Rennur seg til orku og vælveru

- Renningin gevur mær eina kenslu av vælveru og yvirskoti. Og so hjálpir tað at renna ein túr, tá eg kenni meg strongdan. Soleiðis sigur 48 ára gamli Cecil Weihe, sum hvønn dag rennur longri og styttri túrar. Um vikuskiftið bleiv hann vinnari av Tórshavn Marathon fyri fimtu ferð

Leygardagin kundi Cecil Weihe sum tann fyrsti maðurin traðka um mállinjuna í Tórshavn Marathon, tá tíðin vísti tveir tímar og 53 minuttir. Tað var rennifelagið Bragdið, sum 11. árið á rað skipaði fyri renningini.
Og fyri fimtu ferð var Cecil Weihe fyrstur á mál. Hóast troyttur hevði hann eina fantastiska kenslu, tá hann stóð røttu megin mállinjuna.
- Tað er ein super kensla. Tað er altíð stuttligt, tá tað gongst væl, og mál verða rokkin, sigur Cecil Weihe, sum seinastu 15 árini hevur hann latið seg í renniskógvarnar og runnið sær ein túr so at siga hvønn dag.
- Eg veit, hvussu stóra og positiva ávirkan ein rennitúrur hevur á kropp og sinn, og tað er ivaleyst tí, eg renni hvønn dag, sigur Cecil Weihe.
- Fyri meg er renningin eitt fríkorter í gerandisdegnum, har eg fái samla tankarnar og líkasum reinsa heilan. Tað ger, at eg havi meira orku og yvirskot í einum gerandisdegi, sum til tíðir kann kennast strongjandi, sigur Cecil Weihe, sum upprunaliga er av Skála, men sum seinastu nógvu árini hevur búð í Tórshavn.

Rennari av tilvild
Tað var annars heldur tilvildarligt, at Cecil Weihe fór undir at renna og venja miðvíst fyri at luttaka í ymsum kappingum.
- Eg havi altíð fingist við ítrótt, og sum yngri spældi eg fótbólti og róði eisini. Eg byrjaði so at súkkla tá einaferð mitt í 90unum, men tað er jú ikki heilt lætt at súkkla um veturin, tá kavin ofta legst tjúkkur á vegirnar, og tað er hált. Tí avgjørdi eg veturin 1997, at nú skuldi eg royna at renna í staðin fyri at súkkla, men eg veit ikki, eg kom ongantíð á súkkluna aftur, men helt fram við at renna mínar dagligu túrar, heldur Cecil Weihe skemtiliga fyri.
Tað er ymiskt, hvussu langt hann rennur hvørja viku.
- Onkrar dagar renni eg stuttar túrar á einar átta kilometrar, aðrar dagar renni eg 20 kilometrar, og so taki eg onkran langan túr á umleið 35 kilometrar. So upp á eina viku fái eg heilt fitt av kilometrum í beinini, um eg vil, sigur Cecil Weihe, sum ikki letur tað skiftandi veðurlagið í Føroyum renningina.
- Sjálvandi kundi veðrið ofta verið betri, men nú eru vit her, og so má mann bara taka tað, sum tað kemur. Eg vil siga, at tað eru nógvir vátir og gráir dagar, men eisini nakrir ótrúliga góðir og vakrir dagar.

Familjan má góðtaka tað
Renningin fyllir nógv í gerandisdegnum hjá Cecil Weihe, ið dagliga starvast sum bankamaður í Bank Nordik. Skal hann fáa sum mest burtur úr og klára seg væl í teimum ymsu rennikappingunum, er neyðugt við einum heilsugóðum lívsstíli.
- Eg eri rættiliga tilvitaður um lívsstílin og eri noyddur at hugsa um matin, svøvn og ikki vera ov ofta í býnum, greiðir Cecil Weihe frá og heldur fram:
- Hvat mati viðvíkur, so eti eg vanligan mat, men eg hugsi um, hvat tað er, sum fer niðurum. Til dømis eti eg so at siga als ikki køku, men tað havi eg ongantíð tíma at etið, so tað er eingin trupulleiki ikki at eta køkur, sigur Cecil Weihe.
Hann vísir á, at renningin fer við nógvari tíð, og at tað skal planlegging til, um venjing, arbeiðið og familjulív skal hanga saman.
- At renna so nógvar tímar um vikuna krevur, at tín maki og familja góðtaka tað. Hjá okkum hevur tað ongantíð verið ein trupulleiki, sigur Cecil Weihe, ið hevur konu og trý børn.
- Eg royni at leggja rennitúrarnar soleiðis til rættis, at tað órógvar sum minst. Tá eg renni ein túr upp á einar tríggjar tímar, plagar tað gjarna at vera sunnumorgnar klokkan átta, at eg fari út. Og annars so plagi eg at venja bent eftir arbeiðstíð, soleiðis at eg veruliga kann halda frí um kvøldið.

Gevst ikki enn
Síðani Cecil Weihe byrjaði at renna fyri 15 árum síðani, hevur hann luttikið í nógvum kappingum. Higartil er tað blivið til 13 marathon. Umframt at hava runnið marathon í Føroyum hevur hann eisini luttikið í marathon Keypmannahavn, Odense og París. Sjálvur hevur hann onga beinleiðis uppskrift uppá, hví tað fellir honum lætt at renna teir 42, 2 kilometrarnar ferð eftir ferð.
- Sjálvandi skal nógv venjing til, men eg haldi eisini, at tú skalt hava evnini til at renna langt. Summi eru bygd til at renna stuttar túrar á fimm kilometrar, meðan onnur klára betur at renna langt, sigur Cecil Weihe og heldur fram:
- Men tað krevur nógva venjing. Eisini teir dagarnar veðrið ikki er til vildar, syrgi eg fyri, at eg fái vant. Tá plagi eg at intervalvenja á einum rennibandi, so á tann hátt noyðist eg ikki altíð út í vind og regn, heldur Cecil Weihe fyri.
Onkur vildi kanska hildið, at tað kann gerast keðiligt í longdini bara at renna. Men tað heldur Cecil Weihe ikki.
- Eg geri fyri so vítt ikki annan ítrótt afturat renningini. Geri onkrar venjingar fyri at styrkja búkin og ryggin, men tað er so tað. Eg tími at renna og mær dámar væl spenningin, sum liggur í einum marathon. Fyrstu ferð eg luttók í einum marathon var í 2002, og tá var eg allan túrin ivasamur, um eg nú fór at klára at gjøgnumføra teir 42,2 kilometrarnar. Men eg megnaði tað, og líka síðani havi eg kappast við mær sjálvum um at fáa betri og betri tíðir fyri hvørt marathon eg luttaki í, sigur Cecil Weihe, sum ætlar sær at renna fleiri marathon afturat.
- Eitt marathon slítur nógv upp á kroppin, men sjálv venjingin fram til eitt marathon er góð eftir mínum tykki. Mær dámar væl henda ítróttin og ætli mær so avgjørt ikki at gevast enn, sigur Cecil Weihe, sum longu hevur ætlanir um sítt næsta marathon.
- Tað verður einki marathon afturat til mín í ár, men í apríl ella mai mánaði er marathon í Keypmannahavn. Sjálvandi verði eg við tá.



Í faktaboks:
Navn: Cecil Weihe
Aldur: 48 ár
Starv: Bankamaður í Bank Nordik
Bústaður: Tórshavn