Messell leypir fløguna um

Føroyski tónleikarin Terji Messell er sum nakað nýtt farin at geva tónleik út á internetinum, og hetta fer helst at breiða seg næstu árini

Nýggi tónleikurin hjá útisetanum Terja Messell verður bara givin út umvegis heimasíðuna hjá honum, har tað ber til at taka sangirnar niður á telduna fyri eitt ávíst gjald.
? Tað er fyri tað fyrsta nógv bíligari, bæði fyri meg og fyri keyparan at gera soleiðis. Eg spari pengar av, at ongin fløga skal prentast og kann tískil bjóða lurtaranum tónleikin nógv bíligari. Harumframt fer allur peningurin beinleiðis til tónleikaran - tað er ongin millummaður, ið tekur størsta partin av kakuni, sigur Terji Messell.
Hann heldur, at fløgan hevur ikki sama virðið nú, sum hon einaferð hevði.
? Tey flestu ungfólkini hava nú ein MP3-spælara ella I-Pod og leggja ofta líka í at eiga tónleikin á fløgu, og tey tilkomnu eru eisini við at finna út av hesum. So man kann siga, at hettar er vegurin framm. Og so frætt eg veit, eri eg tann fyrsti føroyski tónleikarin, ið gevur út tónleik sín á hendan hátt.
Terj Messell hevur nógv seinnu árini búð í Nibe í Danmark, har hann fæst við tónleik ? bæði sum undirvísari og sum tónleikari. Og so skrivar hann sangir, sum hann gevur út.
? Eg skrivi um evni sum kærleika, sorg og annað, og eg dylji ikki, at alt, sum eg skrivi, er 100% autobigrafiskt. Og kanska taki eg evni upp, sum aðrir ikki tora ? eg veit ikki, sigur hann.
Messell hevur eisini spælt á nógvar konsertum niðri, og hann hevur havt ein bólk at spæla saman við. Nú er hann aftur farin at spæla einsamallur við kassagittar, sum hann eisini áður hevur gjørt.
? Í løtuni eri eg við at leggja til rættis eina konsertferð fyri 2005. Ætlanin er eisini at koma til Føroyar um tað ber til - hetta hevur ikki eydnast mær fyrr, so eg vóni, at tað fer at lukkast hesu ferð, sigur Messell.