Leygardagin 18. sept. kl. 14 giftast í Funnings kirkju Sasi M. Højsted, Funningur og Magni G. Joensen, Signabøur. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúðarhús verður á Signabø [...] Norðgerð, Leirvík, 70 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini, millum Svalir 9, Leirvík, frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 60 ára føðingardagur Leygardagin 18. sept. verður Rúna Berghamar í Havn 60 [...] giftast Mia Johnsdóttir og Dánial A. Hansen, Miðvágur. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl. 14. Døgurði verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl. 16.30. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin
Í losjuni í Gøtugjógv er nógv gøtufólk samankomið og eisini nakrir leirvíkingar. - Eg havi ikki eina meining um samanleggingina enn, men eg kom her í kvøld, fyri at gera mær eina, sigur ein av leirvíkingunum [...] um er ein ætlan í gongd. Um Gøtu kommuna fullførir hana, hava leirvíkingar hava ikki aðrar ætlanir. Á barnagarðsøkinum byggja leirvíkingar út í løtuni og tað fara vit eisini at gera í Gøtu áðrenn sama [...] samanlegging, sum høvdu verið uppi og vent fyrr. Í mai í ár var ein nevnd sett at arbeiða víðari við hesum, og leygardagin 9. september verður vegleiðandi fólkaatkvøða í báðum kommununum. Fólkaatkvøðan er ikki
Hans, Lenu og Tórálv. Øll búgva í Leirvík uttan Lena, sum býr í Danmark. Pápin, Pól, var bóndi, og tí vaks Jacob upp saman við kríatúrum. Á yngri árum var hann í Grønlandi í eini tvey ár, og her heima koyrdi [...] garð, og fyri sløkum 30 árum síðan bygdi hann fjós úti á Vík í Leirvík, har hann við tíðini hevði fleiri mjólkneyt, umframt kvígur og kálvar. Í Búnaðarblaðnum fyri fleiri árum síðan var áhugaverd samrøða [...] Vík. Í samrøðuni greiðir hann frá, tá ið gamli bøurin í bygdini fjaraði burtur til grundøkir. Hetta dámdi honum lítið. "Tá ið hann sá, hvønn veg tað bar, fekk hann kommununa at taka allan bøin í senn,
Verður vegurin ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin, ikki gjørdur nú, eigur Býráðið í Eysturkommunu at umhugsa at seta tiltøk í verk. Tað er niðurstøðan í einum uppriti, sum Bjørn á Heygum, [...] kommunan seta tiltøk í verk. Annika fær ikki peningin Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í morgum. Men hon hevur áður sagt, at hon skilir væl støðua hjá býráðnum í Eysturkommunu [...] hjá tunnilsvegnum at binda í kommunala vegin, varð givin sum eitt fyribils loyvi. Hann staðfestir somuleiðis, at sum støðan er nú, eru ongi útlit fyri, at nøkur endalig loysn er í ljósmála hóast fleiri ár
leikloki minkaði um munin fyri HB. Víkingur vann í gjár 2-0 á B71 í Leirvík. Magnus Jarnskor legði heimaliðið á odda eftir eitt korter, og tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at Martin Olsen staðfesti sigurin [...] dramatikkurin í gjár var í Gundadali, har teir næstbestu hjá B36 høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Tóki á Lofti legði beinanvegin heimaliðið framum 2-0, men so fótaði KÍ sær. Miðskeiðis í 2. hálvleiki [...] skal spæla grannauppgerð ímóti HB. Í kvøld fær TB vitjan av EB/Streymi, sum við sigri kann taka seg væl burtur frá niðurflytingarplássinum, sum TB í løtuni er á. 22. umfar Í gjár Víkingur-B71 2-0 (1-0) 1-0:
