LIST
Tann 26. januar í ár sendu tey 12 listafólkini, sum í fjør tóku seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk eitt skriv til nevndina fyri Listasavn Føroya, og tað varð eisini sent fjølmiðlunum.
Har heittu tey á nevndina fyri Listasavn Føroya um ikki at seta núverandi savnsleiðaran, Helga Fossádal, sum ikki er listfrøðingur, í fast starv, nú eitt árs royndartíð hansara gongur út 1. mars. Tey mótmæla eisini, at ein listfrøðingur ikki verður settur, og kalla tað eina neyðloysn, at ein persónur, ið ikki er listfrøðingur, er settur at røkja hesa uppgávu í bert tríggjar mánaðir um árið. Harafturat verður funnist at, at hetta starvið ikki er lýst leyst.
Tróndur Patursson er eitt av teimum tólv professionellu listafólkunum, sum í fjør tóku seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, av tí tey sum yrkislistafólk ikki hildu seg vera nóg væl umboðað í felagnum, og sum hava mótmælt, at ein listfrøðingur ikki varð settur í starvið sum leiðari á Listasavni Føroya.
Hann heldur, at politiski myndugleikin átti at lagt upp í og broytt lógargrundarlagið fyri Listasavnið, so at tað ikki longur var ein sjálvsognarstovnur.
Men spurdur um hví hesin bólkurin av yrkislistafólkum júst nú hevur tikið seg úr áðurnevnda felag og funnist at vantandi pappírunum hjá núverandi savnsleiðara, sigur Tróndur Patursson, at tey fyrstu árini tók Janus Kamban, sum er útbúgvin listamaður, sær av listasavninum, eftir at nøkur fólk høvdu tikið seg saman og bygt tað.
- Hann gjørdi hetta arbeiði fyri lítið og einki, og hann legði sítt lív til fyri dygdina í listini, sigur Tróndur Patursson.
Eftir Janus Kamban tók Bárður Jákupsson við, sum umframt at hava eina akademiska útbúgving sum listamaður eisini er útbúgvin lærari og hevur námsfrøðiligt prógv.
- Sjálvandi skuldi ein listfrøðingur verið settur beinanvegin, men eingin var tøkur. Sjálvandi var best við fleiri fólki, men hetta kostar pengar, og teir eru ikki til staðar, sigur Tróndur Patursson, ið tó metir førleikarnar hjá teimum báðum undanfarnu vera rímiligar fortreytir, sum hann tekur til.
Tignin týdningarmikil
Tá Bárður Jákupsson síðani valdi at leggja frá sær, var tíðin tó komin at seta ein listfrøðing, metir Tróndur Patursson.
Hetta hendi sum kunnugt ikki. Táverandi formaður í stýrinum fyri Listasavnið, Gunnar Hoydal, mótmælti, núverandi leiðaran, sum ikki er listfrøðingur, varð settur, men valdi at siga seg úr formanssessinum, tá hansara sjónarmið ikki vunnu frama.
Tróndur Patursson leggur dent á, at hann metir tað vera sera umráðandi ikki at gera hetta til eitt persónsstríð, men heldur at hyggja eftir teimum fakligu perspektivunum og førleikunum í hesum málinum. Tí sum hann tekur til, so er tað umráðandi at tað er ein listfrøðingur, ið leggur leiðina fyri savnið, tvs. skipar fyri framsýningum, keypir list og annars avger, hvat játtanin skal brúkast til. Tróndur Patursson greiðir frá, at á stórum listasøvnum eru tað ofta tveir stjórar, har annar tekur sær av tí umsitingarliga og hin av tí listaliga.
- Men tað er altíð listfrøðingurin, sum myndar savnið, sigur Tróndur Patursson, ið ikki sigur seg vita um nakað annað tjóðarsavn, sum hann kallar tað, ella listasavn á okkara leiðum, ið ikki hevur ein listfrøðing í starvi, sum myndar savnið.
- Størsta uppgávan hjá einum tjóðarsavni er at sýna fram. Næsta uppgávan er at keypa inn tað allarbesta, ið verður skapt í Føroyum. Triðja uppgávan er at hava so gott samband við útheimin sum gjørligt, soleiðis at góðar framsýningar úr útlondum koma hendanvegin. Her er tað umráðandi við tignini hjá einum savni. Man kann ikki selja bayerskar pylsur og Hereford-búffar á sama staði. Tað eru alt ov nógvar vánaligar framsýningar í Listaskálanum. Várframsýning, summarframsýning og ólavsøkuframsýning. Tað er ikki uppgávan hjá Listasavninum at gera so nógvar framsýningar sum gjørligt, men heldur framsýningar, har dygd er í. Vit áttu heldur at havt tríggjar-fýra framsýningar, sum hava altjóða støði. Tað eru altíð tey somu, sum sýna fram, men aðrastaðni roynir man ikki at framsýna tær somu myndirnar í sama býi, men flytir við teimum, sigur Tróndur Patursson, ið eisini ávarar ímóti, at bara at fokusera upp á tað føroyska í listini.
