Torkil vann alt

Umframt at vinna einstaklingakappingina í Statoil Kring Føroyar, vann Torkil Veyhe eisini liðkappingina saman við Guðmundi Joensen og Gunnari Dahl-Olsen

Síðstu tvey árini hevur Torkil Veyhe verið eitt pláss frá at vinna Statoil Kring Føroyar, og hvørja ferð hevur tað verið íslendingurin, Hafsteinn Ægir Geirsson, ið hevur »staðið fyri«. Men í ár eydnaðist tað so, og harumframt var Torkil eisini partur av liðnum, ið vann fyrsti liðkappingina nakrantíð í Statoil Kring Føroyar.

– Eg sá longu, tá vit koyrdu prologin í Klaksvík og eg var tvey sekund framman fyri hann, at hetta nokk skuldi fara at ganga. Taktikkurin var at taka tað í Suðuroynni, og at har skuldi verða tað heilt stóra brakið, segði Torkil Veyhe eftir lokna kapping og eftir at hava tikið ímóti tveimum steypum seinnapartin í gjár.

– Tað vísti seg eisini, at tað var í Suðuroynni, at alt bleiv avgjørt. Talan var eisini um eina spennandi kapping, men tað vísti seg, at longu á veg niðan úr Fámjin fall avgerðin, tí tá fóru vit so langt frá hinum, at tað heldur ikki hevði komið í vanda, um súkklingin í Streymoynni hevði verið gjøgnumførd.

Báðar einkultstartirnar og Eysturoyarteinin var Torkil næstfremstur, men tað snúði seg bara um sekund, og tí satsaðu hann og teir báðir liðfelagarnir, Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen, uppá at fáa alt avgjørt í Suðuroynni, har teinurin legði upp til fleiri útbrot, tí har eru jú bæði Fámjinsskarð, Hovsegg og Hesturin tvær ferðir at fara uppum.


Besti klintrarin

Guðmundur Joensen, ið annars mest fæst við triathlonkappingar, var fegin um at hava vunnið kappingina um fjallaspurtirnar og at hava verið við til at vunnið liðkappingina:

– Eg fór við fyri at vera ein motorur fyri liðið, men nú endaði eg enntá á øðrum plássi og vann fjallatroyggjuna, so eg eri sera fegin um mítt avrik. Fjallakappingin gjørdist løtt, tá vit fyrst høvdu hektað hinar av, so tað gekk alt eftir ætlan hjá okkum, segði Guðmundur.

Triði maðurin á liðnum, Gunnar Dahl-Olsen, hevur verið við í mong ár, men eisini stórsúkklingin hjá Team GTG í Suðuroynni gagnaði honum, tí tá avtornaði, fekk hann eitt fjórðapláss, sum hann var væl nøgdur við:

– Mítt persónliga úrslit er nøktandi, haldi eg. Eg visti, at Torkil heilt víst fór at geva Hafsteinn ein skarpan gang í ár, eins og eg væntaði, at Guðmundur eisini fór at gera tað. Teir eru ótrúliga sterkir í mótbrekku, sum kanska var mín styrki fyri nøkrum árum síðani, men tað er tað ikki nú, segði Gunnar.

– Hinvegin er mín styrki kanska meira tað taktiska, tí eg havi fingið royndirnar við árunum, so eg havi kanska allíkavæl nakað at geva hesum ungu monnunum. Eg væntaði, at Torkil fór at vinna, eins og eg visti, at Guðmundur fór at vera við heilt har frammi. Og tað gekk bara alt upp á stás.


Satsaði upp á tað

Ofta hevur súkklingin vunnið Føroyum heiðursmerki á Oyggjaleikunum, men í Álandi taldist súkklingin als ikki millum ítróttargreinarnar, og tað var kanska ein orsøk til, at føroysku súkklararnir løgdu nógv fyri, so teir skuldu vinna Statoil Kring Føroyar – bæði einstaklinga- og liðkappingina.

– Tá eg hoyrdi, at súkklingin ikki var við í Álandi, gjørdi eg av at satsa 100 prosent uppá at vinna hesa kappingina í staðin, so tað hevur verið tað, eg havi sæð fram ímóti nú, segði Torkil Veyhe, sum ikki hevur so nógvar kappingar eftir at súkkla í ár. Ein føroyameistarakapping er eftir, men annars er ein kapping í Íslandi í august, har fleiri av føroysku súkklarunum fara at royna seg.

Sum sagt, fæst Guðmundur mest við triathlon og líknandi kappingar, og hansara næsta stóra avbjóðing verður hálvan august, tá hann skal kappast um danska meistaraheitið í hálvum »Iron Man«. Tí var Statoil Kring Føroyar kanska mest eitt slag av upphiting fyri hansara viðkomandi – og enntá við einum flottum úrsliti.