Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í kvøld, at lítið og einki hevur verið at gera tað, ið farið er av fríggjakvøldinum og vikuskiftinum. So væl, so leingi.
Soleiðis kann sigast um tað, sum farið er av hesum kvøldinum.
Tá Portalurin hevði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í telefonini fyri løtu síðan, var lítið at frætta.
Og tað er jú tað besta, sum kann vera at frætta - at einki er ella hevur verið á vási.
- Higartil í kvøld hava at kalla ongar uppgávur verið sum hava almenna áhuga. Onkurt smávegis hevur verið, har onkur bilur hevur bakkað á - og so hevur okkurt verið við onkrum hundi. Annars hevur kvøldið higartil verið stak friðarligt.
Vakthavandi hugdi gjøgnum frágreiðingina fyri kvøldið í kvøld, meðan vit høvdu hann í telefonini.
- Nei, hevur einki av týdningi verið, og vit hava havt eitt friðarligt kvøld higartil, segði vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fyri løtu síðan.