Sørvingar nøgdir

Hóast stórt mannfall gjøgnum kappingarárið, hevur SÍ megnað at hildið seg so ovarlaga, at tað røkkur til bronsuna, og tað eru sørvingar nøgdir við

Eftir eitt fantastiskt kapp­ing­ar­ár í fjør, tá menninir hjá SÍ vunnu greipuna, hevur ikki hilnast líka væl í vetur. Sør­vingar komu slett ikki í steypa­finaluna hesa ferð, og um vikuskiftið gjørdist greitt, at teir vinna bronsuna í lands­kapp­ingini.
– Allíkavæl haldi eg, at vit eru nøgdir við árið, tí hetta var nokk tað mesta, vit kundu fáa burturúr við tí fólkinum, vit hava havt. Mannfallið hevur verið stórt, og tí kundu vit ikki rokna við tí heilt stóra, sigur Ragnar í Haraldsstovu, sum var við ímóti Fleyr leygardagin, men annars hevur verið meira upptikin av at vera venjari hjá kvinnunum.
– Tað gekk væl at byrja við, tá liðið var væl mannað, men aftan á Mjølnir-kappingina, sum tað ikki eydnaðist at vinna, so steypafinalan reyk, hev­ur bara verið fráfall. Venj­arin hjá okkum, Rajko Petrovic, hevur eftirfylgjandi valt at givið teimum ungu kjans­in, og teir hava gjørt tað ordiliga gott. Næsta ár koma vit sterkt aftur.