Í sátt og semju á Tvøroyri

Fyri fyrstu ferð í fleiri mannaminni, hevur Tvøroyrar Býráð skipað seg í sátt og semju. Skattalætti, hóvligur fíggjarpolitikkur og ætlanin at flyta heilsuskúlan til Vágs, verða nøkur høvuðsmál hjá nýggja býráðnum

Býráðspolitikkur

Tá ið Kristin Michelsen mánakvøldið varð afturvaldur til borgarstjóra á Tvøroyri í fýra ár afturat, var tað við atkvøðunum frá øllum sjey býráðslimunum á Tvøroyri í rygginum.
Og hetta er fyrstu ferð so langt nakar minnist, at eitt býráð á Tvøroyri hevur skipað seg í sátt og semju.
Annars hevur altíð verið talan um eina samgongu og eina andstøðu og mangan hevur tað eisini leikað rættiliga hart á ímillum báðar partarnar í býráðnum.
Men tað var longu uppundir valið, at tosað var um betri samstarv í Býráðnum og tað var enntá komið heilt langt við eini felags uppstilling, har allir flokkar skuldu stilla upp á einum og sama lista.
Tað miseydnaðist, so ístaðin varð stillað upp á trimum listum.
Úrslitið var, at javnaðarflokkurin fekk fýra býráðslimir og kundi sostatt skipað samgongu einsamallur. Sambandsflokkurin fekk tveir býráðslimir og samgongulistin, sum er ein samansjóðing av fólkaflokkinum, tjóðveldisflokkinum og miðflokkinum, fekk ein býráðslim.
Men kortini eydnaðist at telva so væl á Tvøroyri, at allir flokkarnir samdust um at velja Kristin Michelsen á javnaðarlistanum til borgarstjóra og Paula Einarsson á sama lista til varaborgarstjóra.
Men annars vórðu nevndirnar býttar sundur ímillum allar flokkarnar, so at øll fingu nakað.

Vænta fruktagott samstarv
Tá ið býráðið hevði skipað seg mánakvøldið, vóru tað fleiri býráðslimir, sum fegnaðist um, at tað hevði eydnast at finna semju. Tað gjørdu bæði borgarstjórin, varaborgarstjórin og Bergur Bærendsen úr samgongulistanum og teir váttaðu allir tríggir, at teirra lutur skuldi ikki liggja eftir í royndunum í at fáa eitt fruktagott og heppið samstarv.
Men tað ivaðist teir heldur ikki í, fór at verða úrslitið.
Tað var eisini onkur, sum kallaði hendan fundin fyri tann besta í býráðnum nakrantíð.
-? Tað hevur stóran týdning at samstarva, serliga fyri at kunna standa seg í kappingina við onnur øki í landinum, tí tað stendur nógv upp á spæl í løtuni.
Býráðslimir á Tvøroyri mettu eisini, at semjan í Tvøroyrar Býráð var eitt greitt tekin til restina av Suðuroy um samstarv og ganga saman í samvinnu.
? Næsta stigið átti at vera at fáa alla Suðuroy at standa saman fyri at fáa drigið nakað til oynna, halda býráðslimir á Tvøroyri.
Kristin Michelsen heldur, at tað hevur stórar fyrimunir at alt býráðið er savnað.
? Í kommununi føra vit kommunupolitikk, sum skal tæna borgarunum og ikki partapolitikk og við at savna alt býáðið, fáa allir býráðslimir ábyrgd og tað kann bara gagna kommununi, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at hetta er eitt úrslit av, at allir flokkarnir høvdu semju og samstarv rættiliga frammiliga í valskránni til hetta býráðsvalið.
? Og nú vit arbeiða hart fyri at leggja kommunur saman, er tað rættast at byrja hjá sær sjálvum við semju og samstarvi og tað gekk rættiliga gott hjá øllum býráðslimunum at finna semju, sigur hann.