- Føroysk list er ikki so serlig, at vit bara kunnu siga, at hetta er føroysk list. Siga vit tað, er tað húðaskógvamentan, tí tað er altíð neyðugt at samanlíkna seg við útheimin og ikki seg sjálvan. Eg sýni ofta fram saman við listafólkum úr øðrum londum, eitt nú í Danmark. Men í Danmark til dømis er man deyðatroyttur av hesum føroysku framsýningunum, sigur Tróndur Patursson, ið sipar til framsýningar, har bara føroyingar sýna føroyska list saman.
- Ein og hvør kann arbeiða við list, tí tað er ein mannarættur. Men um ein skal sýna fram alment er man noyddur at fyrihalda seg til heimslistina, sigur Tróndur Patursson, og leggur afturat, hetta ikki er ein serføroyskur trupulleiki, tí eitt nú í Danmark hava tey Per Kirkeby, og har finnast 50 kopi av honum, sum hann tekur til.
- Ein listaskúli má liggja, har stór søvn liggja. So sjálvandi er París tað allarbesta. Øll sum fáast við list áttu at fingið eitt spark í reyvina og farið uttanlands burtur frá húðaskógvamentanini. Hví búði Mikines í Danmark? Hann fekk einki mótspæl í Føroyum, men gjørdi tó føroyskar myndir alt lívið. Man kann siga um Ingálv og onnur, at høvdu ferðamøguleikarnir ikki verið so góðir, høvdu tey helst búð aðrastaðni, men hetta kundi verið øðrvísi, heldur Tróndur Patursson
Listasavnið ov kommersielt
Spurdur um vit eru í ferð at skapa eitt slag av nationalari list, sigur Tróndur Patursson, at t.d. Mikines og Ingálvur av Reyni ikki høvdu fyri eyga, at teirra list skuldi vera føroysk. Men hon kann tó vera vorðin føroysk, av tí at teir fyrst og fremst settu dygdi í hásæti.
Tróndur Patursson sigur, at í kreppuárunum mundi listin vera tann, ið eina mest helt okkum uppi og styrkti samleikan hja okkum.
- Nøkur av okkara bestu listafólkum búgva uttanlands. Um tey skulu tíma heim aftur og sýna fram her aftur, skulu vit taka dygdina í álvara, og ikki bara hugsa um at selja. Man ger jú framsýningar, ið selja, tí so fær Listasavnið prosentir, sigur Tróndur Patursson, og heldur at Listasavnið í alt ov stóran mun hevur hugsað kommersielt, heldur enn at raðfest dygdina.
Spurdur, um hann ikki heldur eitt nú framsýningar við t.d. Munch og Mikines tað seinasta árið hava verið á høgum listaligum støði, svarar Tróndur Patursson tó játtandi, og leggur aftrar, at hesar hava verið ætlaðar leingi.
Orøkirnar finnast í bygnaðinum
Orsøkirnar til, at Listasavnið er blivið ov kommersielt og at tað er endað í eini støðu, har savnsleiðarin ikki er listfrøðingur, hóast hetta var kravt, tá starvið varð lýst leyst, heldur Tróndur Patursson er at finna í sjálvum bygnaðinum. Hann metir tað ikki vera eina góða loysn, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur samstundis, sum tað er tjóðsavn.
Grundin til, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur er finna afturi í nítiárunum, tá Listasavnið varð útbygt.
Í 1948 setti Løgtingið Alment Føroyskt Listasavn á stovn, og seinni varð hesin lagdur saman við sjálvsognarstovninum Føroya Listasavn, sum vit fingu í 1989, og samanlagdi stovnurin helt fram sum sjálvsognarstovnur.
Bygnaðurin broyttur av peningaligum orsøkum
Stórir grunnar sum t.d. Veluxgrunnurin og Augustinusgrunnurin stuðlaðu byggingini. Slíkir grunnar plaga ikki at stuðla beinleiðis tjóðarsøvnum, og tí vórðu viðtøkurnar broyttar. Tróndur Patursson metir ikki, at hesir grunnar høvdu havt nakað ímóti í dag, um bygnaðurin varð broyttur á savninum og setanar- og myndugleikaviðurskiftini blivu øðrvísi. Hetta havði tó kravt samráðingar við grunnarnar.
