VÍF tók av sínum møguleika og livir framvegis í vónini. Kyndil var als ikki til reiðar og tapti greitt og uppiborið fyri hoyvíkingum. Tað var seinasta møguleikin. Kyndil er ikki longur við í stríðnum um finalupláss.
Tað eru bara vestmenningar, sum kunnu hótta KÍF í stríðnum um at spæla finalurnar um FM-heitið móti Neistanum. Kyndil kundi vinna seg tvey stig nærri kollfirðingum í gjár, og tá KÍF er eitt av komandi mótstøðuliðunum, var hugsandi, at Kyndil kundi bíta frá sær. Tað verður ikki støðan.
Eingin ivi
Gestirnir vóru grammari frá byrjan, og serliga í verjuspælinum stóðu hoyvíkingarnir seg væl, umframt at málverjin Levi Nybo vardi ofta meistarliga fyri. H71 fór undan heimaliðnum beinanvegin, og munurin varð so stórur, at spurningurin, um Kyndil fór at hótta leiðsluna, varð ongantíð reistur. Hinvegin var lítið veiggj í heimaliðnum. Álopsspælið riggaði illa, og verjuspælið var stundum lítið sannførandi. Hoyvíkingar fingu nógv pláss at spæla í.
Dánjal Torgarð, H71, var stórspælandi og toppskjútti við 13 málum.