Skattalættin
Umframt samanlegging, heldur Kristin Michelsen, at eitt høvuðsmál hjá nýggja býráðnum verður at føra ein hóvligan fíggjarpolitikk, soleiðis at tað skal bera til at lækka skattaprosentið.
? Vit mugu gera alt fyri at kunna lækka skattin eftir at tvørafólk hava livað við landsins hægsta skattaprosenti í meiri enn 10 ár.
Men hann sigur eisini, at ætlanin hjá landsstýrinum við at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri og ætlaða miðnámskúlan í Vági til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin, er eitt stórmál hjá Tvøroyrar Býráð at arbeiða við.
? Vit halda at framferðin hjá landsstýrinum í hesum máli hevur verið ómetaliga óstortslig. Tvøroyrar Býráð hevur lagt sera stóran dent á heilsuskúlan og hóast talan er um eitt landsmál burturav, hevur kommuman eisini brúkt heilar tvær milliónir upp á skúlan fyri at geva honum so góðar umstøður, sum tilber.
?Hetta hava vit gørt, tí landsstýrið hevur alla tíðina givið til kennar, at skúlin skuldi vera á Tvøroyri.
? Tí skilja vit ikki, at Landsstýrið kemur fram við eini ætlan um at flyta skúlan, uttan at tosa við kommununa fyrst, so at vit ístaðin frætta um ætlanina í fjølmiðlunum.
Tað skilst annars, at landsstýrið ætlar at tosa við allar kommunurnar í Suðuroy í januar ella februar um ætlanina.
? Nú bíða vit so bara eftir at fáa fundarboð frá landstýrinum, so fáa vit at síggja. Men tað skuldi landsstýrið havt gjørt beinanvegin ístaðin fyri at fara til Vágs Býráð einsamalt við einum uppskoti, sum eisini ávirkar Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen.

Týdningarmikið valskeið
Annars meta fleiri býráðslimir á Tvøroyri, at tey næstu fýra árini verða eitt tað týdningarmesta valskeiðið á Tvøroyri í mannaminni.
Tá ið Tvøroyrar Kommuna skyldaði mest, var skuldin næstan 180 milliónir, sum var útvið sjey álíkningar.
Næsta ár gongur avtalan um skuldina út og tá er skuldin komin niður á góðar 60 milliómir, sum er minni enn hálvonnur álíkning.
Sostatt hómast eisini eitt størri fíggjarligt rásarrúm hjá býráðnum.
Men borgarstjórin ávarar ímóti at leypa framav.
? Vit noyðast at føra ein hóvligan fíggjarpolitikk so at vit ikki enda í óføri einaferð afturat. Tí skal byggjast út við skili, leggur hann dent á.
Og at føra ein fíggjarpolitikk, sum ger tað møguligt at lækka skattin, liggur sera frammaliga hjá borgarstjóranum.
Annars treyt í valstríðnum ikki við hugskotum um, hvat skuldi gerast á Tvøroyri. Okurt valevni vildi hava nýggjan fótbóltsvøll, eitt annað nýggja svimjihøll og eitt triðja sambýli.
? Hetta eru alt mál, sum eru í eini framtíðarætlan, men tað verður hvørki næsta ár ella í 2006, sigur Kristin Michelsen.
?Hvat sambýli til eldri viðvíkur, er støðan ein heilt onnur. Har er býráðið púra samt um, at talan er um eitt landsmál. Men í tí løtu, tað verður eitt kommunumál, eru vit til reiðar at fara undir eitt sambýli.
? Hóast talan er um eitt landsmál, hevur kommunan útvega eitt fyribils sambýli til nøkur fólk í einum sethúsum, sum eru keypt til endamálið.
Annars heldur Kristin Michelsen at tað einasta rætta er, at allar kommunurnar í Suðuroy seta seg saman og kanna eftir, hvør tørvur er á eldraøkinum í oynni sum heild soattær kunnu byggja út í felag eftir eini heildarmeting av tørvinum sum er í allari oynni.
? Tað er ikki skilagott, at tær einstøku kommunurnar byggja út hvør sær, sum best ber til, uttan at hugsa um heildartørvin í allari oynni.
? Men tað er eisini ein orsøk afturat til at leggja alla oynna saman í eina kommunu sum skjótast.
á myndini er Tvøroyrar Býráð á sínum fyrsta fundi, tá ið tað skipaði seg. Sum sæst, eru allar hendur á lofti, tí tað varð gjørt í sátt og semju. Frá vinstru eru tey Bergur Bærendsen á samgongulistanum, Marjun Olsen og Jáspur Vang úr sambandsflokkinum, Jens Johannesen, Pauli Einarsson og Sverri Midjord úr javnaðarflokkinum, Óli Debes, býráðsskrivari og fyri borðendan situr Kristin Michelsen, borgarstjóri, úr javnaðarflokkinum