Djúpvatnsflotin
Tað eru tilsamans 13 djúpvatnstrolarar – ella lemmatrolarar – í føroyska fiskiskipaflotanum. Av hesum liggja í løtuni fleiri enn helvtin.
Á Tvøroyri liggja Rakin og Phoenix, og Rasmus Effersøe er á beding.
Í Vági hava skipini, sum vágbingar hava keypt, enn ikki loyst. Talan er um Sumbeam, sum er komin fyri Roc Amadour og Beinisvørð, sum er komin fyri Sancy.
Í Havn liggja Kalsevni, Grímur Kamban og Eydna, sum er fyrrverandi Vesturvarði.
Summi av hesum skipum liggja, tí ymiskar ábøtur eru ella verða gjørdar, onnur tí tað gongur illa at fáa fólk, og í triðja lagi liggja djúpvatnstrolarar, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr.
Høgu oljuprísirnir eru størsta hóttanin hjá hesum parti av okkara fiskiflota.
Hálv miljón
Herfyri vísti skipari á einum av teimum smærru djúvatnstrolarunum á, hvussu ein túrur hjá teimum kann síggja út.
- Vit eru komnir aftur í morgun eftir at hava verið úti í 10 dagar. Veiðan er 140.000 pund, sum ikki er nakar ringur túrur. Vit hava selt fyri 350.000 krónur tilsamans. Áðrenn vit loystu, bunkraðu vit olju fyri 250.000 krónur, segði skiparin.
Her skal ikki nógv vit til at skilja, at ein slíkur túrur slett ikki hongur saman.
Poul Hansen, reiðari, vísir á, at manningin við hesum skipum fær 35% av veiðivirðinum, og tað er einar 125.000 krónur. - Longu nú, áðrenn aðrar útreiðslur eru goldnar, gevur ein slíkur túrur eitt hall upp á 25.000 krónur.
Reiðarin vísir á, at samstundis, sum olja og eitt nú proviantur eru dýrkað, eru fiskaprísirnir ikki øktir í sama mun.
- Fiskaprísirnir eru ikki farnir upp samsvarandi matvøruprísunum, men væntandi er, at teir fara uppeftir. Spurningurin er bara, hvussu nógv av hesum skipum eru eftir, tá tað hendir.
Brestir, sum er ein av djúpvatnstrolarunum, sum Poul Hansen varðar av, landar ætlandi í dag.
- Fiskiskapurin er lakur í løtuni, og skulu hesi skip hava nakran møguleika at fáa raksturin at hanga saman, skal ein túrur, sum varar einar 8-10 dagar, ikki geva minni enn hálva miljón krónur. Tað er tað minsta, leggur hann dent á.
Reiðarin sigur, at Brestir fer at liggja einar 4-5 dagar, meðan smávegis umvælingar verða gjørdar, og síðan fer skipið til Grønlands at fiska kongafisk og svartkalva.
- Vit eiga kvotu til ein túr í Grønlandi, sigur hann.
Hinir báðir
Tað er felagið P/F Brestir, sum eigur Brestir, men Poul Hansen varðar eisini av djúpvatnstrolarunum, Grími Kamban og Kalsevni, sum felagið P/F Research eigur.
Hesi skip hava ligið leingi við vestaru bryggju í Havn, men ætlandi loysa tey aftur um einar 14 dagar ella so.
- Partapeningurin í felagnum verður hækkaður, samstundis sum nýggir partaeigarar úr Sørvági koma upp í felagið. Tað verður tó framvegis P/F Research, sum fer at eiga og reka hesi bæði skipini.
Meðan skipini hava ligið, er ymiskt umvælingararbeiði gjørt, sigur Poul Hansen, reiðari.









