Sum at leggja Norrønu á Vaglið

- Eg skal ikki siga, at uppskotini eru í Ceausescu-stíli, men tey minna um og útstrála makt og megi. Og tað er ikki serliga føroyskt, sigur Óli Petersen um arkitektakappingina um nýggj tinghús.

Sum teknari og satirikari hevur hann fingurin á pulsinum við tí, ið hendir í Føroyum, og tí eisini eina meining um uppskotini í arkitektakappingini um nýggj tinghús. Og hóast hann í tekningum sínum her í blaðnum mangan spælir upp á tað serføroyska og tjóðskaparliga, og dámar væl at gera gjøldur burtur úr tí, sigur hann, at tað er júst tað føroyska, hann saknar í teim flestu uppskotunum um nýggj tinghús.

- Vinnandi uppskotið er gott og vakurt, ivaleyst tað besta, men eg kundi hugsað mær, at onnur virðisløn varð eitt alternativ til hini. Uppskotini líkjast øll ov nógv hvør øðrum, á ein ella annan hátt eru tey postmodernistisk. Har fall eg fyri uppskotinum hjá J.P. Gregoriussen. Tað dregur eina heilt greiða linju úr Tinganesi niðan á Vaglið. Hann letur tað vakra og tað ljóta í umhvørvinum fáa frið. Løgtingshúsið fær í hansara uppskoti aðrar funksjónir enn tað hevur í løtuni, men er har órørt uttanifrá. Hann ger nógv burtur úr tí tjóðskaparliga við smáum lonum, mønum, nógvum reisingum, tekjum og øðrum. Tað sær út sum ein lítil bygd, sigur Óli Petersen.

- Uppskotið er ikki frítt fyri humor og tað skal til. Til dømis luftbrúgvin millum nýggju tinghúsini og gamla apotek er eitt rættiliga skemtiligt innlegg. Tinglimirnir sleppa at ganga turrskøddir ímillum, men teir verða eygleiddir av okkum.

Vinnarauppskotið og onnur eisini arbeiða nógv við heildini í umhvørvinum.

Sært tú eina heild í uppskotinum hjá J.P. Gregoriussen?

- Økið har umvegir er ikki ein heild, tað er óstrukturerað. Flestu uppskotini hava næstan hug at draga Norrønu niðan á Vaglið, tey eru flott, men ógvislig. Tað sum ikki er so heppið við uppskotinum hjá J.P. Gregoriussen er, at hann einki ger við bygningin hjá Telefonverkinum. Tey prýða als ikki í umhvørvinum, og man venur seg aldri við tey. Hann innrættar bygningin til skrivstovur og annað, men rørir ikki útsjóndina. Og tað hava hini gjørt, bæði innan og uttan.


Gomlu húsini varðveitast

Óli Petersen heldur, at gomlu tinghúsini eiga at verða varðveidd.

- Tey eru vøkur og hava søgulig virði. Eiga húsini at verða tikin burtur, tí tey reint súmbolskt umboða eina tíð, har vit ikki hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum, sum Bárður Jákupsson sigur (í blaðnum í gjár, blðf.), so skal so nógv takast burtur. Sjálvt Kirkjubømúrurin umboðar ikki okkum, men eitt fremmant vald.

- At tey flestu uppskotini í kappingini lata tinghúsini fara skilji eg væl, tí tey standa í vegin fyri tí ið krevst. Eg skal ikki siga, at uppskotini eru í Ceausescu-stíli, men tey minna um og útstrála maktanna megi. Tað er fyri so vítt alt í lagi, men tað er ikki serliga føroyskt í mínari verð.

Tú plagar annars at gera gjøldur burtur úr tí serføroyska?

- Jú, avgjørt, tá ið tað verður supernatiónalt. Tað serliga við uppskotinum hjá J.P.Gregoriussen er ikki akkurát tað, at hann brúkar flagtak, men bygningsstílurin er hansara egni.


Íblásturin til tekningina

Hóast Óli Petersen heldur, at dómsnevndin er hevur valt rætta uppskotið, - um enn hann metir onnur hava góðar dygdir -, roknar hann ikki við, at tað kemur so langt, at tey verða bygd.

- Tey verða alt ov dýr. Hinvegin verður tað samtykt, at tað verða tey húsini, sum verða bygd, so fara eg og øll onnur at ganga inn fyri tí, sum kemur. Og so er kjakið liðugt, sigur Óli.

Óli Petersen kann ikki lata vera við at prika til Finnboga Ísakson, løgtingsformann, sum hevur sitið í dómsnevndini, ið hevur tikið dagar ímillum uppskotini.

- Tað sum tiltalar Finnboga við vinnarauppskotinum er, at Heidi Poulsen, sum hevur teknað húsið, er abbadóttir Jóhan Poulsen, sum var erka sambandsmaður, at hon siterar Jóannes Patursson sum íblástur til tekningina, og brúkar føroyska ull sum bjálving.

Um tað var rætt at avmarka kappingina bara at fevna um føroyska arkitektar sigur Óli Petersen.

- Onnur áttu at sloppið at tikið lut, tey høvdu gjørt kappingina meiri spennandi.