- Tað er ein super kensla. Tað er altíð stuttligt, tá tað gongst væl, og mál verða rokkin, sigur Cecil Weihe, sum seinastu 15 árini hevur hann latið seg í renniskógvarnar og runnið sær ein túr so at siga [...] eg havi meira orku og yvirskot í einum gerandisdegi, sum til tíðir kann kennast strongjandi, sigur Cecil Weihe, sum upprunaliga er av Skála, men sum seinastu nógvu árini hevur búð í Tórshavn. Rennari av [...] hevur tað ongantíð verið ein trupulleiki, sigur Cecil Weihe, ið hevur konu og trý børn. - Eg royni at leggja rennitúrarnar soleiðis til rættis, at tað órógvar sum minst. Tá eg renni ein túr upp á einar tríggjar
skipini, sum vágbingar hava keypt, enn ikki loyst. Talan er um Sumbeam, sum er komin fyri Roc Amadour og Beinisvørð, sum er komin fyri Sancy. Í Havn liggja Kalsevni, Grímur Kamban og Eydna, sum er fyrrverandi [...] Spurningurin er bara, hvussu nógv av hesum skipum eru eftir, tá tað hendir. Brestir, sum er ein av djúpvatnstrolarunum, sum Poul Hansen varðar av, landar ætlandi í dag. - Fiskiskapurin er lakur í løtuni, og [...] eiga kvotu til ein túr í Grønlandi, sigur hann. Hinir báðir Tað er felagið P/F Brestir, sum eigur Brestir, men Poul Hansen varðar eisini av djúpvatnstrolarunum, Grími Kamban og Kalsevni, sum felagið P/F Research
eisini heimild at útseta ein arbeiðssteðg í vónini um at finna semju. Men hóast hesar møguleikar, so hava vit seinasta árið havt fleiri verkføll – og eisini eitt verkbann, sum er tá arbeiðsgevarin útihýsir [...] verkfalskassar, sum rinda løn til limirnar, tá tey eru í verkfalli, men tað er himmalvíður munur á, hvør partur á arbeiðsmarknaðinum hevur størsta pengakassan aftanfyri seg. Tað er tí ein sera stórur ójavni [...] Lønarsamráðingarnar skulu fyri arbeiðsgevarans part liva upp til ta politisku telving, sum er um landsbúskapin sum heild. Tað merkir, at politisk atlit eru grundarlagið undir lønarsamráðingunum frá arb
mál, minnir um ein fótbóltsdyst, har annar parturin er aftanfyri 5-0 og í tíðini sum dómarin hevur lagt afturat kemur enn eitt mál, so dysturin endar 5-1. Páll á Reynatúgvi útrópar liðið, sum fekk tað seinasta [...] grannskoðarar, sum sambært umboðsmannin sjálvan, ikki vóru partar av málinum. Hetta ljóðar sum skemt, men hetta er tann nakni veruleiki og harra Páll á Reynatúgvu brúkar hesa torpedo sum prógv um, hvussu [...] er lagnurnar speisemi, at úrslitið bleiv beint øvugt av tí sum umboðsmaðurin ætlaði. Málið fekk als ongar avleiðingar fyri fyrisitingina. Tá ein skjútti hevur sent sína torpedo avstað, er viðkomandi ikki
skal fella so væl sum gjørligt inn í natúruna rundanum. Sambýlið verður bygt, fíggjað og rikið sum ein sjálvsognarstovnur, har kommunan betalir ein part, landið ein og búfólkini betala ein part. Harafturat [...] ?Hetta er ein ætlan, sum Tvøroyrar Býráð hevur arbeitt við nú í eini tvey ár, sigur Bergur Bærendsen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð. Hann sigur, at tað fyrra eldrasambýli, sum kommunan gjørdi [...] gjørdi í einum gomlum húsum var avgjørt ein neyðloysn. ? Talan var um ein tørv, sum var bráneyðugur at loysa. Vit ferðaðust frá myndugleika til myndugleika, líka av almannastovuni á Tvøryri til almannastovuna
