Í kvøld klokkan 19 hittir Poul Michelsen viðhaldsfólk, og eftir tann fundin verður endaliga avgerðin tikin um at stovna nýggja flokkin »Framsókn«. Í dag gingu fólk og savnaðu undirskriftir í Havn. Nýggi flokkurin eitur »Framsókn«, og stovnarin er Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum herfyri fór úr Fólkaflokkinum.
- Eg havi kallað eini 100 fólk til fundar í kvøld. Hetta eru fólk, sum standa mær nær, og sum hava valt meg. Á fundinum fari eg at greiða teimum frá mínum ætlanum, sigur Poul Michelsen, sum ikki fyrr enn í morgin fer at almannakunngera ætlanirnar við at stovna nýggja flokkin.
Talan verður eftir øllum at døma um ein borgarligan fullveldisflokk, og fær hann nóg nógvar undirskriftir, so kann hann stilla upp til komandi løgitngsval, sum verður í seinasta lagið 19. januar 2012. Slíkar undirskriftir kunnu í mesta lagi goymast í eitt ár - og tá tað í øllum førum er minni enn eitt ár til valið, so er tað eingin trupulleiki.
Vit vænta skjótt at frætta meira um nýggja flokkin.