sum krevja serviðgerð, ið ikki fæst í Føroyum. Og tað hevur borið í sær, at so at siga allir føroyskir sjúklingar, ið hava havt brúk fyri ymsari serviðgerð, ið ikki fæst í Føroyum, hava verið sendir til [...] ber til at fáa. Tí ætlar Almanna- og Heilsumálastýrið í Landsstýrinum at kanna møguleikarnar fyri at fáa avtalur við sjúkrahús í øðrum londum enn í Danmark, so at vit framyvir hava fleiri møguleikar fyri [...] varðveita avtalurnar við danska Ríkissjúkrahúsið, tí í mongum førum er viðgerðin í Danmark tann besta, sum er yvirhøvur er tøk. ? Men tað er heldur ongin loyna, at í summum førum er onnur lond fremri enn danir
tveir triðingar av seingjarplássunum hava støðugt verið upptikin í summar. Og soleiðis sær tað út til einaferð út í august. Gestirnir búgva í meðal einar tvær-tríggjar nætur á hotellinum. ?Tað plagar at vera [...] hesi verða væl vitjað. Í heyst er til dømis ætlanin at skipa fyri einum tiltaki, sum hevur við seyð at gera. Sýna fram ymiskt um og av seyði. Hvat fæst burtur úr ullini. Eitt nú selja tey troyggjur fyri [...] aðrastaðni, og er tað væl betri egnað nú, enn tað var frammanundan, láta tey at. Og í gongini stendur billardborðið, sum ivaleyst eisini fer at verða dúgliga nýtt í vetur. Hóast hotellið vanliga er stongt
Henny nú situr við kassan í egna handli sínum, so er tað ikki fyrstu ferð at hon soleiðis avgreiðir kundar við ein kassa. - Eg havi arbeitt í Mylnuni í Havn í trý ár, men annars havi eg ikki verið í handli [...] Norðdepil: Var tað ikki fyri handilin í bygdini, so hevði fólkið havt rættiliga langan veg til nærmasta handil. Í øllum førum hevði fólkið í Norðdepli havt fyri neyðini at farið í aðra bygd við bili. Nærmasti handil [...] handilin á ein hátt eisini sum kioskin í bygdini. At Henny yvirhøvur kom inn í føroysku handilsvinnuna var meiri av tilvild: -Ein dagin var maður mín farin at keypa í hesum handlinum. Og tá hoyrdi hann, at
komu við føroyskum mati, eit nú náta, sum amerikumenninir dámdu sera væl. Í grind Ein dagin fór John í bankan at veksla pening. Kvinnan við diskin segði honum, at grindadráp var í Vágum, men at ikki øllum [...] Í løtuni liggur stásiliga marglætisfarið Avalanche við bryggju í Vági. Ikki ofta síggjast tríkiljur í Føroyum, men flest øll minnast tríkiljuna Bridget Bardot, ið kom til Føroya at berjast móti grindadrápi [...] Avalanche, ið er úr Colerado í USA, er eigarin John Barry III. Við sær hevur hann eina systur og eina aðra kvinnu í familjuni. Tey eru alla tíðina á ferð kring knøttin. Søgan er í stuttum tann, greiður John
sum í løtuni leigar hús frá einum systkinabarnið, men hava tey onki uttan tað, ið er í húsinum frammanundan, og tað er ikki tað stóra. Innilæst Alt liggur á goymslu í Frederikshavn, tí bilurin fæst ikki [...] Í Vági situr Arnhild Poulsen, og veit ikki síni livandi ráð. Hon og børnini hava í nærum hálvt ár búð í einum kufferti, tí flytimaðurin, ið skuldi fáa innbúgv og klæði til Føroya, ikki letur við seg koma [...] á goymslu í Frederikshavn. Søgan byrjar tann 1. oktober 2007. Tá verður íbúðin í Esbjerg tømd og ætlanin er , at flytimaðurin, Jaspur Jacobsen úr Klaksvík, skal hava flytigóðsið á goymslu í ein mánað.
