trý stig av teimum seks møguligu, har Heini Danielsen hevur fingið hesi tey seinastu fýra talvini, eftirsum hann tapti tvey tey fyrstu. Flóvin liggur í løtuni á deildum øðrum plássi við sínum fýra stigum [...] Komandi fríggjadag fara tveir aðrir talvútisetar at royna seg í vikuskiftiskapping í Árhus. Teir eru Carl Eli N. Samuelsen og Jóan Hendrik Andreasen, sum fara at telva fimm talv yvir eitt vikuskifti. KTF vann [...] felagið bleiv stovnað, og vóru teir tey fyrstu nógvu árini besta talvfelag í landinum saman við Havnar Telvingarfelag. 70´ini vóru ikki teirra bestu ár, men teir áttu tó føroyameistaran frá 1978, John Jacobsen
grundgeving fyri, hvussu umráðandi tað er, at vit raðfesta. Er tað ok at vit onga barnapsykiatriska deild hava? At Psykiatriski Depilin aftur er útsettur? Áttu vit at umskipa ávísar partar av sjúkhúsverkinum [...] Fái toknir av, at ávís evni eru nærum tabu at tosa um. Men sjúkhúsverkið og heilsuverkið sum heild er avbera kostnaðarmikið – tað merkir ikki, at starvsfólkini ikki eru arbeiðssom ella at tey eru dovin. Heldur [...] sigur púra greitt, at umráðandi er, at politikarar taka støðu til, hvat teir vilja hava fyri upphæddina, sum er vaksandi til tey trý sjúkhúsini umframt uttanlandsviðgerð. Vit vita, at hetta snýr seg um
Hann var giftur, men tey áttu eingi børn. Hann og konan søgdu “tygum” við hvørt annað, og hann kallaði konuna ”madamman”. Men Lambabøkjarin lat sær ikki alt siga. Tað varð sagt, at hann einaferð hevði umvælt [...] konu amtmannin. Tá ið hon kom eftir baljuni og fekk at vita prísin, helt hon hann vera ov høgan. Lambabøkjarin segði, at prísin hevði hann sett, og at hann lat onga balju frá sær, fyrr enn hon var goldin [...] eitt gott fólk. Tey áttu tvey børn. Frida var ein vøkur genta, hon giftist niðri. Ernst las gudfrøði. Tað gekk ikki væl við honum. Hann fekk eitt gott prógv, og pápin hevði glett seg til at fáa hann sum
føroyska ull sum bjálving. Um tað var rætt at avmarka kappingina bara at fevna um føroyska arkitektar sigur Óli Petersen. - Onnur áttu at sloppið at tikið lut, tey høvdu gjørt kappingina meiri spennandi. [...] fremmant vald. - At tey flestu uppskotini í kappingini lata tinghúsini fara skilji eg væl, tí tey standa í vegin fyri tí ið krevst. Eg skal ikki siga, at uppskotini eru í Ceausescu-stíli, men tey minna um og [...] Óli Petersen heldur, at dómsnevndin er hevur valt rætta uppskotið, - um enn hann metir onnur hava góðar dygdir -, roknar hann ikki við, at tað kemur so langt, at tey verða bygd. - Tey verða alt ov dýr. Hinvegin
rætningar fyri at finna fólk. Tá tey komu fram á rossagøtur, vistu tey, at tær mundu ganga at húsum onkrastaðni. Seinni um morgunin kom Stovubóndin í Skálavík, Poul Johannes Jacobsen, fram á tey, hann var farin [...] kundu tey ikki vera verandi, nógvur kavi var niðurkomin og kavarok var. Tey vóru noydd at leita upp fólk, um tað var gjørligt. Tey komu fram á eitt seyðahús, har nøkur fóru inn, meðan onnur fóru at leita [...] við at bjarga fólkinum í land. Ein stáltrossi varð settur fastur inni á Høvdanum og spentur at mastrini á skipinum, og eftir hesum strongi varð so alt drigið, ið kom úr skipinum. Nakað varð bjargað úr skipinum
