Magi'in liggur í orðunum

Leygardagin var eitt serstakt skeið fyri deknar hildið í Vesturkirkjuni í Havn. Endamálið var at læra hesi rættan upplestur. - Orðini hava størsta týdningin. Í teimum liggur magi'in í boðskapinum!, varð sagt

Vesturkirkjan: - Hygg. Les líka hetta pettið einaferð aftrat um kærleikan, og hav so eitt gott smíl uppá. Hetta er jú gleðiboðskapurin!

Ein av undirvísarunum, Kristina S. Hansen lurtar við áhuga eftir tí eina luttakaranum, sum er í ferð við at lesa upp eitt petti úr Bíbliuni.

Frammanundan hava luttakararnir fingið ein tekst handaðan, sum tey skuldu lesa upp frammanfyri hinum. Í hesum føri var tað 13. kapittulin í 1. Korintbrævinum, tann sonevndi Kærleikskapittulin.

- Hetta er ein ringur tekstur at lesa upp, tí her eru so nógvar myndir í. Tí er sera týdningarmikið at hesar myndirnar koma týðiliga fram, greiðir Kristina frá fyri skeiðluttakarunum.

Skeiðið var skipað við undirvísing avspenning, andadrátti og við upphiting av røddini. Seinnapartin var upplestur í bæði av bundnum og óbundnum teksti, og endaði við at tey sluppu at lesa upp fyri hvørjum øðrum.


Kærleikin er sterkur

Luttakararnir eru helst vanir við at standa á eini kórsgátt, har tey lesa annaðhvørt inngangsbøn, bíbliutekstir ella eina skrivaða prædiku úr eini lestrarbók.

Nú ið áhoyrarnir vóru bæði færri og vóru komnir higar í somu ørindum, var ikki lætt at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind:

At lesa upp bæði sannførandi, týðiliga, spakuliga og greitt, hava eygnasamband við áhoyrararnar, og haraftrat soleiðis, at áhoyrararnir ella kirkjufólkið skilja boðskapin í tekstinum.

Undir kønari leiðslu av Kristinu og systrunum Riu og Súsannu Tórgarð fingu luttakarnir nøkur amboð at brúka í tænastu teirra sum deknar í føroysku kirkjunum.

- Nú las tú upp, at kærleikin er langmóðigur, góðviljaður, øvundar ikki og blæsur seg ikki upp. Men, her er jú talan um sera sterkar myndir sum Paulus brúkar í brævinum.

- Tí er tað sera umráðandi, at tú líkasum letur hesar myndirnar hanga í luftini eitt sindur og ikki skunda tær víðari. Tá skilja fólk betur, hvussu stórur hesin kærleikin er, greiðir Kristina frá.

Luttakarin lurtar væl eftir ráðunum, og roynir enn einaferð at lesa upp henda sigandi tekstin úr Nýggja Testamenti.


Ikki missa boðskapin á gólvið

Tað er ikki so lætt, tá hini øll sita og fylgja væl við. Tað er heitt í rúminum, tá øll sita soleiðis og konsentrera seg 100%.

"Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin", lesur hon upp eftir besta førimuni.

- Steðga eitt lítið sindur, brýtur Kristina hana av einaferð aftrat.

- Ansa eftir, at tú ikki fellur í tónalagnum í endanum av setninginum "men størstur av teimum er kærleikin". Um ein ger tað, so er tað eins og vit missa sjálvan boðskapin niður á gólvið.

- Tað er jú kærleikIN, ið alt snýr seg um. Hann hevur jú ongan enda, og tí mugu vit eisini fáa tað sagt við tey sum lurta!

Luttakarin roynir enn einaferð. Nú er líkt til, at hon fær samantvinna boðskapin í tekstinum saman við øllum tí, sum tey hava lært fyrri um dagin.

Luttakarnir sita at samgleðast við henni um úrslitið.




Spennandi samstarv um upplestur

Skeiðið í upplestri er ein liður í einum spennandi samstarvi millum tveir so ymiskar partar sum Felagið fyri Kirkjuráðslimir og Tjóðpall Føroya.

Her var í øllum lagt upp til at gera deknar og prestar tilvitaðar um, hvat tað vil siga at bera fram eina prædiku ella lestur, ella við at lesa tekstir úr Bíbliuni.

At standa fyri skeiðnum vóru undirvísarar í serflokki, og sum øll høvdu drúgvar royndir í bæði upplestri og tí at standa á palli til ein leik. Hesi trý vóru Kristina S. Hansen, og systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð.

Dagurin var skipaður í ávís evni, har byrjað varð við ymiskum venjingum fyri røddina, áðrenn luttakarnir sjálvir sluppu at lesa upp tekstir fyri hvørjum øðrum.

Tað skiltist á teimum, at hetta hevði verið ein góður dagur. Tey, ið enn ikki hava verið á skeiðnum, fáa ein nýggjan møguleika leygardagin í næstu viku, tá tað verður tikið uppaftur.