Norðdepil: Var tað ikki fyri handilin í bygdini, so hevði fólkið havt rættiliga langan veg til nærmasta handil.
Í øllum førum hevði fólkið í Norðdepli havt fyri neyðini at farið í aðra bygd við bili.
Nærmasti handil norðanfyri er tann á Viðareiði, og sunnanfyri mást tú leggja leiðina annaðhvørt til Árnafjarðar ella Klaksvíkar, um tú skalt til handils.
Millum hesi støðini liggur so handilin í Norðdepli, ella handilin hjá Henny, sum tey nevna hann.
Í ljósum og snotuligum handilshølum ber til at keypa alt tað, sum vanliga hoyrir til eitt húsarhald ? líka við undantaki av tíðindablaðnum Sosialinum. Men tað kemur kanska!
Handilin hevur nógv ár á baki, men sjálv hevur Henny Rubeksen einans havt handilin í einar tveir mánaðir.
- Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt, sigur Henny, nú umboð fyri tíðindatænastuna eru komin á vitjan.
Ætlaðu at selja
Hóast Henny bert hevur havt handilin stutta tíð, so er líkt til, at fólk hava tikið væl undir við hesum virkseminum.
Ta løtuna, vit vitjaðu handilin, komu fleiri fólk inn á gátt fyri at keypa ymiskt, tey høvdu brúk fyri.
Fleiri teirra vóru børn, sum keyptu sær eitthvørt góðgæti og eina kalda sodavatn. Soleiðis virkar hesin handilin á ein hátt eisini sum kioskin í bygdini.
At Henny yvirhøvur kom inn í føroysku handilsvinnuna var meiri av tilvild:
-Ein dagin var maður mín farin at keypa í hesum handlinum. Og tá hoyrdi hann, at tey søgdu at handilin var til sølu.
-Hann kom aftur til hús og segði tað so fyri mær, og vit byrjaðu at tosa saman um tað. Og so hildu vit bara, at vit skuldu royna hetta, sigur Henny.
Vit verða avbrotin, tí nú kemur ein maður, ein kona og ein drongur inn. Tey ætla sær at keypa okkurt.
Tey skifta orð við Henny, og síðani avgreiða tey síni ørindi. Tað er altíð tíð til eitt prát í handlinum hjá Henny.
Royndir
Hóast Henny nú situr við kassan í egna handli sínum, so er tað ikki fyrstu ferð at hon soleiðis avgreiðir kundar við ein kassa.
- Eg havi arbeitt í Mylnuni í Havn í trý ár, men annars havi eg ikki verið í handli, sigur Henny.
Tað kann tykjast sum ein stór avbjóðing at fara undir at reka ein handil í so lítlari bygd sum Norðdepli, har fólkagrundarlagið ikki er av tí størsta.
-Vit høvdu bara hug at royna hetta ? royna okkurt nýtt, sigur Henny, sum frammanundan hevði arbeitt nakað á flakavirkinum í bygdini.
Okkurt nýtt
Tá ein fer undir nýtt virksemi er altíð spennandi at vita, hvussu fólk taka undir við ætlanini.
Og her hevur Henny upplivað, at fólk hava verið sera fegin um henda gamla handilin við tí nýggja eigaranum.
-Vit royna at selja somu vørurnar, sum tey seldu áðrenn. Men vit hava so eisini okkurt nýtt.
-Vit ætla ikki at leypa framav, men ynskja at byrja spakuliga, sigur Henny, sum er ættað úr Porkeri.
Ikki blæur
Inni í handlinum fæst alt tað, sum fólk vanliga hava brúk fyri í húsarhaldinum.
Meðan vit vitja handilin ringir telefonin, og ein kona úr bygdini ynskir at bíleggja sær eitt heilt rugbreyð.
Henny hevur nevniliga lagt seg eftir at bygdarfólkið eisini skal kunna keypa breyð í handlinum. Tí kemur nýbakað breyð í handilin tríggjar ferðir um vikuna.
- Hetta vita fólk av, og tí ringja tey inn og bíleggja sær breyð, sigur hon.
Eitt, sum barnafamiljurnar brúka nógv, fæst kortini ikki í handlinum. Tað eru blæur til smábørn.
Henny ætlaði í fyrstuni at veita kundunum hesa tænastuna við at selja blæur, men tær krevja rættiliga nógv pláss á goymsluni.
-Eg spurdi konurnar í bygdini, hvørji sløg tær brúktu til síni børn. Tað vísti seg, at tær brúktu sera ymisk sløg, og tað kravdi sjálvandi nógv goymslupláss
-Tað hevði so við sær, at eg avgjørdi ikki at selja tær sum er, sigur Henny.