verd enn helvtina av tí, sum tey skyldaðu. Og eftir stuttari tíð áttu tey ongi hús, men bara skuld. Ein annar heldur, at vit hava fingið æruna aftur, og hon eigur ikki at roknast í krónum ella umberingum [...] einki við kommununa at gera longur. Men á vegnum til hús hugsi eg, at tað ber til at fara á býráðið at kanna tað. Kanska havi eg havt ein part av ábyrgdini kortini. Har átti langt síðani at verið bøtt. Komi [...] stórur lætti, at hetta er gjørt, og at úrslitið er so skilligt. Eri farin eitt ørindi í býin, og harniðri í høvuðsgøtuni tosa fólk saman um tað, sum er hent. Tað skilst, hvat tey siga, og hvat tey meina við
ella tey, sum gjørdust faðirleys og barnleys - yvir tey er eingin minnisvarði reistur. Tey stríddust í tolni fyri at koma undan, og sorgina høvdu tey ikki stundir at geva seg til. So mong vóru tey, ið sótu [...] so illa. Nú er seint og tíð er at fara heim at balla seg í fjálgu songini, tí skjótt kemur Lummalykta-Óli at lýsa gjøgnum lyklarholið, fyri at vita, um øll børn eru løgst at sova. Og um eina lítla løtu sova [...] tá sólin skínur og mamma sigur, at nú fara vit á sandin at spæla. Jú, tá er gaman at vera til, og lívið er bara frálíkt. Tá spæla børnini á flógva og fína sandinum - tey byggja hús og borgir og laga langar
smittað. Men hann heldur, at kanningarstøðini áttu at verið opin longri enn tey eru nú, og so hevði tað kanska eisini verið lættari at fingið kanningarnar greinaðar so hvørt, so at smittusporingin verður [...] nokk av pengum til at halda fram við koronukanningum sum nú. Landssjúkrahúsið sigur, at sum støðan er nú, verður neyðugt at skerja koronukanningar 50 prosent fyri at fáa játtanina at halda. Les meiri her: [...] avleiðing av tí er, at tey, sum hava brúk fyri at verða kannað, ikki sleppa framat, tá ið tey vilja. Her hugsar landslæknin eisini um børn, sum skulu kannast, tí viðhvørt gongur illa hjá teimum at fáa tíð. Samstundis
og kalla tað eina neyðloysn, at ein persónur, ið ikki er listfrøðingur, er settur at røkja hesa uppgávu í bert tríggjar mánaðir um árið. Harafturat verður funnist at, at hetta starvið ikki er lýst leyst [...] felag og funnist at vantandi pappírunum hjá núverandi savnsleiðara, sigur Tróndur Patursson, at tey fyrstu árini tók Janus Kamban, sum er útbúgvin listamaður, sær av listasavninum, eftir at nøkur fólk høvdu [...] tjóðarsavni er at sýna fram. Næsta uppgávan er at keypa inn tað allarbesta, ið verður skapt í Føroyum. Triðja uppgávan er at hava so gott samband við útheimin sum gjørligt, soleiðis at góðar framsýningar
Danielsen, føddur á Argjum. Tey búðu á Argjum fyrstu árini, áðrenn tey fluttu heim í Tróndargøtu í Havn at búgva. Dánjal Jákup starvaðist sum grót- ella steinhøggari og var við til at byggja Realskúlan í [...] doyð í 1921 og áttu tey ongi børn. Hansina fødd t 17/6-1891, giftist við Johan Dam úr Havn. Tey búsettust í Gríms Kambansgøtu. Hann var sonur skiparan Jens Dam og Olevinu f. Jacobsen. Tey eru fyrr umrødd [...] smáum børnum, so systir Honnu, Jovina, kom at halda hús hjá teimum. Tey gjørdu skjótt av og giftust 23. desember 1907. Tey fingu sjey børn afturat, og Jovina var sum ein mamma fyri øll 10 børnini. Men