Fríðrikur Erlings vitjar í hesum døgum í Føroyum á 5. sinni. Hann hevur áður vitjað í samband við framleiðslu av filmstriologi, har hann hevur gjørt film um Føroyar, um ólavsøku og í juni í ár um sluppina Johonnu, sum gjørdi sjáldsama ferð til Íslands at keypa fisk, fyri síðan at selja í Onglandi. Hetta fyri at minnast, at 60 ár eru siðani seinna heimsbardaga.
Fríðrikur Erlings vil fegin, at bondini millum Føroyar og Ísland styrkjast aftur.
Hann vísir á, at í gomlum døgum vóru sterk bond landanna millum og at eldri ættarlið hava arbeitt í Íslandi og at bondini fyrr vóru sterk milllum Føroyar og Ísland.
Í Íslandi er ongin slupp og tá Johanna vitjaði í juni, var áhugin so sera stórur fyri sluppini, at fólk í túsundatali kom at hyggja at skipinum.
Tað gleðir tí eisini Erlings, at Johanna skal aftur til Thorleifshøfn í Íslandi á eina stevnu har og at tað er Íslendski staturin, ið stuðlar ferðini.
Hann stendur eisini á odda fyri ferðamannafelagnum Endurreisnarfelagið, sum vil varðveita og styrkja tunna tráðin, sum er millum Føroyar og Ísland framvegis.
- Vit hava málið og søguna felags. Mong eiga ommu ella abba, sum kennir væl Ísland, hevur arbeitt ella siglt har. Men unga fólkið í dag hevur ikki somu kenslu og hetta vilja vit fegin bøta uppá, sigur Fríðrikur Erlings, sum annars metir tað vera av stórum týdningi, at smátjóðir standa saman í hesum døgum, nú globalisering er eitt mótaorð.
Rithøvundur
Erlings er rithøvundur, umframt at fáast við film og málrættaða ferðavinnu. Hann hevur skrivað 4 bøkur og á føroyskum kenna vit bókina Benjamin Dúgva.
Tvær av bókum hansara eru ávegis til enska marknaðin og verða nú umsettar til enskt.
Á ferðini vónar Fríðrikur Erlings, at okkurt forlag í Føroyum vil samstarva, so 3D barnafilmurin Kata lítla larvan ljóta kann fáa føroyska talu. Filmurin hevur frammanundan fleiri tungumál innspæld, sum ein kann velja.
Filmurin er fyrsti 3D filmur DVD í Íslandi og hevur fingið rós og fleiri heiðurslønir. Eisini er filmurin partur av samstavi við Unicef og Umhugsni, ið arbeiðir fyri at bøta korini hjá sjúkum børnum. Hesi fáa so part av søluinntøkuni og er filmurin nærum at finna í hvørjum einasta íslendskum heimi.
- Tað hevði verið óført at fingið føroyska talu á filmin eisini, so um sjónleikarar, sjónvarp og eitt forlag høvdu víst hesum áhuga, so hevði tað verið óført, sigur Erlings.
Erlings hevur nógv jørn í eldinum og í felag hansara verður eisini tosað um at byggja føroysk hús í Íslandi og íslendskt í Føroyum. Sjálvur býr hann í bygdini Eyrarbakki, ið er ein av trimum bygdum í Íslandi við gomlum húsum..
Fríðrikur Erlings vónar at spinna tunna endan, sum enn bindur Føroyar og Ísland, tjykkri. Og kanska tað eydnast hjá hesum ágrýtna manni, sum á kortið sínum kann føra seg fram sum hugmyndasmið og søgufrøðing.