vøllinum í Streymnesi í gjár. Hann noyddist av vøllinum orsaka av vøddaskaða, og fyrrapartin í dag var tað ivasamt, um Jákup verður førur fyri at spæla leygardagin. Rógvi Jacobsen skoraði tvey mál í 4-2 KÍ [...] at spæla ímóti Eysturríki leygardagin. -Eg var í Klaksvík, og tað var hugaligt at síggja, at máltevið hjá Rógva framvegis einki bilar. Í dag og í morgin fæst at síggja, um tað fer at hava nakrar avleiðingar [...] var á AB liðnum, sum í gjár vann 2-0 á Roskilde. Føroyski álopsspælarin skoraði seinna AB málið, og tað fegnast landsliðsvenjarin um. - Christian Høgni er í tættari kapping um pláss í AB álopinum. At hann
barkastokki Í eitt ár hava tey trý mentanarhúsini í Keypmannahavn: Jónshús, Grønlendska Húsið og Føroyahúsið, fyrireika eina mentanarstevnu, sum verður 23. til 26. mei. Hetta hevur verið sagt frá í bløðunum [...] pallborðið, sum hava verið uppi í orðaskiftinum og havt sína hugsan um politisku viðurskiftini heima. Sjúrður Skaale, Virgar Dalsgaard og Flóvin Eidesgaard. Sjúrður er væl kendur í politikki heima, serstakliga [...] Fregnir. Eisini er hann skrivari hjá Torbjørn Jacobsen. Virgar er lærari og hevur í mong ár fylgt við og verið uppi í orðaskiftinum um føroyskan politikk. Javnaðarmaður um ein háls og er á sambandsvonginum
taka støðu til í næstu viku, leggur hann afturat. Løgmaður sigur, at tá ið aðalorðaskiftið hevur verið, fæst at vita, hvørji tilmæli í álitinum um fólkavøkstur, politisk semja fæst um at seta í verk. Hinvegin [...] álitið, hann fekk í morgum við tilmælum um, hvussu vit aftur fáa fólkatalið í Føroyum at veksa. Hann heldur, at talan er um gott verk, sum verður eitt hent amboð hjá politiska myndugleikanum í royndunum eftir [...] eftir at venda gongdini í fólkatalinum. Hann heldur ikki, at hetta er ein heildarætlan sum so, men heldur er hetta ein hugskotsbanki við nógvum góðum tilmælum í. Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fyri
kappingar eftir at súkkla í ár. Ein føroyameistarakapping er eftir, men annars er ein kapping í Íslandi í august, har fleiri av føroysku súkklarunum fara at royna seg. Sum sagt, fæst Guðmundur mest við triathlon [...] »staðið fyri«. Men í ár eydnaðist tað so, og harumframt var Torkil eisini partur av liðnum, ið vann fyrsti liðkappingina nakrantíð í Statoil Kring Føroyar. – Eg sá longu, tá vit koyrdu prologin í Klaksvík og [...] skarpan gang í ár, eins og eg væntaði, at Guðmundur eisini fór at gera tað. Teir eru ótrúliga sterkir í mótbrekku, sum kanska var mín styrki fyri nøkrum árum síðani, men tað er tað ikki nú, segði Gunnar
Hann heldur, at fløgan hevur ikki sama virðið nú, sum hon einaferð hevði. ? Tey flestu ungfólkini hava nú ein MP3-spælara ella I-Pod og leggja ofta líka í at eiga tónleikin á fløgu, og tey tilkomnu eru [...] tónleikarin, ið gevur út tónleik sín á hendan hátt. Terj Messell hevur nógv seinnu árini búð í Nibe í Danmark, har hann fæst við tónleik ? bæði sum undirvísari og sum tónleikari. Og so skrivar hann sangir, sum [...] niðri, og hann hevur havt ein bólk at spæla saman við. Nú er hann aftur farin at spæla einsamallur við kassagittar, sum hann eisini áður hevur gjørt. ? Í løtuni eri eg við at leggja til rættis eina konsertferð