Vit skulu hava fleiri møguleikar fyri læknaviðgerð: Sjúklingar skulu ikki bara til Danmarkar

? Nú skulu donsk sjúkrahús ikki longur verða einasti møguleiki hjá føroyingum, sum noyðast uttanlands at fáa serviðgerð av ymsum . Fyrsta stigið verður at fáa avtalu í lag við íslendingar, men tað er eisini ætlanin at brúka heilsuverkið í øðrum londum

Áki Bertholdsen


Føroyingar, sum verða sjúkir og mugu fáa serviðgerð uttanlands, skulu í framtíðini hava fleiri møguleikar enn bara at fara á donsk sjúkrahús.

Føroyskir myndugleikar hava annars avtalu við danskar myndugleikar um, at vit kunnu senda føroyingar á donsk sjúkrahús, sum krevja serviðgerð, ið ikki fæst í Føroyum.

Og tað hevur borið í sær, at so at siga allir føroyskir sjúklingar, ið hava havt brúk fyri ymsari serviðgerð, ið ikki fæst í Føroyum, hava verið sendir til Danmarkar.

Bara hendinga ferðir eru sjúklingar sendir aðrastaðni, men tá hevur viðgerðin verið avtalað frá ferð til ferð.

Men tað er ongin loyna, at tann serviðgerð, sum er í Danmark, er ikki altíð tann besta, hóast danska heilsuverkið er rættiliga frammaliga á mongum økjum.

Føroyingar betala fyri alla læknaviðgerð uttanlands.

Og landsstýrið heldur, at tá ið vit betala kortini, so kunnu vit akkurát tað sama brúka peningin til tað bestu viðgerðina, sum ber til at fáa.

Tí ætlar Almanna- og Heilsumálastýrið í Landsstýrinum at kanna møguleikarnar fyri at fáa avtalur við sjúkrahús í øðrum londum enn í Danmark, so at vit framyvir hava fleiri møguleikar fyri at senda okkara sjúklingar hagar viðgerðin er tann besta.

Helena Dam á Neystabø sigur, at ætlanin er heilt avgjørt at varðveita avtalurnar við danska Ríkissjúkrahúsið, tí í mongum førum er viðgerðin í Danmark tann besta, sum er yvirhøvur er tøk.

? Men tað er heldur ongin loyna, at í summum førum er onnur lond fremri enn danir eru.

? T.d. viðganga danir sjálvir, at teirra krabbameinsviðgerð er ikki so góð sum í øðrum londum, og danir eru nú farnir at tosa um at senda sínar krabbameinssjúklingar til Týsklands til viðgerðar.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hetta er eitt dømi um eina heilt álvarsliga sjúku, har viðgerðin í øðrum londum er fremri enn í Danmark.

Tí heldur hon at tað er rætt at royna at fáa avtalur við heilsuverkini í øðrum londum um ymsa viðgerð.

Hon sigur, at tað verður fyrst og fremst hugsað um hini Norðurlondini.

Men hon hugsar eisini um onnur lond, eitt nú Týskland og Ongland.

Hon viðgongur, at tað kann tykjast eitt sindur fremmant at senda føroyingar so langt av landi og tað er skjótt at sjúklingurin kann kenna seg einsamallan.

? Og tað er avgjørt ikki ætlanin at sleppa teimum uppá fjall, tí tann sosiali parturin av eini viðgerð hevur eisini týdning fyri heilsubótina.

Men hon heldur eisini, at tað er í mongum førum, at tann læknaliga viðgerðin heilt avgjørt vigar tyngri enn tann sosiali parturin. Tí heldur hon, at vit eiga at royna at geva okkara sjúklingum, enn bara at senda teir til Danmarkar.

Hon heldur ikki, at tað verður nakrar trupulleiki at fáa slíkar avtalur ílag. Hon sigur, at tað hevur í hvussu so er ongin trupulleiki verið í teimum einstøku førum, har tað er gjørt.


Ísland fyrst

Helena Dam á Neystabø sigur, at tað fyrsta, ítøkiliga stigið í royndunum at fáa avtalur um serlæknaviðgerð við onnur lond enn Danmark, verður tikið heilt skjótt.

Og tað verður at royna at fáa eina avtalu ílag við íslendska heilsuverkið.

? Vit vita, at íslendingar eru rættiliga frammaliga í viðgerðini av ymsum sjúkum, eitt nú hjartasjúkum, giktasjúkum og ymsum húðsjúkum, sum eru vanligar í Føroyum.

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt hevur verið við at fáa íslendska heilsumálaráðharran, Ingibjørg Pálmadóttir, til Føroyar at vitja, og líkt er til, at vitjanin kann koma í lag einaferð í vár.

? Á vitjanini hjá henni í Føroyum er ætlanin at umrøða møguleikarnar fyri at fáa eina avtalu um at vit kunnu senda føroyskar sjúklingar yvir til íslands, sum hava serviðgerð fyri neyðini.

? Í sambandi við viðgerð í Íslandi hava vit eisini góðar møguleikar at taka okkum av sjúklingunum, uttanum tað sjálvt læknaligu viðgerðini,

Hon sipar til, at vit hava føroyska sjómansheimið, Ørkina í Reykjavík, har sjúklingar kunnu gista í sambandi við viðgerðina.