Lítil ferð, lítið hugflog og lítil spenningur.
Dysturin í Ítróttarhøllini á Skála hevði lítið upp á seg. Tá Stjørnan loksins setti ferðina upp í seinna hálvleiki hevði StÍF lítlan møguleika. Kvinnurnar úr Klaksvík vóru á odda 11-8 í hálvleikinum, og vunnu 26-20 at enda.
Tað var beinanvegin í seinna hálvleiki, at Stjørnan fór frá StÍF av álvara. Gestirnir fingu trý mál upp í slag, og heimaliðið svaraði ongantíð aftur. Munurin var sjáldan minni enn seks mál.
Stjørnan hevði fult tamarhald á dystinum, og sigurin var ongantíð í vanda. Spælið var seinastu løtuna merkt av, at kvinnurnar úr Klaksvík ikki skuldu fáa óneyðugar útvísingar ella skaðar, tí steypafinalan er á skránni næsta vikuskiftið.
Um tað er ein fyrimunur ella vansi, at Stjørnan spældi so lættan dyst hesaferð fyri steypafinaluna, fer tíðin at vísa. Svein Rógvi Nielsen, venjari, fer nú at fyrireika hópin til størsta einstaka dystin á árinum.