Sambandsflokkurin fekk tveir býráðslimir og samgongulistin, sum er ein samansjóðing av fólkaflokkinum, tjóðveldisflokkinum og miðflokkinum, fekk ein býráðslim. Men kortini eydnaðist at telva so væl á Tvøroyri [...] Vit noyðast at føra ein hóvligan fíggjarpolitikk so at vit ikki enda í óføri einaferð afturat. Tí skal byggjast út við skili, leggur hann dent á. Og at føra ein fíggjarpolitikk, sum ger tað møguligt at [...] tørvinum sum er í allari oynni. ? Tað er ikki skilagott, at tær einstøku kommunurnar byggja út hvør sær, sum best ber til, uttan at hugsa um heildartørvin í allari oynni. ? Men tað er eisini ein orsøk afturat
serligu skipanini »fræslur felagsskapur«. Hetta er ein skipan, ið tillutar ríkislutum størri vald á ávísum málsøkjum, enn tá talan er um vanligt heimastýri, eins og vit kenna tað. Uttanríkismál Sambært Hvítubók [...] og eisini mugu tær vísa hvørjar avleiðingar ein samráðingarloysn fær á tí stjórnarrættarliga økinum. Loysn innan grundlógarkarmin Hvítabók ger greitt, at ein loysn, ið gevur Føroyum nakað av víðari heimildum [...] felagsskapi til. Ein er uttan fullveldi og hin er við fullveldi. Samanumikið verður sagt, at einasti munurin millum báðar skipanirnar er, at í teirri við fullveldi høvdu Føroyar verið viðurkendar sum ríki av øðrum
forvitnari enn onnur, men tað liggur ein merkiliga íðin áhugi í teimum flestu, sum ein undirsjóvarstreymur, fyri at kalla øllum samfelagsviðurskiftum, eisini viðurskiftum sum liggja uttanfyri vanliga ar [...] kreppu, sum legði alla aling skerflata fyri fáum árum síðan. Atli og teir hóraðu undan, og í dag er hetta vónandi ein vinna, sum hevur slitið seg úr barnasjúkunum, soleiðis at hon aftur kann gerast ein trivaligur [...] fatan, at Føroyar skulu skipast sum sjálvstøðugur statur í dag heldur enn í morgin. Gerast ein javnbjóðis partur í tí heimshøpi, sum alt nú er farið at káka um, eisini tey sum ganga við tí løgnu støðu, at
apurin! Ein av undirvísarunum, Kristina S. Hansen lurtar við áhuga eftir tí eina luttakaranum, sum er í ferð við at lesa upp eitt petti úr Bíbliuni. Frammanundan hava luttakararnir fingið ein tekst handaðan [...] . Um ein ger tað, so er tað eins og vit missa sjálvan boðskapin niður á gólvið. - Tað er jú kærleikIN, ið alt snýr seg um. Hann hevur jú ongan enda, og tí mugu vit eisini fáa tað sagt við tey sum lurta [...] handaðan, sum tey skuldu lesa upp frammanfyri hinum. Í hesum føri var tað 13. kapittulin í 1. Korintbrævinum, tann sonevndi Kærleikskapittulin. - Hetta er ein ringur tekstur at lesa upp, tí her eru so nógvar
berg, øll sum hon er, og hon ber í barmi sínum bergsins hátíðarliga dám, sum krevur, at tú stígur varisliga og er ansin í hvørjum spori.” Soleiðis hevur ein so rámandi lýst Lítlu Dímun. Ogur, sum savnað eru [...] hvalvágni, sum bygdin eisini hevur navn eftir. ##med4## Hetta náttúrutilfeingið eyðkennir eisini allar hvalbingar. Tað liggur djúpt í teimum, er ein partur av teirra DNA´i. Teir eru innløgumenn um ein háls, [...] og sagnir knýta seg til Hvalba og Lítla Dímun. Sum børn læra okur í skúlanum bæði um turkar, sum rændu og loyptu ræðslu á fólk, um húskallin Snæbjørn, sum dirvisliga fjaldi seg í fjøllunum fyri yvirvøldini