, og so við og við settu føroyingarnir seg alt meira á dystin. Kropsligi fyrimunurin hjá okkara monnum gjørdist alt sjónligari, nú leikferðin varð sett eitt vet upp, og tá flytingarnar og skjótingarnar á vøllinum gjørdust fleiri, hevði mótstøðan eisini alt meira torført við at halda fast í markeringunum av føroysku leikarunum.
Og eftir 600 málleysar minuttir á Tórsvølli kom so endiliga hol á. John Petersen, sum annars var lutfalsliga lítið við í spælinum í nýggja leiklutinum, hevði nú ein meira reikandi leiklut, og hetta gav bonus, tá Jákup á Borg vann bóltin í høgru síðu. Smáspæl teirra millum endaði við, at John varð sendur avstað, og tá bólturin varð lagdur innfyri, kundi Christian Høgni við einum sera beherskaðum fluktara stýra bóltinum í meskarnar, og so kom verulig ferð á.
Føroyska kvørnin vant seg alt meira upp. Kropsligi fyrimunurin gjørdist alt sjónligari, og tá farið var um miðjan hálvleikin komu vit á odda. Við eini rættari mannfólkatakling - sum tó viðførdi skaða - breyt Helgi L. Petersen uppspælið hjá mótstøðuni. Hann fekk sent Christian Høgna avstað, og tó at hetta bert viðførdi hornaspark, so høvdu hesi í fleiri undanfarnum førum víst seg at vera vandamikil. Enn eina ferð varð Jákup settur at skjóta, og tá bólturin slapp at ferðast tvørtur um alla verjuna kundi Fróði Benjaminsen við handaru stong flukta bóltin upp undir nettakið.
Liktinstein megnaði framvegis at geva føroysku áskoðarunum ein lítlan skelk, men íslendski dómarin, sum annars kom sera væl frá dystinum, lat seg ikki lumpa, tá Cristof Ritter lat seg fella í brotsteiginum, men sýndi ístaðin gula kortið, og fáar minuttir seinni kundu føroyingarnir so avgera. Upprunin til málið kom enn einaferð úr vinstra borði, haðani Rógvi Jacobsen sendi eitt gott innlegg til John Petersen. John gav sær tó ov góður stundir, soleiðis at bólturin varð beindur út til horna, men hetta var bert ein stokkut freist hjá verjuni. Aftur sendi Jákup inn móti handara stólpa, og hesa ferð var Julian Johnsson hægstur, soleiðis at hann fekk stútað í kassan, og so var fyrsti føroyski sigurin á Tórsvølli veruleiki. Ein lítlan hvøkk afturat fingu vit, tá Christian Høgni noyddist at stúta burtur á málstrikuni, men tann bóltin hevði Jens Martin helst kortini fingið, og hetta hevði hóast alt verið ov seint. Teir fimm eyka minuttirnir á dómaraklokkuni vóru skjótt fingnir frá hondini, og saman við venjaranum kundu føroysku leikararnir fegnast um sigurin, sum í øllum førum gav nýggja tíðarskeiðnum í føroyskum landsliðsfótbólti eina góða byrjan.
Spennandi útlit
Kanska er eitt sindur torført at seta dystin í perspektiv til komandi dystin móti skotum, nú mótstøðan helst verður ein heilt onnur, men einki er at ivast í, at nakrir lærupengar vóru at vinna hjá bæði leikarum og venjara.
Fyrst og fremst kundi staðfestast, at tað als ikki er ógjørligt hjá føroyska liðnum at spæla 4-4-2. Sum tað so pent eitur, so verður vøllurin betri dekkaður í hesari, men fyrst og fremst ræður um at arbeiða keturnar í verjuni og á miðvøllinum saman, soleiðis at hesar alla tíðina skjóta seg, og á tann hátt bakka upp, soleiðis at sweeparaleikluturin gerst óneyðugur. Hesin parturin av uppgávuni hepnaðist í longum løtum heilt væl, so hornasteinurin skuldi verið í lagi, og við framúr fótbóltsevnunum hjá Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, kann talan gerast um eina verju, sum í enn størri mun spælir heldur enn sparkar fótbólt.
Frameftir vøllinum skulu kanska fleiri lutir betrast, um vit eisini skulu hótta størru tjóðirnar. Fyrst og fremst skulu leikararnir gerast betri til at bróta keturnar, soleiðis at størri djúpd verður í álopspartinum, og tó at tað neyvan er ynskiligt at kopiera norska »drillo-fótbóltin«, so kundu føroysku leikararnir væl hugt eftir nøkrum dystum hjá norska landsliðnum fyri fáum árum síðani. Um ikki annað fyri at síggjast kann, hvussu miðvøllurin kann gerast meira vandamikil. Serstakliga á sentrala miðvøllinum kann tørvur vera á fleiri frambrotum, men hinvegin skal miðjan heldur ikki tynnast ov nógv, tá bert fýra mans eru at taka av.
Hetta eru tó lutir, sum arbeiðast kann við komandi tíðina, og tó at tað væl kann koma at kosta í fyrstu dystunum, so er einki at ivast í, at føroyska fótbóltslandsliðið gongur eini spennandi tíð á møti, nú vit av álvara trína inn í venjaraskeiðið hjá Henrik Larsen. Kanska var talan um eina bíliga bakgrund í hesum fyrsta sigrinum, men ein sigur er ein sigur, og tað er í øllum førum betri at byrja væl enn illa.