- Kravið er, at ein listfrøðingur skal vera settur í fast starv og skal leggja ta listaligu linjuna. Orsøkin hjá mentamálaráðharranum, Jógvani á Lakjuni, til, at hann ikki segði seg kunna leggja seg út í, at ein leiðari varð settur, sum ikki var listfrøðingur og harvið ikki uppfylti krøvini í umsóknini, var, at talan var um sjálvsognarstovn, og tí avgjørdi nevndin, hvør skuldi setast. Men vit mugu ikki gloyma, at landið letur 2,6 milliónir um árið til lønir og rakstur. Tvs. at myndirnar á Listasavninum eru fólksins ogn. Landsstýrismaðurin átti at kravt eina lógarbroyting, tí hann kann ikki forsvara, at ein sjálvsognarstovnur umsitur landsins ogn. Ein klokka átti at ringt hjá politikarunum, tá 12 fólk taka seg burtur úr, og teir áttu at funnið eina loysn, sum er virðilig fyri savnið og fyri Føroya fólk.
Eg haldi ikki, at man kann forsvara yvir fyri listafólki, at verkini hjá Mikines ella av Reyni ikki verða umsitin av fakfólki, sum kunnu analysera list, sigur Tróndur Patursson og samanber við eitt nú Fornminnissavnið, har innstilling til stjórastarvið er, og hann heldur, at Listasavnið átti fingið ein líknandi bygnað sum tað, tí so kundi mentamálaráðharrin sum politiskur myndugleiki lagt uppí, um hann ikki var nøgdur við viðurskiftini á stovninum.
Gløgt er gestsins eyga
Tróndur Patursson hevði einki havt ímóti, um ein útlendskur listfrøðingur varð settur í starv sum savnsleiðari, tí ein slíkur skal hava savnsroyndir og hevur helst meira objektivar metingar enn ein føroyingur vildi havt, sigur Tróndur Patursson, ið enn einaferð staðfestir, at vit ikki kunnu koyra uppá, at nakað er føroysk list. Tí átti at verið lýst í norðurlendskum bløðum eftir listfrøðingi. Seinast søkt var eftir leiðara, varð ikki lýst í altjóða avísum.
Eisini metir Tróndur, at ein skuldi givið sær ta tíð, tað tekur, og um 50 søkja, og eingin teirra er egnaður, so eiga vit at søkja umaftur.
Listfrøðingurin, ið fær starvið, eigur so at fáa eitt árs royndartíð, eins og vanligt er aðrastaðni, og síðani átti viðkomandi at verið áramálssettur, metir Tróndur Patursson.
Nevndin er ov tilvildarliga samansett
Somuleiðis átti bygnaðurin í nevndini fyri Listasavnið at verið umskipað, um tað stóð til Trónd Patursson. Í nevndini fyri situr eitt umboð fyri Listafelag Føroya, eitt umboð fyri Føroysk Myndlistafólk, eitt umboð fyri Tórshavnar kommunu, meðan Mentamálaráðið eigur formannin, sum hevur tvær atkvøður. Sjálvur heldur Tróndur Patursson, at tann einasti nevndarsessurin, sum er rímiligur, er tann hjá Mentamálastýrinum, tí tað er landið, sum rindar raksturin hjá savninum.
- Harafturímóti kundi tú argumenterað fyri, at vit tólv, sum ikki eru limir í Føroyskum Myndlistafólkum eisini í prinsippinum áttu at havt ein lim, um umstøðurnar ikki vórðu broyttar, nú t.d. Listafelag Føroya, ið er áhugafelag, eigur lim í nevndini, sigur Tróndur Patursson, ið ikki heldur bygnaðin í nevndini vera serliga listaliga trúverdan, sum hann tekur til.
- Tað er ikki nóg gott, at landið bara hevur ein lim, og tí má hetta takast upp politiskt. Øll hava nokk trúð, at hetta var eitt tjóðsavn, og tað trúði eg eisini, sigur Tróndur Patursson, ið minnir, at listin er ung í Føroyum.
- Vit hava stór virði, sum eru skapt upp á stutta tíð, men vit skulu ikki bara hugsa um fortíðina, men eisini um framtíðina, sigur Tróndur Patursson, tá hann hugsar um hvønn leiklut Listasavnið eigur at hava í samfelagnum.
Spurdur, hvat hann metir avleiðingarnar vera, um verandi støða sleppur at halda fram, sigur hann:
- So fellur trúvirðið. Savnið kann ikki liva við, um 12 listafólk halda seg burtur. Fyrr ella seinni fer altjóða pressan at blanda seg upp í, og hon hevur longu víst áhuga.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tróndur Patursson er limur í 12-mannabólkinum, men leggur dent á, at sjónarmiðini eru hansara egnu
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
MYNDATEKSTUR
Listamaðurin Tróndur Patursson heldur, at tað kann ikki vera rætt, at landið rindar fyri Listasavnið, men hevur onga ávirkan á tað.
Harafturat metir hann ikki samansetingina í nevndini fyri savnið vera í lagi