Hildin gísli í flutningsmáli

Arnhild Poulsen hevur í fimm mánaðir bíðað eftir at fáa sítt flytigóðs heim úr Danmark. Alt stendur innilæst á eini goymslu í Frederikshavn, tí flytimaðurin hevur ikki goldið leigu. Hon og børnini eiga í løtuni ikki eina teskeið, og konfirmatión er um tríggjar vikur. Flytimaðurin, Jaspur Jacobsen, tykist vera farin undir heilt, tó at hann koyrir oljubil í Eysturoynni

Í Vági situr Arnhild Poulsen, og veit ikki síni livandi ráð. Hon og børnini hava í nærum hálvt ár búð í einum kufferti, tí flytimaðurin, ið skuldi fáa innbúgv og klæði til Føroya, ikki letur við seg koma. Arnhild hevur snøgt sagt onki, og støðan gerst ikki hugaligari av, at ein dóttur skal konfirmerast um 3 vikur, og tær ikki hava so mikið sum eina teskeið, tí alt innbúgv og øll klæði standa innilæst á goymslu í Frederikshavn.

Søgan byrjar tann 1. oktober 2007. Tá verður íbúðin í Esbjerg tømd og ætlanin er , at flytimaðurin, Jaspur Jacobsen úr Klaksvík, skal hava flytigóðsið á goymslu í ein mánað. Talan er um ein fullan 20 kubikk lastbil. Tíðin gongur, og síðani Arnhild og døturnar komu heim, hevur Arnhild roynt at fingið alt heim, men til fánýtis.

- Talan er um eitt heilt húsarhald, bæði innbúgv og klæðir, sigur Arnhild.

- Eg tosaði við Jaspur, sum lovaði bæði eitt og annað, men onki hendi, sigur Arnhild, sum í løtuni leigar hús frá einum systkinabarnið, men hava tey onki uttan tað, ið er í húsinum frammanundan, og tað er ikki tað stóra.


Innilæst

Alt liggur á goymslu í Frederikshavn, tí bilurin fæst ikki út, tí bilurin hjá JFJ Transportservice hjá Jaspuri Jacobsen fæst ikki út, tí hann hevur ikki goldið leigu.

- Eg havi roynt teldupost, telfon og Skype, men nú er Jaspur ikki at fáa fatur á, hóast hann koyrir oljubil hjá Statoil í Eysturoynni. Har hava vit eisini lagt boð, men fáa onki svar. Enntá tykist ein “millummaður” vera, ið ein kann ringja til, men hesin møguleikin hevur heldur ikki virkað. Eg skilji ikki, hví hondin soleiðis verður hildin yvir flytimanninum, sigur Arnhild.

Sosialurin royndi mánakvøldið eisini allar fast- og fartelefonir, men uttan úrslit, og roynt varð enntá at ringja til millummannin, men hann kundi bara vísa til fartelefonina hjá Jaspuri, men onki samband er við hesa telefon.

Flytimaðurin tkist vera farin undir heilt!


Minnir á goymslu

Tað JFJ Transport, ið skyldar leigu fyri goymsluna. Arnhild hevur goldið Jaspuri Jacobsen 15.000 krónur fyri flutningin, og hetta hevur hon kvittan fyri.

- Og heldur ikki veit ein, um klæði og innbúgv standa væl, ella um kuldi og annað ger av við alt, nú Jaspur ikki havur svarað í vikuvís. Har eru nógv minnir, ið ikki kunnu keypast fyri pening, bæði minnir frá mínum barnaárum og frá tá børnini vóru lítil, sigur Arnhild, ið vónar at fáa svar, og at hon fær alt sítt aftur.

- Ein kann siga, at vit verða hildin gíslar. Vit standa púra á berum og mugu t.d. leiga alt til konfirmatiónina, sigur Arnhild, ið veit um fleiri, ið hava ymiskt standandi hjá sama flytimanni, Jaspuri Jacobsen.

Arnhild eigur fýra gentur, harav ein er í skúla í Danmark. Eisini henni vantar ymiskt, til dømis telduna, sum hon skuldi koma heim eftir í samband við konfirmatiónina.

- Men tað verður so ikki, staðfestir Arnhild.

Hon leggur dent á, at hon veit ikki, hvørt Jaspur Jacobsen er givin við flutningsfyritøkuni, ella um hann er farin á húsagang. Hon leggur somuleiðis dent á, at hon fer ikki alment út við hesum, fyri at skaða Jaspur Jacobsen.

- Eg havi roynt at drigið tað út, áðrenn eg gjørdi nakað ella fór í bløðini, sigur Arnhild um flytimannin, sum í dag koyrir oljubil í Eysturoynni, men sum tó tykist vera farin undir heilt.

- Tey, ið eiga húsini, hava roynt at fríðka um, so vit fáa havt eina hampuliga konfirmatión, men hetta er so keðiligt og óvirðiligt fyri børnini. Okkum manglar klæði, skáp og alt innbúgv. Alt!, staðfestir Arnhild.

- Eg fari ikki alment út við hesum fyri at skaða Jaspur, men eg vil hava svar, tí tað haldi eg meg hava uppiborið. Tað eru kanska fleiri við mær, ið bíða eftir Jaspuri, men eg havi í hvussu er goldið mítt. Nú verður so fari alment út fyri at vita, um eg fái svar, og fyri at vita, um maðurin er til, sigur Arnhild Polsen, sum saman við børnuum hevur búð fimm mánaðir í kufferti, tí flytifyritøkan hjá Jaspuri Jacobsen ikk hevur goldið leigu í Frederikshavn.