fiskur í innkeypi – ikki í mun til eitt nú tosk og hýsu, sum annars hava ligið lágt í prísi í longri tíð. Men alt er relativt, og soleiðis er eisini við prísunum á gulllaksi. Samanhangur skal vera í, hvat [...] hvønn túr í staðin fyri annan hvønn túr, nú landað hevur verið í Skotlandi. Sum sæst í aðrari grein á hesi opnu í dag, landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin stívliga 500.000 pund av gulllaksi í Saltangará [...] gulllaksavirkini hava í hesi vertíðini givið 3,25 krónur fyri kilo. Men eitt er kiloprísurin. Annað er, hvussu nógv virkini megna at arbeiða undan. Á Tavuni í Leirvík hevur verið arbeitt í skiftivaktum, og
nú millum støðirnar um framtíðar samstarv. Í 1995 tók støðin í Leirvík ímóti 12,227 tonsum, og í fjør 13.722 tonsum. Í ár væntaðu tey, at nøgdin fór at verða umleið 14.000, men hon verður nærri 14.500 [...] bingjur til glas upp í Leirvík, Klaksvík, á Eiði, í Runavík, Vestmanna, Skopun og í Vági. Ein bingja er til klárt glas og ein til litað glas á hvørjum staðnum, og fólk brúka at koyra glas í hesar bingjur. Eitt [...] tá kappingin var um reinastu bygdina í Føroyum. Vøksturin í mun til í ár hjá IRF er 8% og sama vøkstur hevur støðin í Havn havt. Poul Andrias evur roknað seg fram til, at um vøksturin komandi árini verður
stjóri í NCC í Føroyum, heldur ógvuliga lítið um tað arbeiði, sum danska ráðgevingarfyritøkan , Rambøll, hevur gjørt í sambandi við ætlaða tunnilsprojektið hjá NCC og J & K Petersen í Leirvík. Hann heldur [...] eina aðra loysn, sigur Svein Kristiansen, stjóri í NCC í Føroyum. Rambøll-niðurstøða Danska ráðgevingarfyritøkan metir nevniliga, at tunnilsætlanin í Leirvík eftir prinsippinum hjá norsku fyritøkuni og J [...] Rambøll heldur, at stór óvissa er í roknistykkinum og heldur, at ein slikur tunnil fer at kosta í minsta lagi 115 mió krónur og í mesta lagi 170 mió krónur. Verður tunnilin í staðin 350 metrar langur, verður
høvdu hoyrt hetta. Alla aðrastaðni í verðini royna tey so vítt gjørligt at leiða ferðsluna út um bygd øki, men ikki í Leirvík. Nú er tað, eg spyrji, er tað veruliga eingin í bygdaráðnum, ið hevur dirvi til [...] Her hugsi eg ikki bara peningaliga, hetta kemur jú eisini at bróta inn í virðir, sum fólk eru góð við, og sum ikki kunnu gerast upp í pengum. Sambært Rambøll NYVIG (býarætlanarvirki), sum hevur gjørt kanning [...] serstakliga tá ein hevur tað í huga, at tey hava biðið um at fingið hesa kanning gjørda. Og tá so saman um kemur, taka tey als ikki kanningina til eftirtektar. Hvussu ber tað til? Leirvík er jú ein gomul útróðrarbygd
Húsar í Kalsoyarfirði, men vórðu riknir fram við fleiri hvalvágum, heilt á Skálafjørðin, og bara tað heldur hann er óskiljandi í sær sjálvum. Men hann heldur eisini, at springararnir vóru so nógvir í tali [...] Eg eri skelkaður av tí, sum fór fram í gjár og eg taki frástøðu frá tí upp á tað kraftigasta. Tað sigur Heri Petersen, sum grindaformaður á Skálafjørðinum. Í gjár vórðu yvir 1.000 springarar hildnir til [...] til at tað kundi vera nakað skil í. – Tað vóru alt ov fáir grindamenn til alt ov nógvar hvalir og úrslitið var har eftir, tí springarar lógu alt ov leingi og spraklaði í mølini, áðrenn lívið varð tikið