so leingi myndugleikarnir ikki eru lidnir við sínar kanningar. VG skrivar, at Eimskip hevur siglt upp á Noreg í 25 ár, og at óhappið við Gosafossi er tað fyrsta hjá reiðarínum í norskum sjógvi. Goðafoss [...] tá skipið fór á land. 493 bingjur eru umborð á skipinum, og tosað verður um at taka tær av skipinum, áðrenn roynt verður at toga tað avaftur. [...] reiðaríið Eimskip biður nú norsku myndugleikarnar um umbering fyri oljudálkingina, sum hevur staðist av, at farmaskipið Goðafoss sigldi á ein flúr í Oslofjørðinum fyrr í vikuni. Nakað av olju lak úr tveimum
telefonini fyri løtu síðan, var lítið at frætta. Og tað er jú tað besta, sum kann vera at frætta - at einki er ella hevur verið á vási. - Higartil í kvøld hava at kalla ongar uppgávur verið sum hava almenna [...] Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í kvøld, at lítið og einki hevur verið at gera tað, ið farið er av fríggjakvøldinum og vikuskiftinum. So væl, so leingi. Soleiðis kann sigast um tað, sum farið
møguleika. Kvinnurnar úr Klaksvík vóru á odda 11-8 í hálvleikinum, og vunnu 26-20 at enda. Tað var beinanvegin í seinna hálvleiki, at Stjørnan fór frá StÍF av álvara. Gestirnir fingu trý mál upp í slag, og heimaliðið [...] løtuna merkt av, at kvinnurnar úr Klaksvík ikki skuldu fáa óneyðugar útvísingar ella skaðar, tí steypafinalan er á skránni næsta vikuskiftið. Um tað er ein fyrimunur ella vansi, at Stjørnan spældi so [...] so lættan dyst hesaferð fyri steypafinaluna, fer tíðin at vísa. Svein Rógvi Nielsen, venjari, fer nú at fyrireika hópin til størsta einstaka dystin á árinum.
Knudsen vísir á, at í ár er lítið komið burtur úr, tó at hesir bátar ikki hava verið raktir av verkbanninum. - Veðrið hevur verið stak vánaligt, men vit vóna, at komandi dagarnir fara at roynast, sigur reiðarin [...] og einir 5-6 mans eru knýttir at bátinum. Skipari er Jóhan Djurhuus av Selatrað. - Eg keypti bátin í 2006, og eg havi verið sera heppin við fólki. Tað hevur gingið væl at fiska, men tað er botnlinjuni
rnar skriva, at deildirnir hjá Gaddafi hava tikið býin Brega, og at tær nú taka seg fram ímóti býnum Benghazi, sum er høvuðsbýur hjá uppreistrarmonnunumn. -Í roynd og veru ber ikki til at tosa um nakran [...] Benghazi fyri skotum, sigur Tijouri. Útlendskir tíðindamenn, sum eru í Benghazi, siga, at fólk hava stúra fyri, hvat fer at henda, um hermenninir hjá Gaddafi taka býin. Flest allir Benghazi-búgvar hava tikið [...] longur, sigur uppreistrarmaðurin Nabeel Tijouri við Reuters. Hann og hansara felagar noyddust í dag at flýggja úr Brega, tá hermenninir hjá Gaddafi tóku býin. -Fyrst máttu vit fara úr Ras Lanuf, í dag mistu
hevur verið meira upptikin av at vera venjari hjá kvinnunum. – Tað gekk væl at byrja við, tá liðið var væl mannað, men aftan á Mjølnir-kappingina, sum tað ikki eydnaðist at vinna, so steypafinalan reyk [...] ikki í steypafinaluna hesa ferð, og um vikuskiftið gjørdist greitt, at teir vinna bronsuna í landskappingini. – Allíkavæl haldi eg, at vit eru nøgdir við árið, tí hetta var nokk tað mesta, vit kundu fáa [...] reyk, hevur bara verið fráfall. Venjarin hjá okkum, Rajko Petrovic, hevur eftirfylgjandi valt at givið teimum ungu kjansin, og teir hava gjørt tað ordiliga gott. Næsta ár koma vit sterkt aftur.
hoyvíkingarnir seg væl, umframt at málverjin Levi Nybo vardi ofta meistarliga fyri. H71 fór undan heimaliðnum beinanvegin, og munurin varð so stórur, at spurningurin, um Kyndil fór at hótta leiðsluna, varð ongantíð [...] í stríðnum um at spæla finalurnar um FM-heitið móti Neistanum. Kyndil kundi vinna seg tvey stig nærri kollfirðingum í gjár, og tá KÍF er eitt av komandi mótstøðuliðunum, var hugsandi, at Kyndil kundi bíta [...] Álopsspælið riggaði illa, og verjuspælið var stundum lítið sannførandi. Hoyvíkingar fingu nógv pláss at spæla í. Dánjal Torgarð, H71, var stórspælandi og toppskjútti við 13 málum.
fundinum fari eg at greiða teimum frá mínum ætlanum, sigur Poul Michelsen, sum ikki fyrr enn í morgin fer at almannakunngera ætlanirnar við at stovna nýggja flokkin. Talan verður eftir øllum at døma um ein [...] klokkan 19 hittir Poul Michelsen viðhaldsfólk, og eftir tann fundin verður endaliga avgerðin tikin um at stovna nýggja flokkin »Framsókn«. Í dag gingu fólk og savnaðu undirskriftir í Havn. Nýggi flokkurin [...] tá tað í øllum førum er minni enn eitt ár til valið, so er tað eingin trupulleiki. Vit vænta skjótt at frætta meira um nýggja flokkin.
Annu Nygaard. -Tað var ótrúliga spennandi at royna, tí eg elski at menna meg tónleikaliga við slíkum avbjóðingum, sigur Anna Nygaard. Konsertin hevur gjørt, at Anna Nygaard nú hevur eina heilt øðrvísi áskoðan [...] áskoðan á Pink Floyd. -Tá man arbeiðir so intenst við einari fløgu, so kemur ein at kenna og dáma hana nógv betri. Eg havi hug at keypa allar fløgurnar hjá Pink Floyd nú, tí teirra tónleikur er so fantastiskt [...] Nygaard. Anna er í løtuni í Føroyum, men um tvær vikur gongur leiðin aftur til Danmarkar. -Eg fari at arbeiða víðari við sangskrivingini tá eg komi niður, sigur Anna Nygaard.
av húsunum ella íbúðini. Tað er tó greitt, at øll hava ikki brúk fyri at læna 200.000 krónur, og tí væntar bankin, at tær 50 milliónir krónurnar fara at røkka til millum 300 og 400 hús og íbúðir. Tað [...] krónur til endamálið. Peter Petersen, sum er stjóri í privatkundadeildini hjá Grønlandsbankanum, sigur við grønlendska kringvarpið, at fólk kunnu læna upp til 200.000 krónur til orkusparandi